Í Ráðgevarafelagnum halda vit, at politiska skipanin skal tryggja eina javna og støðuga útbygging av føroyska samfelagnum eftir grønu kósini við føroyskari ráðgeving.
Hetta krevur eina politiska langtíðarætlan fyri almennu íløgurnar nógv ár fram í tíðina og tvørtur um fleiri valskeið.
Óansæð sveiggj í búskapinum skal samfelagið framhaldandi útbyggjast, um vit ikki skulu gerast eftirbátar.
Í mun til onnur samfeløg, á stødd við okkara, er óvanliga nógv sløg av framkomnari ráðgeving tøk í Føroyum. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Nú er ikki longur neyðugt at innflyta vitan, nú útflyta vit vitan.
Ráðgevaravinnan skapar vitanarstørv, sum skapa virðisøking í okkara búskapi. Vitanarstørv, sum gera tað møguligt fyri okkara ungu, at flyta heimaftur eftir lokna útbúgving uttanlands.
Tað er neyðugt, at politiska skipanin sær týdningin av, at ráðgevaravinnanframhaldandi kann mennast, tíføroysk ráðgevaravinna er við til at menna samfelagið, bæði fakliga og vitanarliga.
Tað gera vit millum annað við politiskum langtíðarætlanum og við at brúka føroyska ráðgeving.
Tað er umráðandi, ikki bara fyri okkum í vinnuni, men fyri okkum øll í Føroyum.
Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál. Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.
Eitt av týdningnarmestu málunum, sum felagið ætlar at taka upp beinanvegin er, at fáa samband við almenna byggiharran um, hvørji viðurskifti skulu vera galdandi, tá byggiverkætlanir verða skipaðar. Ráðgevarafelagið heldur, at tað er av alstórum týdningi, at føroyskar fyritøkur fáa javnbjóðis høvi at bjóða seg fram ájavnt við útlendskar fyritøkur. Dømi eru um útbjóðingar har føroyskar ráðgevandi fyritøkur ikki hava fingið javnbjóðis møguleikar.
Klæmint Eliasen, nevndarformaður
Mortan Simonsen, ráðgevi
Nevndin í Ráðgevarafelgnum:
Klæmint Eliasen, formaður
Rúni Abrahmsen næstformaður
Eyðbjørn Brimnes
Árni Jakobsen
Selmar Nielsen