Ríkisborgarar úr londum uttan fyri Norðurlond skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum.
Tá ið arbeiðsloysið er minni enn 3,5 %, ber tað til at seta ES-borgarar í starv frá degi til annan, um fyritøkan hevur undangóðkenning. Hetta er tó treytað av, at søkt verður um arbeiðsloyvi seinast sama dag, sum arbeiðstakarin byrjar í starvi.
Frá 1. september 2024 fóru flestu mál innan útlendingaøkið undir føroyskan avgerðarmyndugleika.
Broytingin mekir, at allar umsóknir um varandi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi, sum t.d. viðvíkja familjusameining, arbeiði (eisini gjøgnum ítróttaravtalur, Fast Track-avtalur og ES-lóggávu), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, og teirra familjur, umframt au pair-umsóknir, framyvir verða viðgjørdar av Útlendingastovuni.
Tískil skulu arbeiðsgevarar venda sær til Útlendingastovuna fyri at fáa ítøkiligar metingar um ivamál í sambandi við hesi viðurskifti.
Niðanfyri eru nærri vegleiðingar um undangóðkenning, arbeiðsloyvi og treytir.
- Søk um undangóðkenning
- Søk um arbeiðsloyvi
- Endurnýggja undangóðkenning
- Setanarviðurskifti hjá útlendskari arbeiðsmegi
- Tá ið farið verður úr starvi
Søk um undangóðkenning
Um fyritøka vil gerast undangóðkend til at seta starvsfólk úr ES-londum í starv, skal fyritøkan søkja um undangóðkenning hjá Útlendingastovuni.
Á heimasíðu teirra er umsókn, sum skal fyllast út. Oyðublaðið eitur: AR7
Á oyðublaðnum verður greitt frá, hvussu farast skal fram.
Hesi skjøl skulu leggjast við umsóknini:
- Skjalprógv fyri, at tú sum arbeiðsgevari hevur gjørt ein føroyskan sáttmála (avrit av skjalprógvi um limaskap í einum føroyskum arbeiðsgevarafelag ella avrit av eini galdandi avtalu at taka undir við einum sáttmála). Tað skal síggjast í skjalpróvnum, hvør sáttmáli er gjørdur. Limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri at vátta, at fyritøkan er bundin at fylgja sáttmálunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum kann umbiðjast á industry@industry.fo og upplýs V-tal
- Váttan frá Skráseting Føroya um, at fyritøkan er skrásett í Føroyum
- Váttan frá TAKS um, at fyritøkan er skattskyldug í Føroyum
Tá ið umsóknin er fylt út, skalt tú senda hana saman við skjølunum oman fyri soleiðis:
Send umsóknina til info@utlendingastovan.fo ella sum vanligan post til Útlendingastovuna, Skálatrøð 20, POstrúm 264, Tórshavn. Tað ber eisini til at lata umsóknina inn á løgreglustøð í Føroyum saman við skjølunum, sum eru nevnd omanfyri.
GG: Undangóðkenningin skal dagførast hvørt ár. Tá er sama mannagongd galdandi, og tit skulu hava nýtt limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelagi.
Undangóðkenningin er galdandi í eitt ár og skal tí endurnýggjast eina ferð um árið.
Hetta fer fram á sama hátt, sum tá ið søkt verður um undangóðkenning.
Limaprógvið fæst við at skriva til industry@industry.fo. Vinaliga send V-tal við.
Nær kann arbeiðstakarin byrja at arbeiða?
Áðrenn arbeiðstakarin kann byrja at arbeiða, skalt
- tú sum arbeiðsgevari hava fingið tína undangóðkenning, og
- tú og arbeiðsgevarin hava boðað Útlendingastovuni frá ítøkiligu arbeiðsviðurskiftunum.
Søk um arbeiðsloyvi
Tá ið fyritøkan hevur fingið játtandi svar upp á undangóðkenningina, skal umsókn sendast til Útlendingastovuna ella latast løgregluni, áðrenn klárt er hjá arbeiðstakaranum at byrja í starvinum.
Arbeiðstakari og arbeiðsgevari fylla í felag oyðublaðið út. Oyðublaðið eitur: AR8
Er arbeiðsgevari ikki undangóðkendur, skal oyðublaðið brúkast sum eitur AR9
Tá ið oyðiblaðið er fylt út, verður tað sent soleiðis:
Til ber at senda umsókn og skjøl beinleiðis til info@utlendingastovan.fo ella sum vanligan post til Útlendingastovuna, Skálatrøð 20, POstrúm 264, Tórshavn. Tað ber eisini til at lata umsóknina inn á løgreglustøð í Føroyum saman við skjølunum, sum eru nevnd omanfyri.
Tá ið umsóknin er send, er klárt hjá arbeiðstakaranum at byrja at arbeiða.
Arbeiðstakarin skal flyta kommunu fyri at fáa føroyskt p-tal. Viðgerðartíðin kann verða heldur long, men eitt fyribils p-tal verður útvegað, til øll viðurskifti eru komin upp á pláss.
Setanarviðurskifti hjá útlendskum starvsfólkum
Setanarviðurskifti hjá útlendskum starvsfólkum eru tey somu sum hjá føroyskum starvsfólkum, tá ið talan er um arbeiðsmarknaðarlóggávu og sáttmála- og lønarviðurskifti.
Starvsrættarligu viðurskiftini hjá útlendskum starvsfólkum eru tey somu sum hjá øðrum starvsfólkum.
Tá ið farið verður úr starvi
Tá ið starvsfólk, sum eru sett eftir skipanini um undangóðkenning, fer úr starvi, missir viðkomandi rættin til arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Hetta skal fráboðast til Útlendingastovuna (sama mannagongd, sum tá ið søkt varð um arbeiðsloyvi.
Skiftir starv
Um útlendingur, sum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir hesi skipan, skiftir arbeiði, skal nýggj fráboðan sendast til Útlendingastovuna.
Er fyritøkan, sum skift verður til, undangóðkend til at seta í starv starvsfólk úr ES-londum, ber til at byrja at arbeiða beinanvegin.