Veitaraskrá

Vælkomin til veitaraskránna hjá Føroya Handverksmeistarafelag

Veitaraskráðin gevur eitt yvirlit yvir, hvørjar vinnugreinar innan handverksyrkið, limirnir í Føroya Handverksmeistarafelag arbeiða innan.

Hevur tú ætlanir um bygging, umvæling, viðlíkahald ella annað, ið ein handverksmeistari lættliga tekur sær av, so finnur tú viðkomandi her. Bakarar, hárfríðkarar og aðrir meistarar, ið arbeiða við øðrum enn bygging og umvæling, eru eisini at finna í veitaraskránni.

Veitaraskráin er sett saman av teimum vinnugreinum, ið limir í Føroya Handverksmeistarafelag umboða. Ein fyritøka kann veita tænastur í meira enn einari vinnugrein, og tí síggjast summar fyritøkur fleiri staðni í veitaraskránni.

Tað eru limirnir sjálvir, ið hava ábyrgdina av at upplýsingarnar eru rættar. Er okkurt komið skeivt fyri, ella er okkurt broytt, eiga einstøku limirnir at fráboða hetta til umsitingina í Vinnuhúsinum.

Føroya Handverksmeistarafelag vónar, at fólk, stovnar, kommunur, feløg og onnur, ið hava ætlanir um at fáa okkurt arbeiði gjørt, ynskja at lata onkran av limum okkara taka sær av hesari uppgávu.

Við veitaraskránni er tað lætt at finna og seta seg í samband við ein handverksmeistara, ið er skipaður limur í Føroya Handverksmeistarafelag.