Valid 2022 Valid 2022
Havbúnaðarfelagið

Kappingarført tøkugjald

Havbúnaðarfelagið hevur sum sítt fremsta valynski, at skattir og avgjøld, sum alivinnan rindar, ikki virka forðandi fyri íløguhugin í alivinnuni. Tað eru tær íløgur, sum avgerð skal takast um í hesum og komandi árum, sum skulu tryggja eina burðardygga framleiðslu og minka um váðan fyri bakkøstum.

Tað stutta av tí langa

Um rætt verður atborið, kunnu hesar íløgur eisini økja um møguleikan fyri víðari vøkstri í alivinnuni og størri inntøkur til samfelagið, herundir eisini almennu kassarnar.

Fyri 15-20 árum síðani ók føroyska laksaalivinnan á knøunum og lítil hugur var at gera íløgur í vinnugreinina. Við nýggjum kørmum um alivinnuna og konsolidering í vinnuni hava vit síðani sæð eina menning av vinnugreinini. Alivinnan útflutti í 2021 fyri uml. 4,5 mia. kr ella næstan 50% av samlaða fiskavøruútflutninginum úr Føroyum.

 

Frá tí at støðan var so ring, at eingin skattur varð goldin, tí einki yvirskot var at gjalda av, hevur menningin viðført, at alivinnan seinastu fimm árini hevur goldið í miðal uml. 415 mió kr um árið í tøkugjaldi, partafelagsskatti og vinningsbýtisskatti. Um rætt verður atborið, kann hetta gjaldið halda áfram at vaksa í komandi árum.

Hendan støðan er tó ikki íkomin av sær sjálvum. Hon hevur kravt stórar íløgur í einari vinnugrein, sum er sera kapitalintensiv og har ikki ein stertur kemur av sær sjálvum. Uttan tær ovurhonds stóru íløgur, sum eru gjørdar síðan alivinnan seinast var í kreppu, var eingin føroysk alivinna. Í øllum førum langt frá tí støði, sum vit síggja í dag.

 

Tað er als ikki óvanligt, at samlaðu íløgurnar, sum eitt alifeløg ger í einum ári, eru størri enn ársúrslitið hjá felagnum. Tær íløgur, sum verða gjørdar í hesum árum, og sum skulu gerast í komandi árum, eru serstakliga váðafullar, tí talan er í stóran mun um nýggja tøkni og nýggjar alihættir. Hesar eru eisini kostnaðarmiklari enn verandi framleiðsla og tøkni, og tað er tí skjótari, at skeivt ásettur skattur og avgjøld kunnu koppa roknistykkinum, so hesar íløgur ikki verða gjørdar.

Tað er tí avgerandi fyri gongdina í alivinnuni, at skatta- og avgjaldsskipanin kring alivinnuna ikki minkar um íløguhugin. Tað eru tveir lutir í einari gagnligari skatta- og avgjaldsskipan:

 

1. Skattur og avgjøld skulu vera á einum støði, har alifyritøkurnar tora at fremja tær íløgur, sum skulu gerast, um føroyska alivinnan skal hvíla á einum tryggum grundarlagi, og hava møguleikar fyri vøkstri.

 

2. Skattaskipanin skal vera skrúvað saman á ein hátt, so íløgur sum loysa seg áðrenn skatt og avgjøld, eisini loysa seg aftaná skatt og avgjøld. Ein háttur at gera hetta er við einari skattligari skipan grundað á ársúrslitið hjá alifeløgunum, heldur enn eitt framleiðslugjald.

Harumframt er tað umráðandi fyri alivinnuna at kenna skattligu karmarnar nøkur ár fram í tíðina, so tað ber til at planleggja íløgur. Havbúnaðarfelagið heldur tí, at tað eigur at verða gjørd ein breið semja millum politisku flokkarnar um skatta- og avgjaldsskipanina kring alivinnna framyvir. Fór tøkugjaldið í ein búskapargrunn heldur enn beinleiðis á fíggjarlógina, minkaði vandin fyri ófyrireikaðum og knappligum broytingum eisini munandi.

 

Laksaalivinnan hevur í fyrra hálvár 2022 klárað seg óvanliga væl, tí laksaprísurin var óvanliga høgur. Havbúnaðarfelagið skilur væl politiska ynskið um, at vinnan rindar meira, tá prísurin er so høgur sum hann var í vár. Tað avgerandi er, at skatturin ikki er so høgur, ella skattliga skipanin so illa gjørd, at íløguhugurin minkar, og grundarlagið undir alivinnuni harvið fer at rilla.

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Havbúnaðarfelagið í stuttum

Endamál felagsins

Endamálið hjá Havbúnaðarfelaganum er at savna allar føroyskar alarar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna. Hetta verður gjørt m.a. við :

· Politiska ávirkan: At ávirka tær lógir og kunngerðir, sum løgting og landsstýri seta í verk, soleiðis at góðir karmar vera um føroysku alivinnuna.

· Umboða vinnuna: Umboða felags áhugamál hjá vinnuni yvirfyri ymiskum myndugleikum o.ø., herundir umhvørvis-, heilsumyndugleikunum, arbeiðseftirlitinum o.ø.

· Verkætlanir og kanningar: Seta í verk arbeiðir og kanningar sum kunnu hækka støði innan alingina, t.d. fyribyrgja fiskasjúkum og útbreiðslu av smittu, og fáa hesa vitan út til limirnar í felagnum.

· Samstarv við útlendska vinnu: Havbúnaðarfelagið er limur í altjóða vinnugreinafeløgunum Federation of European Aquaculture Producers (www.feap.org) og International Salmon Farmers Association (www.salmonfarming.org).


· Hagtøl: Felagið savnar hvørja viku inn hagtøl um samlaðu tøkuna av alilaksi. Tøkuhagtølini verða regluliga løgd á heimasíðuna.

· Gransking og útbúgving: Vera við til at seta granskingarverkætlaninir í gongd, sum limir í felagnum hava áhugað í. Harumframt saman við øðrum at vera við at tillaga útbúgvingartilboð til millumleiðarar og arbeiðsfólk í vinnuni. Somuleiðis at skipa fyri tiltøkum og skeiðum sum hækka førleikan hjá alivinnuni.

 

Havbúnaðarfelagið er vinnufelag fyri føroyskar alarar.

Á hvørjum árið gevur Havbúnaðarfelagið út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár.

Samband

Niels Winther

niels@industry.fo

 

Nevndin í Havbúnaðarfelagnum:

Regin Jacobsen

Atli Gregersen

Hans Jákup Mikkelsen