Flogskiparafelag Føroya

SÁTTMÁLI
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og
Flogskiparafelag Føroya

 

2025-2027

 

1. Sáttmáli

§ 1. Sáttmálaøki

Stk. 1. Sáttmálin er fyri flogfólk, limir í Flogskiparafelag Føroya (stytt FAPA), sum starvast á flogførum hjá felagnum (í hesum førinum Atlantic Airways) ella á flogførum, sum felagið ræður yvir, og sum eru tyngri enn 30 tons.

 

Stk. 2. Sáttmálin er ikki fyri flogfólk, sum eru í leiðandi størvum. Tó skal leiðandi flogfólk samlað sæð ikki hava verri treytir, enn kollektivt eru avtalaðar í hesum sáttmála.

At meta sum flogfólk í leiðandi starvi eru Nominated Person Flight Operations, Chief Pilot, Nominated Person Crew Training og Head of Training.

 

Stk. 3. Sáttmálin hevur við sær, at felagið virðir rættin hjá FAPA at samráðast við felagið vegna sínar limir. Hinvegin kann felagið ikki sýta øðrum samráðingarrætt mótvegis sær.

 

Stk. 4. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.

 

§ 2. Setanarbræv

Stk. 1. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

 

§ 3. Setanarøki

Stk. 1. Setanin fevnir um alla flúgving, sum verður útint vegna felagið við flogførum, felagið eigur, leigar ella støðugt hevur til at taka, sí tó § 1, stk 1. Starvið skal útinnast sambært teimum reglum, sum ásettar eru í rakstrarhandbók felagsins, í operationellum fyriskipanum, rakstrarfyriskipanum flogfarsins og leiðbeiningum myndugleikanna.

 

Stk. 2. Flúgving fyri onnur flogfeløg er ikki loyvd uttan felagsins skrivligu góðkenning.

 

Stk. 3. Áløgd flúgving fyri onnur feløg skal útinnast sambært hesum sáttmála. Felagið kann ávísa annað arbeiðsstað.

 

Stk. 4. Verður starvsfólkið av heilsuligum ávum ikki arbeiðsført umborð á flogfari, kann tað verða flutt til umsitingarligt arbeiði. Arbeitt verður eftir arbeiðstíðarreglunum sum eru galdandi fyri tað arbeiðið. Starvsfólkið varðveitir sína upprunaløn, tó ikki dagpening sambært skjal C.

 

Stk. 5. Starvsfólkið kann við atliti at avmarkingunum í arbeiðstíðini sambært rakstrarhandbók felagsins, verða sett at útinna umsitingarligt arbeiði afturat operativa arbeiðinum.

 

Stk. 6. Ásetingarnar í hesum sáttmála eru í høvuðsheitum galdandi fyri tænastu á øllum basum, men í serligum førum kunnu tillagingar verða gjørdar. Flogskiparafelag Føroya og Atlantic Airways gera annars uppskot til leiðreglur fyri basaskiftum í styttri ella longri tíðarskeið.

 

Stk. 7. Býtið og tillutan av basum verður gjørt eftir somu leiðreglum, sum bidding ísv. feriu, sí § 15.

§ 4. Loyvisbrøv

Stk. 1. Starvsfólkið skal hava tey loyvisbrøv (certifikatir), avvarðandi myndugleiki krevur fyri at útinna tað starv, sum starvsfólkið útinnir fyri felagið. Felagið rindar kostnaðin fyri at útvega, víðka um og halda tann verkliga partin av loyvisbrævinum/próvnum.

 

§ 5. Pass, innfararloyvi o.a.

Stk. 1. Starvsfólkið hevur skyldu til fyri egnan kostnað at útvega og halda egið pass.

 

Stk. 2. Felagið rindar fyri at útvega innfararloyvi, koppseting og líknandi, sum tørvur er á fyri at útinna starvið.

§ 6. Starvsbúni

Stk. 1. Starvsfólkið hevur skyldu til at vera ílatið búna, sum felagið krevur, tá tað útinnir sítt starv. Felagið útflýggjar búna sambært skjali B, men starvsfólkið hevur skyldu til at halda búnan.

 

§ 7. Trúskaps- og tagnarskylda

Stk. 1. Starvsfólkið hevur ikki rætt til at bera víðari til óviðkomandi persónar upplýsingar um viðurskifti hjá felagnum, sum tað hevur fingið kunnleika um í starvinum ella sum mugu haldast at vera av trúnaðarligum slag, eitt nú um viðurskifti hjá starvsfólkum hjá felagnum, búskapi, skipan og serligu rakstrarviðurskiftum hjá felagnum.

 

Stk. 2. Starvsfólk, sum groft skaðar umdømið felagsins ella fremur brot á setanarsáttmálan, kann flytast niður ella sigast upp uttan ávaring.

 

§ 8. Tilbúgving

Stk. 1. Í tíðarbilum, har felagið hevur álagt flogfólki at standa tilbúnan (stand-by), skal vera møguligt at koma í samband við flogfólkið ígjøgnum fartelefon.

 

Stk. 2. Felagið útvegar fartelefon og rindar haldið. Fyri skiparar rindar felagið tær fyrstu 650 kr. u/mvg tilsamans av hvørjari telefonrokning. Til tess at kunna fáa telefonviðbót er tað ein treyt, at flogfólkið hevur fult ræði á telefonini. Telefonviðbótin er 650 kr. u/mvg uttan mun til starvsbrøk.

 

Stýrimenn fáa 4800 kr. í árligari telefonviðbót.

 

Stk. 3. Harafturat rindar felagið internethald fyri flogfólk (skipara og stýrimann), tó í mesta lagi 450 kr. u/mvg.

 

Stk. 4. Um tað eftir áhaldandi royndir í 20 minuttir ikki er møguligt at koma í samband við flogfólk, sum hevur stand-by, verður viðkomandi flogfólk trekt 4,25 % av síni mánaðarløn (grundløn).

§ 9. Heilsukanning

Stk. 1. Læknakanning í samband við vanliga endurnýgging/víðkan av loyvisbrævi, skal fráðboðast til Flight Ops í seinasta lagi ein mánað frammanundan kanningina og verður roknað sum vanligur arbeiðsdagur.

 

Stk. 2. Felagið rindar neyðugar útreiðslur til ferð og uppihald, sum hava samband við hesa kanning.

 

§ 10. Farloyvi

Stk. 1. Starvsfólkið kann søkja um farloyvi, men tað er felagið, ið einsamalt ger av, hvørt umsóknin kann gangast á møti. Í farloyvistíðini, sum í mesta lagi kann verða tvey ár, stendur lønarstigin í stað.

 

Stk. 2. Verður umsókn um farloyvið gingin í møti, skulu felagið og starvsfólkið gera serstaka avtalu, ið skal undirskrivast av báðum pørtum, ið staðfestir øll neyðug viðurskifti í hesum sambandi.

 

§ 11. Barsilsfarloyvi

Stk 1. Barsilsfarloyvi verður hildið sambært løgtingslóg um barsil. Fyri flogfólk, sum er sett í starv á danskari basu, er danska barsilslóggávan galdandi.

 

Stk. 2. Ongar viðbøtur verða givnar í tí tíðarskeiðnum, starvsfólk eru í barsilsfarloyvi.

§ 12. Niðursett arbeiðstíð

Stk. 1. Flogfólk kann verða sett í starv við niðursettari arbeiðstíð. Tá arbeitt verður niðursetta tíð, verða arbeiðsdagar, frídagar, ágóðar, skyldur v.m. at rokna lutfalsliga í mun til setanina.

 

§ 13. Útiviðbót

Stk. 1. Meirútreiðslur, ið frávera frá arbeiðsstaðnum hevur elvt til, hevur starvsfólkið rætt til at fáa endurgoldnar sambært ásetingunum í skjali C. Dagpeningur verður roknaður frá 60 minuttir fyri fráferð (off block) og 30 minuttir eftir komu (on block). Steðgur í arbeiðstíðini á arbeiðsstaðnum hevur við sær steðg í rokning av dagpeningi um so er, at meira enn tríggir tímar ganga frá “on block” til “off block”. Felagið veitir harafturat endurgjald fyri útreiðslur til koyring/telefon, og gisting undir fráveruni frá arbeiðsstaðnum.

 

Stk. 2. Gisting undir kravdari fráveru frá arbeiðsstaðnum skal vera á einstaklinga kamari við brúsu, wc og telefon á gistingarhúsi við hóskandi góðskustøði.

 

Stk. 3. Í sambandi við tænastu ella basaskifti við styttri dvøli frá staði, har felagið hevur bundið seg til sáttmálar í longri tíð, kann felagið veita aðra hóskandi gisting enn hotel. Leiðreglur fyri umstøður, samskifti og annað verða gjørdar í samráð við Flogskiparafelagið.

 

Stk. 4. Fær felagið charter ella wetlease sáttmálar um flúgving, ið hava við sær, at flogfar/flogfør og manning skulu stationerast í øðrum londum í eina viku ella longri, kunnu partarnir víkja frá vanliga sáttmálanum, um semja er um hetta.

 

§ 14. Sjúka

Stk. 1. Fyri sjúku galda ásetingarnar í løgtingslóg um starvsmenn.

 

§ 15. Arbeiðstíð og frídagar 

Stk. 1. Flogfólk fylgja teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð við teimum ískoytum, sum máttu komið orsakað av hesum sáttmála.

 

Stk. 2. Hvørt flogfólk hevur rætt til 138 frídagar og 35 feriudagar árliga.

Talið av arbeiðsdøgum árliga fyri hvørt fulltíðarsett flogfólk er sostatt: 365 dagar–138 frídagar–35 feriudagar = 192 arbeiðsdagar.

 

Ein frídagur varar frá midnátt til midnátt. Aftaná ein frídag kann flogfólk í fyrsta lagi schedulerast til at møta kl. 05:00.

 

Teir 138 frídagarnir verða lagdir javnt yvir árið, tó soleiðis at í minsta lagi 11 frídagar liggja í hvørjum kalendaramánað.

 

Starvstíðin hjá flogfólki í niðursettari tíð, verður skipað við fyriliti fyri framleiðsluni, soleiðis at arbeiðstíðin verður løgd út á árið, tá tørvurin hjá felagnum er stórstur, við teimum avmarkingum sum lóg og ásetingarnar í sáttmálanum geva.

 

Flogfólk skulu í sambandi við frídagar hava í minsta lagi tríggjar samanhangandi frídagar, tá hetta er gjørligt.

 

Fyri flogfólk í niðursettari tíð, kunnu tveir stakir frídagar um mánaðin leggjast frítt av felagnum, stakir frídagar í arbeiðsætlanini annars, kunnu bert ásetast við samtykki frá flogfólki.

 

Ásettir frídagar kunnu ikki broytast uttan samtykki frá flogfólki.

 

Stk. 3. Flogfólk hevur rætt til 16 vikuskiftir frí um árið íroknað tey vikuskifti, sum liggja í  feriutíðarskeiðnum, tó soleiðis at í minsta lagi eitt vikuskifti um mánaðin er frí vikuskifti.

 

Vikuskiftisfrí merkir samanhangandi frídagar á antin fríggjadag-leygardag-sunnudag ella leygardag-sunnudag-mánadag.

 

Fyri flogfólk í niðursettari tíð (§ 11) verður vikuskiftisfrí leygardag og sunnudag.

 

Stk. 4. Flogfólk kann umvegis bidding skipanina á crew-portalinum leggja inn ynskir um ávísar frídagar, nýtslu av puljudøgum og ávísar túrar. Hesar áheitanir skulu verða givnar í seinasta lagi 2 vikur áðrenn arbeiðsætlan verður givin. Felagið avger, hvussu hesar áheitanir verða gingnar á møti, men skal taka hædd fyri ynskum hjá flogfólkinum og miðja ímóti einum jøvnum býti millum flogfólkini.

 

Stk. 5. Undir víðariútbúgving, ið varir meira enn 7 dagar, verður roknað við 2 frídøgum um vikuna. Hesir verða hildnir á staðnum. Hetta er eisini galdandi fyri flogfólk, sum verða umskúlað til aðrar flogtýpur. Eftir release koma flogfólk aftur undir ásetingarnar í variablu skipanini.

 

Stk. 6. Felagið skipar fyri viðkomandi leiðsluútbúgving fyri flogfólk. Leiðsluútbúgvingin er uttan útreiðslur fyri flogfólk, men skal liggja á hansara frídøgum.

 

Stk. 7. Hin 1. í hvørjum mánaði ger felagið arbeiðsætlan, sum vísir tænastu næsta kalendaramánaða hjá tí einstaka flogfólkinum. Arbeiðsætlanin skal eisini innihalda skeiðsvirksemi, læknaviðtalu o.l., sum krevst í sambandi við starvið.

 

Tá arbeiðsætlanin er útkomin, verða allir frídagar roknaðir sum fastir dagar, eins og tillutaðir frídagar eru at rokna sum fastir frídagar.

 

Stk. 8. Boðast skal frá broyttum arbeiðsdegi í minsta lagi 48 tímar áðrenn uppruna check-in. Er talan um framflyting av check-in, skal hetta fráboðast 48 tímar áðrenn framfluttu check-in tíðina. Broytingar í arbeiðsdegi við minni enn 48 tíma fráboðan kann bert fara fram við samtykki frá flogfólki.

 

Stk. 9. Endurgjald fyri keyptan frídag er annaðhvørt tveir nýggir frídagar (Puljudagar), ella ein nýggjur frídagur (Puljudagur) og 4,25 % av mánaðarlønini (grundlønini), ella 8,5 % av mánaðarlønini (grundlønini). Flogfólk skal geva sítt samtykki í hvørjum einstøkum føri.

 

Flogfólk kann biðja um ávísan frídag (og kallast tá Puljudagur), sum tá verður drigin frá puljuni. Felagið ger av, hvørt umbønin kann gangast á møti. Er Puljudagur tillutaður, skal hann metast sum fastur frídagur. Tá 10 dagar ella fleiri eru í puljuni kann felagið áseta frídagar, so puljan kemur niður aftur á í minsta lagi 5 dagar.  So vítt gjørligt skulu dagarnir lagast eftir umbøn frá tí starvssetta.

 

Um flogfólk hevur játtað, og check-in sambært arbeiðsætlanini er áðrenn kl. 05:00 aftaná ein frídag, fær flogfólki antin ein nýggjan frídag, ella tað fær dagin endurgoldnan við lutfallinum 1:1.

 

Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verða mistir frídagar, sum eru mistir upp til 2 dagar aftaná, flúgvingin er uppafturtikin, endurgoldnir við lutfallinum 1:1.

 

Stk. 10. Fyri flogfólk við niðursettari tíð, er endurgjaldið fyri keyptan dag,  7,25% av mánaðarlønini fyri fulla tíð á viðkomandi lønarstigi. Keyptir dagar omanfyri 192 dagar um árið verða avroknaðir eftir grein 14, stk. 9. Flogfólk skal geva sítt samtykki i hvørjum einstakum føri.

 

Stk. 11. Flogfólk, sum settir verða í tíðaravmarkað starv í 7 mánaðir, ella minni, flúgva sambært ásetingunum fyri flogfólk, sum sett eru í niðursettari tíð.

 

Stk. 12. Tal av flogfólki, sum flúgva smb. ásetingunum fyri fólk í niðursettari tíð, má tó ongantíð

verða størri enn 35% av samlaða tali av flogfólki.

 

§ 16. Feria

Stk. 1. Frítíð er eftir løgtingslóg um frítíð við løn við teimum broytingum, sum ásettar eru í hesi grein.

Stk. 2 Flogfólk á danskari basu, sum eru fevnd av donsku feriulógini, fáa frítíðarískoyti á 1,5% galdandi frá 1. januar 2025.

Stk. 3. Frítíðin er 35 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars. Flogfólk leggur frítíðarynski inn umvegis virkandi frítíðarskipan. Tillutan og býti av frítíð millum flogfólk  fer fram í tøttum samstarvi millum LTP/OPS og FAPA.

 

Stk. 4. Bidding til feriu í tíðarskeiðnum frá 1. mai og 30. september er møguligt frá 1. januar og skal verða liðug 1. mars og býtið av feriu verður leysgivið 15. mars.

 

Bidding til feriu í tíðarskeiðnum frá 1. oktober til 30. apríl er møguligt frá 1. apríl og skal verða liðug 15. august og býtið av feriu verður leysgivið 1. september.

 

Stk. 5. Áðrenn feria byrjar verður flogfólk schedulerað til check-out á heimabasu seinast klokkan 18.00, og eftir feriu verður flogfólk schedulerað til check-in í fyrsta lagi klokkan 12.00.

 

Eru seinkingar í flogferðsluni, og flogfólk ikki kann hava check-out áðrenn kl. 18.00, verður ikki latið endurgjald, uttan so at seinkingin fer út um kl. 00.00.

 

Stk. 6. Flogfólk verða býtt í tríggjar eins stórar bólkar, har feria í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august verður soleiðis:

    • Flogfólk í bólki 1 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. juni til 30. juni.
    • Flogfólk í bólki 2 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. juli til 31. juli.
    • Flogfólk í bólki 3 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. august til 31. august

 

Tann 1. januar á hvørjum ári fara pilotar í bólki 1 í bólk 2, pilotar í bólki 2 fara í bólk 3 og pilotar í bólki 3 fara í bólk 1.

 

Stk. 7. Hava flogfólk ikki biddað allar teir 10 feriudagarnar, tey hava rætt til, í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august, kunnu helvtin av hesum døgum latast øðrum flogfólki, um viðkomandi flogfólk upprunaliga hevur biddað fleiri enn 10 dagar.

 

Stk 8. Omanfyrinevnda summarferiuskipan er galdandi fyri flogfólk í føstum starvi, sum starvast 80 % ella meira av fullari tíð. Fyri flogfólk, sum ikki arbeiða fulla tíð, verður tal av feriudøgum rokna lutfalsliga.

 

 § 17. Flogfólk undir umskúling 

 

Avtalur kunnu gerast við flogfólk, sum eru undir umskúling, sum einans verða fevnd av ásetingum í skjali D.

 

§ 18. Uppsøgn

Stk. 1. Uppsagnarfreistirnar eru hesar:

 

Starvstíð                             Freist hjá felagnum
0 – 6 mðr                            1 mánaði
6 mðr – 3 ár                        3 mánaðir
3 - 6 ár                                4 mánaðir
6 – 9 ár                                5 mánaðir
Yvir 9 ár                             6 mánaðir

Uppsagnartíðin fyri flogfólk er í øllum førum 1 mánaði.

 

Stk. 2. Fevnir arbeiðið um typuumskúling, bindir starvsfólkið seg til at halda fram í starvinum í minst 3 ár. Sigur starvsfólkið upp avtaluna við virknað áðrenn 36 mánaðar aftaná, tað tók við starvinum, bindur tað seg til at rinda felagnum eina endurgjaldsupphædd ájavnað við tali á eftirverandi mánaðum falda við 1/36 av teimum útreiðslum, felagið hevur hildið í samband við umskúlingina av avvarðandi starvsfólki. Royndartíðin er íroknað hesum tíðarskeiði.

 

Stk. 3. Stendur starvsfólkið ikki tær neyðugu royndirnar/umskúlingarnar, kann tað uttan ávaring siga seg úr starvi ella verða sagt úr starvi uttan ávaring.

 

Stk. 4. Starvsetanin heldur uppat uttan ávaring í seinasta lagi, tá tann mánaðurin endar, starvsfólkið fyllir 65 ár.

 

Stk. 5. Um tað vegna størri broytingar í framleiðslumynstri felagsins gerst neyðugt at siga upp fleiri flogfólk, sum eru limir í FAPA, hevur felagið skyldu til at kunna FAPA og geva FAPA eina freist uppá í minsta lagi tvær vikur at koma við møguligum viðmerkingum til ætlaðu uppsøgnirnar, áðrenn tær verða settar í verk.

 

§ 19. Løn og eftirløn

Stk. 1. Lønin er sum ásett í lønartalvunum sambært skjølunum A1 og A2. Lønarhækkingin hin 1. apríl 2025 er 4,32%, og lønarhækkingin hin 1. apríl 2026 er 3,87%.

 

 

Stk. 2. Mánaðarlønin sambært lønartalvurnar verður goldin afturút seinasta yrkadag í hvørjum mánað. Útiviðbøtur, roknaðar frá 21. mánaðin frammanundan til 20. lønarmánaðin, verða rindaðar sama dag.

 

Stk. 3. Lønarhækking vegna hækking í starvsaldri fer fram eina ferð um árið. Starvsaldurin fyri stýrimenn steðgar, tá hann er komin upp til 10. starvsaldur. Kortini kann skipari, sum má taka við stýrimansarbeiði vaksa um starvsaldurin sambært lønartalvuna. Stýrimaður, ið verður tilnevndur skipari, flytir starvsaldur upp til 5 ár við sær yvir á skiparatalvuna.

 

Stk. 4. Felagið rindar eftirlønargjald av grundlønini, tá starvsfólkið hevur verið eitt ár í starvi hjá felagnum.

 

§ 20. Tryggingar

Stk. 1. Felagið teknar og rindar fyri allar lógkravdar tryggingar.

 

Stk. 2. Felagið teknar og rindar eisini vanlukkutrygging, sum fevnir um bæði arbeiðstíð og frítíð fyri eina upphædd upp á eina millión krónur við avlamni og eina millión við deyða.

 

Stk. 3. Felagið teknar, rindar og heldur viðlíka “loss of license” trygging upp á 3,5 milliónir krónur inntil starvsfólkið fyllir 60 ár.

 

Stk. 4. Felagið teknar, rindar heldur viðlíka viðgerðartrygging (Mølholm Forsikring) fyri flogfólk í føstum starvi.

 

§ 21. Nevndarlimir

 

Stk. 1. Flogfólk, sum er valt í nevnd Flogskiparafelags Føroya, hevur rætt til at fáa frí at fremja felagsarbeiði í givnum førum í sambandi við sáttmálasamráðingar ella arbeiðsósemju.

Flogskiparafelag Føroya skal altíð halda felagið kunnað um, hvør nevndarlimur er í Flogskiparafelag Føroya, tó í mesta lagi 3 fólk.

 

Stk. 2. Nevndin velur ein av nevndarlimunum til álitisfólk, og boðar felagnum frá hesum. Hinir báðir nevndarlimirnir eru varaálitisfólk. Álitisfólkið hevur hesar arbeiðsuppgávur:

 

    1. Álitisfólkið skal hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður.
    2. Arbeiðsgevarin skal hava skrivliga fráboðan um, hvørji eru vald sum álitisfólk.
    3. Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk lagsbrøðranna við arbeiðsgevaran ella umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á plássinum. Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði á arbeiðsplássinum.
    4. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.
    5. Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna. Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.
    6. Álitisfólk skal fáa frí uttan løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisfólkastarvið. Arbeiðsgevari skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.
    7. Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall, skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.
    8. Broytingar í hesi álitisfólkaskipan kunnu bert gerast í samband við sáttmála-tingingar.

 

Stk. 3. Uppsagnartíðin hjá nevndarlimi, heruppií álitisfólkinum, er sambært sáttmálanum, umframt at nevndarlimur fær goldið 1 mánaðarløn eyka. Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari orsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi, er sama galdandi fyri nevndarlimir sum fyri vanlig flogfólk annars.

 

Stk. 4. Verður ósemja um uppsøgn av nevndarlimi, verður hon at viðgera í eini nevnd við einum limi frá hvørjum sáttmálaparti umframt einum limi, sum sáttmálapartarnir velja saman.

Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast nevndaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur nevndin tað endurgjald, sum hann verður at rinda nevndarliminum.

Støddin av hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn eina upphædd svarandi til 3 mánaðarlønir á stig 1 í viðkomandi bólki.

 

§ 22. Arbeiðssteðgur

Stk. 1. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk 2 til stk. 6.

 

Stk. 2. Fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal vera skrivlig og latin mótpartinum minst 14 dagar undan arbeiðssteðginum.

 

Stk. 3. Fráboðanin, sum nevnd er í stk. 2, skal greiða frá, hvønn arbeiðssteðg talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.

 

Stk. 4. Arbeiðssteðgur kann hvørki fráboðast ella setast í verk, meðan sáttmálin er í gildi ella – um sáttmálin er farin úr gildi - so leingi samráðingar um nýggjan sáttmála ikki eru endaðar. Samráðingarnar eru ikki endaðar fyrrenn semingsstovnurin hevur viðgjørt málið sambært reglunum í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um Semingsstovn við seinni broytingum, og henda viðgerð hjá semingsstovninum er at enda komin.

 

Stk. 5. Tá ið arbeiðssteðgurin er av, fer hvør flogfólk til arbeiðis aftur, har tað starvaðist beint undan ósemjuni, og tað áliggur báðum pørtum at gera sítt til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur.

 

Stk. 6. Arbeiðssteðgur fevnir ikki um

    • limir í FAPA, sum ikki eru fevndir av hesum sáttmála
    • limir í FAPA, sum eru fevndir av hesum sáttmála, um arbeiði teirra er neyðugt fyri at gera samráðingarnar lidnar og steðga ósemjuni
    • limir, sum eftir avtalu partanna millum ikki skulu fara í arbeiðssteðg

 

§ 23. Semingsstovnurin

Stk. 1. Koma partarnir ikki ásamt um nýggjan sáttmála, eru partarnir samdir um, at semingsstovnurin, skipaður í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um Semingsstovn við seinni broytingum, skal vera kompetentur at viðgera málið.

 

Stk. 2. Partarnir binda seg til at ganga undir tær reglur, sum eru ásettar í lógini, nevnd í stk. 1.

 

§ 24. Gildiskoma og uppsøgn

Stk. 1. Sáttmálin fær gildi 1. apríl 2023 og kann sigast upp við 3 mánaða freist til ein 31. mars, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi 31. mars 2025.

 

Stk. 2. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, verður sáttmálin verandi í gildi til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum í § 21.

 

Stk. 3. Í sáttmálatíðarskeiðnum binda partarnir seg til í góðum samstarvsanda at taka mál upp til viðgerðar, sum annar ella báðir partar ynskja at viðgera til tess at fremja trivnað og kappingarføri felagsins. Í hesum er eisini gjørt rúm fyri, at ein fylgibólkur kann eftirmeta nýggju arbeiðsskipanina og taka aðrar fakligar spurningar upp til viðgerðar.

 

Tórshavn, tann 1. apríl 2025

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag                                         
Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari                                                                        

Flogskiparafelag Føroya
Hans Christian Petersen, formaður
Jóhan í Niðristovu, nevndarlimur
Thomas Bo Petersen, nevndarlimur

 

 

2. Fylgiskjøl

Skjal A1

Lønartalva flogfólk - 1. apríl 2025 til 1. apríl 2026

 

Flogskiparar

Stýrimenn

 

stig

kr

kr

0

0

33.455

1

61.764

41.177

2

65.390

44.118

3

69.016

47.057

4

72.644

52.942

5

76.172

55.881

6

78.723

58.334

7

81.273

60.293

8

82.841

61.272

9

84.409

62.253

10

85.780

63.037

11

87.156

63.822

12

88.526

64.604

13

89.508

 

14

90.193

 

15

90.877

 

16

91.538

 

17

92.198

 

18

92.859

 

19

93.519

 

20

94.182

 

21

94.840

 

22

95.501

 

23

96.161

 

24

96.821

 

25

97.482

 


4,32%


lønarhækking 1. apríl 2025


15% í eftirløn

 

 

Skjal A2

Lønartalva flogfólk - 1. apríl 2026 til 1. apríl 2027

 

Flogskiparar

Stýrimenn

 

stig

kr

kr

0

0

34.750

1

64.154

42.771

2

67.921

45.825

3

71.687

48.878

4

75.455

54.991

5

79.120

58.044

6

81.770

60.592

7

84.418

62.626

8

86.047

63.643

9

87.676

64.662

10

89.100

65.477

11

90.529

66.292

12

91.952

67.104

13

92.972

 

14

93.683

 

15

94.394

 

16

95.081

 

17

95.766

 

18

96.453

 

19

97.138

 

20

97.827

 

21

98.510

 

22

99.197

 

23

99.882

 

24

100.568

 

25

101.255

 


3,87%


lønarhækking 1. apríl 2026


15% í eftirløn

 

 

Skjal B
REGLUGERÐ UM STARVSBÚNAR  (Flogfólk).

Latið             1. ferð:                               Endurnýggjan:

Jakki              1 stk                                    1 stk. hvørt 2. ár
Buksur          3 stk                                    2 stk. hvørt 2. ár
Kasjett          1 stk                                    1 stk. hvørt 2. ár
Skjúrtur         5 stk                                    4 stk. hvørt ár
Frakki            1 stk                                    eftir tørvi
Slips              2 stk
Veingir          2 stk

 

Eisini verður veitt eitt árligt ískoyti til skógvar og brillur á max 2.000 DKK tilsaman.

 

Skjal C
Dagpengar
DAGP- OG TÍMAPENINGUR.

 

 

Tìðarskeið í tímum                                                         kr.

0                    2.59                                                          0
3                    8,59                                                          277
9                    23,59                                                        530

24                  32,59                                                        783
33                  47,59                                                        1036

48                  56,59                                                        1289
57                  71,59                                                        1542

72                  80,59                                                        1795
81                  95,59                                                        2048

96                  104,59                                                      2301
105                119,59                                                      2554

120                128,59                                                      2807
129                143,59                                                      3060

144                152,59                                                      3313
153                167,59                                                      3566

168                176,59                                                      3819
177                191,59                                                      4072

192                200,59                                                      4325
201                215,59                                                      4578

216                224,59                                                      4831
225                239,59                                                      5084

240                248,59                                                      5337
249                263,59                                                      5590

264                272,59                                                      5843
273                287,59                                                      6096

288                296,59                                                      6349
297                311,59                                                      6602

 

 

 

Skjal D (eftir 1. november 2023)
Flogfólk í freelance starvi

 

Stk. 1. Flogfólk undir umskúling kunnu ikki setast sum skiparar.

 

Stk. 2. Certifikatið hjá flogfólki í avtalutíðarskeiðnum, sum er ásett í sáttmálanum millum felagið og flogfólki undir umskúling, verður hildið ajour í mun til lógarkravdu útbúgvingina, venjing, simulator og medical.

 

Stk. 3. Flogfólk undir umskúling fáa fyri hvønn arbeiðsdag 0,86 % av árslønini (grundløn) fyri stýrimann á lønarstigi 0 í skjali A. Ein arbeiðsdagur er frá 00:00 til 23:59. Um arbeitt verður færri enn 8 tímar, verður tó goldið eitt dagsgjald, hóast farið verður um 23:59. Lønin verður útgoldin seinast í mánaðinum sum A-inntøka umvegis skattaskipanina.

Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verður endurgjald ikki latið, um check-út á heimabasu er eftir 23:59.

 

Stk. 4. Teir dagar, tá flogfólk undir umskúling eru til typuskeið, verður onki dagsgjald veitt, men dagpeningur verður latin eftir stk. 5.

 

Stk. 5. Ferðaendurgjald og dagpengar verða goldin seinast í mánaðinum sambært skjali C í hesum sáttmála.

Flogfólk undir umskúling fáa kr. 400 í telefonpeningi um mánaðin.

 

Goldið verður 12 % í frítíðarløn av dagslønini. Frítíðarløn verður ikki goldin av ferðaendurgjaldi og dagpeningi.

 

Stk. 6. Felagið teknar arbeiðsskaðatrygging, heiltíðarvanlukkutrygging og loss-of-license trygging.

 

Stk. 7. Flogfólk undir umskúling kunnu keypa ID ferðaseðlar sambært innanhýsis reglum hjá Atlantic Airways.

 

Stk. 8. Arbeitt verður sambært teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð.