Vísandi til § 14 í høvuðssáttmálanum og ásannandi at arbeiðsmynstur, sløg av arbeiði og neyðugar dygdir alsamt broytist, eru partarnir komnir ásamt um at
§ 1
Fyri handlig arbeiðir, sum ikki eru serliga nevnd í § 1 til 4 í høvuðssáttmálanum, og sum krevja venjing, eru hesi fevnd av serarbeiðara-sáttmálanum:
Hópframleiðsla av betonelementum, aluminiums- og plastvindeygum, pakkitilfari, rútaglasi, glastrevjulutum og bygningselementum.
Montering av stál-, beton- og timburelementum. Uppsetan av stilladsum. Áleggjan av takpappi og gólvbelegningi.
Forskalling við kasettuformum, uppsetan av kantsteinum og áleggjan av betonflísum, legging av kloakrørum.
Arbeiði í timburhandlum við rammusagum, høvlum, pláusagum, kantfresarum og rundsagum í samband við tilgerð av plátum og timbri til útflýggjan.
§ 2
Lønin fyri frammanfyri nevndu arbeiðir verður ásett soleiðis:
Tímaløn 1. árið – ið verður at roknað sum yrkisvenjing: Sambært § 1a
Tímaløn 2. árið og síðan – við yrkisvenjing sb. Arbeiðsgevaraváttan: Sambært § 1a + 2,06 % av tímalønini
Fastløntir serarbeiðarar við yrkisvenjing verða løntir sambært § 1a + 2,06 % av tímalønini ferðir 173,33 tímar um mánaðin.
Aldursmarkið fyri at byrja yrkisvenjing er 18 ár.