Valid 2022 Valid 2022
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Seta almennan eigarapolitikk í verk

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sum valynski, at ein eigarapolitikkur fyri almenn feløg og grunnar verður settur í verk. Eigarapolitikkurin eigur at taka støði í leiðreglunum hjá OECD um góða leiðslu av almennum feløgum.

Tað stutta av tí langa

Partafeløg og grunnar, sum tað almenna eigur, eru á fleiri marknaðum í kapping við privat feløg. Í hesum sambandi eiga tveir spurningar at verða svaraðir fyri hvørt alment partafelag sær:

1. Er ein greið og góð grundgeving fyri at tað almenna skal virka á hesum marknaði?

2. Fer kappingin fram á javnbjóðis grundarlagi við privat feløg?

Eigarapolitikkurin skal í minsta lagi tryggja, at støða javnt og samt verður tikin til spurningarnar omanfyri.

Sambært leiðreglunum hjá OECD skulu ein ella fleiri av hesum grundgevingum vera til staðar, um eitt felag framhaldandi skal vera undir almennum eigaraskapi: 1) Tað almenna kann effektivari veita tænastuna 2) Marknaðarkreftirnar megna ikki at lyfta uppgávuna og 3) Strategiskar orsøkir til at varðveita almennan eigaraskap.

Um tað er ein virkin kapping á einum marknaði, ella tað er lætt hjá nýggjum fyritøkum at koma inn á marknaðin, talar hetta fyri at almenn feløg, sum virka á hesum marknaði, eiga at verða einskild.

Fyri tey feløg, sum ynski er um at varðveita á almennum hondum, má so tryggjast, at kappingin við privatu feløgini fer fram á javnbjóðis grundarlagi. Hetta kann t.d. vera at eitt avkastkrav verður sett almennu feløgum, og at felagið ikki fær aðrar fyrimunir av at vera eitt alment felag (t.d. ókeypis nýtslu av almennum ognum, felags leiðslu ella tænastur o.s.fr.) Harumframt  er eisini neyðugt at skilmarka tær uppgávur, sum felagið skal takast við.

 

Fíggjarmálaráðið legði í juli 2022 út á sína heimasíðu ”Leiðreglur fyri umsiting av fyritøkum landsins”, men tað tykist sum kunnleikin til hesar leiðreglur er rættiliga avmarkaður. Nýggja landsstýrið eigur at fylgja upp uppá leiðreglurnar og tryggja, at tær verða fylgdar.

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag í stuttum

Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar.

Endamálið við Føroya Arbeiðsgevarafelag er at standa fyri sáttmálasamráðingum við løntakarafeløgini. Umframt hetta er endamálið m.a. eisini at gera sína ávirkan galdandi á yvirskipaða arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu og annars í øllum sínum virki at fremja áhugamál hjá arbeiðsgevarum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av 40 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi umframt farmaflotan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina nevnd við 9 nevndarlimum, sum verður vald av limunum í felagnum á árliga aðalfundi felagsins. Limir felagsins eru einstakar fyritøkur, sum eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Harafturat eru fýra arbeiðsgevarasamskipaninar limir í felagnum. Tær eru Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Føroya Prentsmiðjufelag. Fyritøkur, sum eru limir í hesum fýra arbeiðsgevarasamskipanum, eru umvegis hesar eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.


Í viðtøkunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi stendur, at nevndin skal veljast soleiðis, at hon umboðar tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.


Føroya Arbeiðsgevarafelag stimbrar sínum limum at taka seg saman í vinnugreinafeløg. Hetta verður gjørt so vinnugreinar hava ein greiðari profil og ávirkan á teirra vinnuøki.
Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri og myndar raksturin av Vinnuhúsinum, har eisini skrivstova hjá felagnum er.

Sum meginfelag fyri vinnuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum:

Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og  tryggja eitt burðardygt lønarstøði.


Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu, serliga á hesum økjum: Sáttmálaviðurskiftum, starvsfólkaviðurskiftum og leiðslu umframt lógir og reglugerðir á vinnuøkinum. Harumframt virkar umsitingin í Vinnuhúsinum sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, partvíst gjøgnum samstarv okkara við vinnufeløg og sendistovur í øðrum londum og partvíst, tí at útlendsk feløg, sum vilja samstarva við føroyska vinnu, venda sær til felagið.


Politisk ávirkan: Vinnunnar vegna verður arbeitt við at ávirka allar tær yvirskipaðu lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar stuðla uppundir eitt burðardygt og vælvirkandi vinnulív. Arbeiðsgevarafeløgini eru umboðað í nógvum ymiskum stýrum, nevndum og ráðum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og framtíð okkara, og gera eisini her sína ávirkan galdandi.


Kunning: Føroya Arbeiðsgevarafelag veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskifti og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar. Felagið skipar eisini fyri kunningartiltøkum o.l. fyri limunum.


Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Føroya Arbeiðsgevarafelag nýtir Vinnuhúsið sum miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, og har verða bond knýtt millum leiðarar í privatu vinnunu - eisini tá Vinnuhúsið er karmur um vitjanir uttaneftir. Arbeiðsgevarafelagið setur eisini eftir tørvi arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu - mál og stevnur, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum.

Samband

Jón Sigurdsson, nevndarformaður

jon@articon.fo

 

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

niels@industry.fo

 

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag:

Jón Sigurdsson, formaður

Høgni Hansen, næstformaður

Kristoffur Laksá

Fróði Magnussen

Jens Meinhard Rasmussen

Árni Ellefsen

Odd Eliasen

Jóhanna á Bergi

Ólavur Bjarkhamar