Vegleiðing til GMF sáttmálan

 

Sersáttmáli fyri starvsfólk á hotellum, gistingarhúsum og matstovum
 
Vegleiðing í sambandi við lønarútgjaldingar
 
 
 
Fólk í føstum starvi
Fyri hesi fólk verður gjørd ein vaktarskipan, sum verður løgd fyri í minsta lagið 4 vikur í senn, við eini arbeiðsviku á 40 tímar.
 
Fólk í føstum starvi fáa vanliga tímaløn. Umframt hesa tímaløn fáa tey fyri arbeiði skeivar tíðir, men innanfyri vaktarskipanina, hesar viðbøtur sambært §3 í sáttmálanum:
 
Viðbøtur innanfyri vaktarskipan
Mánadag – fríggjadag millum kl. 21.00 og 24.00                    kr.   3,50 pr. tíma
Mánadag – leygardag millum kl. 00.00 og 07.00                    kr.   9,00 pr. tíma
Leygardag millum kl. 07.00 og 14.00                                    kr.   5,00 pr. tíma
Leygardag millum kl. 14.00 og 24.00                                    kr.   6,75 pr. tíma
Sunnudag millum kl. 00.00 og 07.00                                     kr. 15,00 pr. tíma
Sunnudag millum kl. 07.00 og 24.00                                     kr.   9,00 pr. tíma
Halgidagar, 1. mai, flaggdagin, páskaaftan,
hvítusunnuaftan, grundlógardag, 1. november,
jólaaftan, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag                               kr. 15,00 pr. tíma
 
Tá fólk í føstum starvi arbeiða uttanfyri ta føstløgdu vaktarskipan, sum tey arbeiða eftir, fáa tey viðbøtur sambært §4 í sáttmálanum:
 
Viðbøtur uttanfyri vaktarskipan
Mánadag – fríggjadag millum kl. 17.00 og 21.00                          7% av vanligu lønini
 

Mánadag – fríggjadag millum kl. 21.00 og 08.00                          20% av vanligu lønini

Leygardag millum kl. 07.00 og 14.00                                          7% av vanligu lønini

Leygardag millum kl. 14.00 og 24.00                                          20% av vanligu lønini

Sunnudag, halgidagar, 1. mai, flaggdagin,
páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardag, 1. november,
jólaaftan, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag                                     20% av vanligu lønini
 
Hesar viðbøtur verða bert latnar fólki í føstum starvi.
 
Yvirtíð eftir høvuðssáttmálanum verður ikki útgoldin.
 
Úrtíðarløn sambært §4 kann, um starvsfólki ynskir tað, og um arbeiðsgevarin samtykkir, avspákast í sama lutfalli, sum úrtíðartaksturin er í mun til vanligu lønina. Avspákingin skal vera í heilum ella hálvum døgum, og skal vera av í seinasta lagi tveir mánaðir aftaná, at úrtíðararbeiðið er útint. Avspákingin kann ikki leggjast á dagar, sum frammanundan eru frídagar.
 
Tímalønt fólk, sum ikki eru í føstum starvi
Hesi fólk fáa somu løn, sum tey, sum arbeiða í vaktarskipan. Tað vil siga, at tey fáa vanliga løn umframt viðbøtur sambært §3 í sáttmálanum. Hetta eru somu viðbøtur, sum verða latnar fyri arbeiði innanfyri vaktarskipan, sí omanfyri.
 
Viðbøtur sambært §4, tvs. viðbøtur uttanfyri vaktarskipan, verða ikki goldnar fólki, sum ikki er í føstum starvi.
 
Yvirtíð sambært høvuðssáttmálanum verður ikki goldin.
 
Hjálparfólk til veitslur og tílíkt
Hjálparfólk, sum verða innkallaði í samband við veitslur ella onnur serlig tiltøk, fáa vanliga tímaløn sambært høvuðssáttmálanum.
 
Yvirtíð sambært høvuðssáttmálanum verður ikki goldin.
 
Annað
Útbúnir køksassistentar fáa viðbót, sum er 10% av vanligu tímalønini.
 
14-ára gomul fáa 50% av vaksnamannalønini. 15- og 16-ára gomul fáa 75% av vaksnamannalønini. Viðbøtur verða útgoldnar við sama lutfalli.