Melda til Føroya Handverksmeistarafelag

Frídgar, Gjøld

Fyri at gerast limur í Føroya Handverksmeistarafelag skal ein vera limur í einum av lokalfeløgunum.

Skrivlig umsókn um limaskap skal sendast Føroya Handverksmeistarafelag saman við avritið av sveinabrævið, sum tekur støðu til umsóknina.

Tá ein teknar seg sum lim, ber eisini til at skráseta seg í Veitaraskránna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Sí leinkja her: http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=11941

Limir kunnu gerast:

  1. Handverkari, sum tekur upp sjálvstøðugt handverksstarv, hevur útbúgving sambært galdandi yrkisútbúgvingarlóg og hevur yrkisgóðkenning, har slík krevst.
  2. Vinnufeløg á privatvinnuligum grundarlagi, eitt nú partafeløg, lutafeløg ella annar felagsskapur, um nevndin metir tey lúka treytirnar fyri upptøku.
  3. Almennir, hálvalmennir og kommunalir stovnar og felagsskapir, ið ikki verða riknir á privatvinnuligum grundarlagi. Upptøkan skal fara fram í ávísari/um yrkisgrein/um og uppgevast skal ábyrgdarmaður/menn í hvørji yrkisgrein. Loyvt er ikki at økja um handverksvirksemi stovnsins ella felagsins, at vinna fyri aðrar enn stovninum sjálvum ella at starvast í aðrari yrkisgrein enn teirri/teimum, ið limaskapurin fevnir um, uttan so, at nevndin gevur sítt samtykki.
  4. Handverksmeistarafeløg kring landið, um lógir teirra eru í samsvar við mið og mál felagsins og sum seta punkt a, b ella c sum minstukrøv til teirra limaskarað.





Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum