Skaermbillede 2025 10 27 214949

Sálarligt arbeiðsumhvørvi

Eitt sunt sálarligt arbeiðsumhvørvi er ein grundleggjandi fortreyt fyri trivnað, góða tænastu og lága sjúkrafráveru á arbeiðsplássinum.

Við at kortleggja sálarliga arbeiðsumhvørvið fáa fyritøkur innlit í, hvussu starvsfólk trívast og uppliva arbeiðsdagin, og hvar tørvur er á broytingum.

Ein kortlegging kann gerast upp á tríggjar mátar:

  • gjøgnum spurnakanningar
  • gjøgnum samrøður
  • samanseting av báðum

Hetta gevur bæði eitt yvirlit og eina greiða fatan av teimum viðurskiftum, sum hava størstan týdning fyri trivnaðin. 

Stigini í einari tilgongd
Ein væl skipað tilgongd er lykilin til eitt álítandi úrslit. Við at býta arbeiðið upp í seks stig – frá fyrireiking og kortlegging, til innlit og raðfesting og at enda til handling og eftirmeting – verður arbeiðið bæði greiðari og meira málrættað.

Hóast tað kann tykjast sjálvsagt og skilagott at fylgja gongdini stig fyri stig, kann tað av og á vera neyðugt at fara aftur til eitt fyrra stig. Tað kann til dømis vera, at ein haldgóð raðfesting krevur djúpari innlit, og tí verður farið aftur til hetta stigið, áðrenn arbeiðið heldur fram.

Niðanfyri er ein stutt og greið lýsing av teimum seks stigunum.

1. Fyrireiking
Góð fyrireiking er grundarlagið undir einari álítandi kortlegging. Her verður gjølla hugsað um:

  • hvørjar mannagongdir hóska til fyritøkuna
  • hvussu nógvar resursur eru tøkar
  • hvussu leiðsla og starvsfólk verða tikin við
  • hvat endamálið er, og hvussu ábyrgdin verður býtt 

2. Kortlegging
Hetta stig er avgerandi í mun til, um fyritøkan fær eitt gott grundarlag fyri handling. Um fyrireikingin hevur verið góð, skuldi tað verið lættari at kortlagt. 

Eitt nøktandi og brúkbart úrslit er treytað av, at starvsfólkini hava møguleika at luttaka, føla seg trygg í mannagongdini og trúgva upp á, at kortleggingin førir til átøk, sum kunnu bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Tað hevur tí stóran týdning, at fyritøkan, eftir at hava framt kanningina, ger fremjandi átøk heldur enn at vera kvirr. 

3. Innlit
Tá ið kanningin er gjørd, verða úrslitini greinað og tulkað. Her verður hugt at styrkjum og avbjóðingum, hvussu krøv og resursur samsvara, hvussu arbeiðið er skipað, og um óneyðugt trýst ella fløskuhálsar stinga seg upp. 

4. Raðfesting
Ikki alt kann loysast samstundis. Tí verður raðfesting gjørd út frá týdningi og skundi. Størstu avbjóðingarnar og skjótastu loysningarnar koma fyrst. Smærri tiltak, sum kunnu setast í verk beinanvegin, skapa ofta góða byrjan.

Til dømis kann avgerð verða tikin, um at øll siga góðan morgun við hvønn annan, og verða betri til at rósa hvørjum øðrum. Bæði eru ókeypis og ofta við eini jaligari ávirkan.

Vísur kortleggingin til dømis, at harðskapur er á arbeiðsplássinum, mugu átøk hesum viðvíkjandi setast í verk umgangandi.

5. Handling
Handlingsætlanin skal vera greið og rímilig. Hon skal hava:

  • mál og tiltøk
  • greitt ábyrgdarbýti
  • neyðugar resursur

Leiðsla og starvsfólk fylgja við frá byrjan, so átøkini ikki detta niðurfyri ella verða niðurraðfest.

6. Eftirmeting
Reglulig eftirmeting tryggjar, at tiltøkini virka sum ætlað, og at tey verða tillagað, um tørvur er á tí. Lærdómurin verður tikin við til komandi verkætlanir.

Val av mannagongd
Fyrimunir og vansar eru bæði við spurnakanningum og samrøðum. Tað týdningarmesta er at velja tað, sum hóskar best til fyritøkuna og tey viðurskifti, ið skulu kannast.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um spurnakanning, samrøður og eina samanseting av báðum.

Spurnakanning
Spurnakanningar hóska seg væl til at kanna størri bólkar, har dulnevni verður raðfest. Tað er týdningarmikið at hava í huga, at úrslitini í eini spurnakanning ikki í sær sjálvum vísa á, hvat skal gerast eftirfylgjandi.

Tískil má ein mannagongd altíð fylgja við eini spurnarkanning, har svarini verða greinað, tulkað og umsett til handling.

Fyrimunir:

  • hóskar væl til størri bólkar
  • dulnevni tryggjar ofta erlig svar
  • kann endurtakast og samanberast yvir tíð

Vansar:

  • lýsir einans eina løtumynd
  • eym viðurskifti koma ikki altíð fram
  • krevur væl valdar spurningar

Verður ein standardiserað spurnakanning brúkt, er hetta ofta minni krevjandi í mun til resursurnar enn tað, sum er serliga lagað eftir tørvum og ynskjum hjá fyritøkuni.

Verður eitt standardiserað spurnablað brúkt, er tað týdningarmikið at hugsa um, at góðskan kann vera ymisk, og at tað kann vera ymiskt, sum verður mátað. Summi eru grundað á gransking í mun til arbeiðsbyrðu og heilsu, ímeðan onnur kanna áhuga og arbeiðsgleði.

Tá ið eitt viðurkent spurnablað verður brúkt, er lættari at stóla upp á úrslitini, og spurnablaðið dekkar ofta tey mest viðkomandi økini í tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Verður eitt tilgjørt spurnablað valt, skal mann hava í huga, at tað kann vera tíðarkrevjandi og krevur, at ein hevur nógva vitan um sálarliga arbeiðsumhvørvið, eins og val av spurningum, sum eru eintýddir og máta tað, teir skulu. 

Samrøður
Við munnligum samskifti fer kortleggingin og raðfestingin fram í felag, sum partur av einum samskifti millum leiðslu og starvsfólk.

Ein fyrimunur við samrøðum er, at tað kann viðvirka til, at kortleggingin verður nærverandi, tí leiðsla og starvsfólk fáa møguleika við egnum orðum at vísa á, hvussu tey uppliva sálarliga arbeiðsumhvørvið; eisini, hvat tey halda riggar, og hvar avbjóðingar eru.

Fyrimunir:

  • geva dýpri innlit og sterkari fatan
  • loysa ofta trupulleikar longu í kjakinum
  • geva møguleika at fanga kenslur og viðurskifti, sum ikki síggjast í talvum

Vansar:

  • eru meira tíðarkrevjandi
  • krevja góðan fundarleiðsluførleika
  • eru ikki egnaðar til at avdúka eymar hendingar eins og happing og annan krenkandi atburð

Um kortleggingin verður gjørd einans við samrøðum, er tað umráðandi, at aðrir møguleikir eru tøkir, um eitt hvørt sindur seg  upp.  

Samanseting av báðum
Besti hátturin er at samanseta eitt gott spurnablað við samrøðum. Spurnarkanningin kann geva eitt yvirlit og vísa á styrkir og avbjóðingar, sum eru í ymiskum pørtum av fyritøkuni.

Hareftir kunnu ymiskar skipaðar samrøður vera við til at avdúka frábrigdi í viðurskiftunum í teimum einstøku økjunum. Samrøður eru eisini góðar til møguligar trupulleikar, sum eru í samband við samstarvið millum ymisk øki í fyritøkuni.