Qdhlqlk Vinnudagurin 2026 CO Web 003
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Ress Spa er Vinnuátakið 2026

18. september. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ress Spa er Vinnuátakið 2026. Átakið verður heiðrað fyri at hava skapt eina serstaka uppliving við føroysku náttúruni sum einum týðandi parti av hugskotinum

Ress Spa er Vinnuátakið 2026. Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.

Við Ress Spa er føroyska náttúran ikki bara karmur um upplivingina. Skiftandi ljósið, veðrið og landslagið eru ein partur av tí, gesturin kemur fyri at uppliva.

Endamálið er at skapa eitt stað, har gesturin kann steðga á, leggja gerandismeldrið frá sær og í nakrar tímar gloyma tíð og stað.

Men aftan fyri upplivingina liggur eisini ein stór vinnulig satsing. Dómsnevndin hevur lagt dent á áræðið í at gera eina so stóra og gjøgnumførda íløgu á einum avmarkaðum marknaði. Tað krevur trúgv upp á, at til ber at skapa eina uppliving, sum fólk vilja ferðast eftir og rinda fyri.

Átakið hevur eisini týdning fyri ferðavinnuna sum heild. Tað gevur gestum enn eina orsøk til at koma til Føroya, steðga longur og brúka fleiri av teimum tænastum og upplivingum, sum eru tøkar. Samstundis hevur Hotel Føroyar við Ress Spa fingið eitt nýtt bein at standa á.

Í 2026 fekk Ress Spa harumframt stóra altjóða viðurkenning, tá ið TIME Magazine valdi staðið sum eitt av World’s Greatest Places.

Ein samd dómsnevnd hevur tí valt Ress Spa sum Vinnuátakið 2026.

Grundgeving
Her er grundgevingin, sum varð lisin upp á Vinnudegnum, tá ið Ress Spa fekk handað heiðurin:

Vit gerast skjótt von við tað, vit hava rundan um okkum. Eitt útsýni, sum vit síggja hvønn dag, verður bara eitt útsýni. Veðrið er veðrið. Luftin er luftin. Og tað, sum hevur verið har alla tíðina, geva vit okkum kanska ikki so nógv far um.

Men viðhvørt kemur onkur og sær tað sama við øðrum eygum. Og júst har kann eitt gott vinnuligt hugskot byrja. Ikki við at uppfinna nakað, sum ikki var har frammanundan, men við at síggja eitt virði, sum onnur ikki hava fingið eyga á. Tað er í stóran mun søgan um Vinnuátakið 2026.

Vit kenna øll gerandismeldrið. Telefonin, sum ringir. Boðini, sum skulu svarast. Tað næsta, vit skulu náa. Og kensluna av, at høvdið onkuntíð er komið eitt sindur fram um kroppin. Tá kann tað hava stórt virði bara at steðga á.

At leggja telefonina frá sær. At ikki skula nakað beint nú. At kenna hitan, luftina og veðrið. At hyggja út uttan at skula víðari. Í nakrar tímar at gloyma tíð og stað eitt sindur.

Júst hesa upplivingina hevur vinnarin roynt at skapa.

Og her verður tað, sum vit byrjaðu við, áhugavert. Tí umhvørvið er ikki bara ein vøkur bakgrund. Tað er partur av upplivingini. Tað skiftandi ljósið, veðrið og landslagið verða drigin inn í tað, gesturin kemur fyri at uppliva.

Tað er ein greið hugmynd. Men tað er eisini ein stór vinnulig satsing. Dómsnevndin hevur lagt stóran dent á áræðið í at gera eina so stóra og gjøgnumførda íløgu á einum avmarkaðum marknaði. Tí tá má ein trúgva upp á meira enn bara verandi eftirspurning. Ein má trúgva upp á, at til ber at skapa nakað, sum fólk vilja koma eftir. Og rinda fyri.

Tað er eisini her, átakið hevur týdning fyri ferðavinnuna sum heild. Tí tað er eitt at fáa ein gest at keypa eina gisting. Nakað annað er at geva gestinum fleiri orsøkir til at koma, steðga longur og brúka fleiri av teimum tænastum og upplivingum, sum eru tøkar.

Tá verður meira virði skapt úr hvørjari vitjan. Og eitt verandi virksemi fær eitt nýtt bein at standa á. Men ein góð hugmynd er ikki nóg mikið. Hon skal fremjast so væl, at gesturin ikki hugsar um alt arbeiðið aftanfyri.

Arkitekturur, umhvørvi og tænasta skulu hanga saman. Rúmini skulu geva frið. Útsýnið skal fáa pláss. Og tað, sum hendir uttanfyri – sól, mjørki, regn ella vindur – skal ikki órógva upplivingina, men vera ein partur av henni.

Tá riggar hugskotið. Tá steðgar gesturin kanska at hugsa um, hvat klokkan er. Og tað er júst meiningin.

Eisini í sjálvum rakstrinum er hugsað um framtíðina. Virksemið verður hitað við grønari orku, og hotellið, sum átakið er partur av, hevur fingið Svanamerkið.

Men tá ið ein ger nakað nýtt, kemur eisini ein løta, har ein fær svar upp á, um onnur síggja tað sama virðið, sum ein sjálvur sá. Og tað gjørdu tey.

Í 2026 varð átakið valt út av TIME Magazine sum eitt av World’s Greatest Places. Tað er ein stór altjóða viðurkenning. Men kanska er tað mest áhugaverda, hvat hon váttar.

At tað, sum fyri okkum kann kennast púra vanligt, kann gerast nakað heilt serligt, tá ið onkur sær møguleikan og fremur hann ordiliga. Og at tað ber til at skapa eina uppliving, sum fær fólk at ferðast langt fyri fyri eina løtu at sleppa frá øllum tí, tey annars skunda sær eftir.

Annað á breddanum

  1. Smyril Line er Ársins Virki 2026

    Smyril Line er Ársins Virki 2026. Fyritøkan verður heiðrað fyri góð úrslit, stórar íløgur og miðvísa endurnýgging

    18. september. 2026 | Almenn tíðindi
    M6w7qdpm Untitled Panorama 2
  2. Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag á midnátt

    Enn eru nøkur pláss í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná

    15. september. 2026
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  3. Hvat fáa vit í veruleikanum burtur úr vitlíki?

    Á Vinnudegnum fáa vit trý ítøkilig føroysk dømi um, hvussu fyritøkur brúka vitlíki

    14. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Robert Diana Kristian Eli (1)