Sáttmáli fyri arbeiði á flogvøllinum

 

Sáttmáli fyri arbeiði á flogvøllinum - til prentingar

 


 

 

Sersáttmáli

 

millum

 

Føroya Arbeiðarafelag

 

og

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

fyri arbeiði á flogvøllinum í Vágum

 

 

 

     § 1.

Sáttmálaøki

Hesin sáttmáli fevnir um alt arbeiði við avgreiðslu av flogførum og annað fyrifallandi arbeiði, so sum at hjálpa til í tax-free, á goymslu, í sambandi við flytingar innanhýsis, viðlíkahald yvirhøvur og serliga viðlíkahald av útgerð á air side handling. 

 

Sáttmálin fevnir tó ikki um fólk í leiðandi starvi ella fólk, hvørs støða hjá arbeiðsgevaranum er av tílíkum slagi, at hon hevur rætt til at disponera í stóran mun bindandi fyri arbeiðsgevara. Hetta er bert galdandi fyri eitt fólk á hvørjum arbeiðsplássi.       

 

 

§ 2.

Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna í meðal yvir eitt 6-viku tíðarskeið, sambært arbeiðsætlan, ið verður løgd fyri ein mánaða í senn. Arbeiðsfólkið skal hava arbeiðsætlanina 7 dagar, áðrenn hon kemur í gildi.

 

Arbeiðsfólkið skal har hetta ber til hava minst 8 tímar frí millum tvær vaktir. Vaktir er arbeiðsdagur sambært arbeiðsætlan. Eru minni enn 8 tímar ímillum 2 vaktir eigur arbeiðsfólkið rætt til tímaløn á byrjunarstøði í høvuðssáttmálanum x 4.

 

 

Arbeiðsfólkið hevur, burtursæð frá uppmøting aftan á matarsteðg, ikki skyldu til at møta til arbeiðis meira enn  2 ferðir innan fyri sama samdøgur (somu vakt).

 

Um tørvur er á hesum, kann arbeiðsgevarin og arbeiðsfólkið gera avtalu um at flyta upp til 10 tímar til aðrar arbeiðstíðir enn tær, sum ásettar eru í arbeiðsætlanini, men innan fyri sama mánaða.

 

Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni vegna force majeure (eitt nú veður) kann arbeiðari verða útskeiðaður, soleiðis at teir tímar á vaktini, sum ikki eru arbeiddir, verða arbeiddir, tá force majeure støðan er endað, tó innanfyri 48 tímar og treytað av, at tað ikki verður komið inn í fríviku hjá arbeiðara.

 

Arbeiðarar skulu hvønn mánað hava skrivligt yvirlit yvir teir tímar, sum fluttir eru í mun til arbeiðsætlanina, og nær hesir tímar eru lagdir í farna arbeiðsætlanarskeiði.

 

Arbeiðari kann ikki av nevndu orsøk verða útskeiðaður færri enn 4 tímar sama dag.

 

                                               

§ 3.

Løn

Lønin er tann til eina og hvørja tíð ásetta løn til fastløntar arbeiðarar um mánaðin fyri vanligt arbeiði 40 tíma viku sambært høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevara- felag. Fyri arbeiði innan fyri arbeiðsætlanina verður harumframt latnar hesar viðbøtur av byrjanarlønini í høvuðssáttmálanum:

 

Mánadag til fríggjadag millum kl. 18.00 og 07.00              19% pr. tíma
Leygardag                                                                                                           28% pr. tíma
Sunnudagar, halgidagar og skeivar frídagar                        37% pr. tíma

 

 

Eyka viðbót á 25 % verður goldin, um arbeiðsfólk góðtaka at møta til arbeiðis meira enn 3 ferðir hvønn dag (sí grein 2), soleiðis at hendan eyka viðbót verður goldin fyri hvønn tíma, sum arbeitt verður 4. ferð arbeiðsfólkið møtir til arbeiðis.

 

Fyri  tímalønt arbeiði fyri 8-tíma dag millum kl. 08.00 og 17.00 verður tímalønin 173,33 av frammanfyri nevndu føstu mánaðarløn. Yvirtíð verður goldin sambært ásetingini í høvuðssáttmálanum.

 

Fólk við fastari lutvísari vikuligari arbeiðstíð verða at løna eftir somu reglum sum fólk við fullari viku, tó soleiðis at lønin verður roknað lutfalsliga í mun til 40 tíma viku.

 

Ungfólk 14 ár fáa 50%, 15 og 16 fáa 75% av vaksnamannalønini bæði fyri normal- og yvirtíð.

 

                                                     

§ 4.

Arbeiði uttan fyri vaktarskipanina

Verður arbeitt uttan fyri tíðir, sum ásettar eru í arbeiðsætlanini, verður hetta lønt sambært høvuðssáttmálanum íroknað yvirtíðartakstunum.

 

Úrtíðarløn kann, um arbeiðsfólk ynskir tað, og arbeiðsgevarin samtykkir, avspákast í sama lutfalli, sum úrtíðartaksturin í mun til vanligu lønina.

 

Arbeiðsgevarin tekur nærri avgerð um, nær avspákingin skal vera, og boðar frá hesum í góðari tíð, tvs. vanliga ikki seinni enn 7 dagar frammanundan.

 

Avspákingin skal vera í heilum ella hálvum døgum og skal vera av í seinasta lagi tríggjar mánaðir aftaná, at viðkomandi úrtíðararbeiði er útint. Tílík avspáking skal ikki leggjast á dagar, sum frammanundan eru frídagar.

 

 

                                                     

 § 5.

Útgjaldingardagur

Lønin hjá mánaðarløntum verður útgoldin seinast í mánaðinum og skal vera avgreidd í seinasta lagi seinasta arbeiðsdag í mánaðinum. Lønin hjá tímaløntum fellur til gjaldingar eina ferð um vikuna.

 

                                                      

§ 6.

Broytingar av lønum

 

Verða lønirnar í høvuðssáttmálanum og fastlønarsáttmálanum broyttar, so verða lønirnar í hesum sáttmala broyttar samsvarandi, burtursæð frá har hesin sáttmáli hevur serstakar ásetingar fyri yvirtíð og fyri arbeiði í vaktarskipanum.

 

                                                      

§ 7.

Frítíð og frítíðarløn

Frítíð og frítíðarløn verða latin samsvarandi galdandi frítíðarlóg.

 

 

                                                       

§ 8.

Álitismannaskipan

Viðvíkjandi álitismannaskipan, so verður víst til álitismannaskipanina í høvuðssáttmálanum millum feløgini.

 

 

                                                       

§ 9.

Uppsagnarfreistir

Fyri fastlønt verða uppsagnarfreistirnar í fastlønarsáttmálanum galdandi.

 

Fyri tímalønt verða uppsagnarfreistirnar í høvuðssáttmálanum galdandi.

 

                                                     

§ 10.

 

Gerðarættur

Viðvíkjandi ósemju um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, og trætur um rætta fatan av sáttmálanum verður víst til  høvuðssáttmálan hjá feløgunum.

 

 

                                                        

§ 11.

Prosentgjøld

Arbeiðsgevarin rindar tey prosentgjøld, limagjøld og eftirlønargjøld sum ásett eru í høvuðssáttmálanum hjá feløgunum, og eftir skipanini sum ásett er í nevnda sáttmála.

 

                                                         

§ 12.

Aðrar ásetingar

Har annað ikki er nevnt í hesum sáttmála verða galdandi ásetingarnar í høvuðs- sáttmálanum hjá pørtunum, tó ikki ásetingarnar um arbeiðstíð.

 

 

                                                        

§ 13.

Gildiskoma og uppsøgn

Gildiskoma og uppsøgn fylgir høvuðssáttmálanum.

 

 

 

                                                          

§ 14.

Sáttmálaeintøk

Hesin sáttmáli verður undirskrivaður í tveimum einsljóðandi eintøkum.

 

 

 

Tórshavn, hin  25. mai 2022

 

 

 

Føroya Arbeiðarafelag                                   Føroya Arbeiðsgevarafelag