SERSÁTTMÁLI
MILLUM
FØROYA ARBEIÐARAFELAG, HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG, HAVNAR ARBEIÐSKVINNUFELAG, KLAKSVÍKAR ARBEIÐSKVINNUFELAG OG KLAKSVÍKAR ARBEIÐSMANNAFELAG
OG
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG
UM
ALIVINNUNA
§ 1
Øki sáttmálans
Sáttmálin fevnir um arbeiðsfólk, sum starvast innan aling av laksi og smolti á sjógvi og á landi, heruppií yrkislærdar alarar, og sum fakliga eru fevnd av høvuðssáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðsmannafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Heruppií eru eisini at rokna formenn.
Arbeiðsfólk, sum hava verið sett í starv hjá sama arbeiðsgevara í longri enn 3 mánaðir, hava rætt til at verða sett sambært hesum sáttmála.
Arbeiðsfólk, sum arbeiða á kryvjivirkjum ella innan aðra framleiðslu, kunnu tó ikki verða fevnd av hesum sáttmála, men bert av høvuðssáttmálanum ella fastlønarsáttmálanum.
§ 2
Lønarásetingar
Alarar fáa umframt tímaløn eftir ávikavist grein 2 og 35 sambært høvuðssáttmálanum hjá FA, HAK, KAM og KAK og ávikavist grein 2 og 38 í høvuðssáttmálanum hjá HA, við viðbót fyri starvsaldur, eina serliga viðbót á í minsta lagi 15%. Viðbótin er partur av útrokningargrundarlagnum, tá yvirtíð smb. § 8 verður roknað.
Formonnum verður harafturat latin ein hóskandi formansviðbót.
Tá talan er um formenn, ber til at víkja frá ásetingunum í § 8 um yvirtíð í høvuðssáttmálanum, um leiðsla og einstaki formaðurin gera skrivliga avtalu um serliga yvirtíðarviðbót, ístaðin fyri at rokna yvirtíð smb. § 8.
Eingin av arbeiðsfólkunum skulu fara niður í løn, íroknað eftirløn, í sambandi við, at hesin sáttmálin kemur í gildi.
Yrkislærdir alarar
Um alari hevur staðið læruna, og hevur verið í starvi hjá sama arbeiðsgevara í minsta lagi 3 ár undan læruni, fær alari starvstíð við sær, tó í mesta lagi 8 ára starvstíð.
Verður yrkislærdur alari, sum er settur sambært hesum sáttmála, orsakað av sjúku, sum gevur honum rætt til dagpening sambært lóg um dagpening, ikki førur fyri at gera sítt arbeiði, rindar arbeiðsgevarin munin millum tað, ið alarin fær útgoldið av dagpeningi og tað hann vildi havt fingið í løn í starvinum. Veitingin frá arbeiðsgevara er samsvarandi tíðarskeiðinum, sum ásett í § 4 í fastlønarsáttmálanum.
§ 3
Skeiðsluttøka
Partarnir eru samdir um, at tað er av týdningi, at alarar verða mentir við upplæring, eftirútbúgving og skeiðsluttøku.
Tá alara verður álagt at fara á skeið, verður hetta avroknað sambært grein 2 í hesum sáttmála umframt møguligar viðbøtur, tó í mesta lagi 8 vanligar tímar um dagin. Hetta er eisini galdandi, um hesi skeið fella leygardag, sunnudag ella fastan frídag.
§ 4
Aðrar ásetingar
Har aðrar ásetingar ikki eru gjørdar í hesum sersáttmála, eru ásetingarnar í høvuðssáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðsmannafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag galdandi, herundir ásetingarnar um eftirlønargjøld, limagjøld og aðrar ásetingar.
Undirritaðu fakfeløg vátta, at um umsóknir koma um undantaksloyvi til veiting av fóðri, viðgerðarevnum, olju, nótum, heintan av súrløgu og øðrum líknandi veitingum, í sambandi við aling av laksi og smolti á sjógvi og á landi undir einum møguligum verkfalli, vilja fakfeløgini viðgera slíkar umsóknir við vælvild, soleiðis at vanligi raksturin á alibrúkunum og smoltstøðunum kann halda fram.
§ 5
Gildisskeið
Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. mai 2026 og kann sigast upp til ein 1. september, tó fyrstu ferð 2028. Sáttmálin kann bert sigast upp saman við høvuðssáttmálanum, tað vil siga í seinasta lagi 1. januar tað árið, høvuðssáttmálarnir ganga út. Broytingar í sáttmálanum kunnu bert gerast í sambandi við sáttmálasamráðingarnar um høvuðssáttmálarnar.
Partarnir vátta, at hesin sáttmáli ikki í aðrar mátar skal teingjast saman við øðrum sáttmálaviðurskiftum partanna millum.
§ 6
Sáttmálaeintøk
Hesin sersáttmáli verður undirskrivaður í 6 einsljóðandi eintøkum, og fær hvør partur sítt eintak.
Tórshavn, tann 7. mai 2026