► All wage agreements an translation certificate 2021
Reiðarafelagi fyri Handilsskip
og
Maskinmeistarafelagið
Sersáttmáli fyri maskinmeistarar við smærri skipum í frálandavinnu
§1 Sáttmálaøki
Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um skip í frálandavinnu, sum í BT / KW liggja undir 3000, og har mynstrað verður pr. túr og avroknað verður í daglønum.
Stk. 2. Ásetingarnar í høvuðssáttmálanum millum RFH og Maskinmeistarafelagið eru ikki galdandi fyri hesi skip. Tó eru hesar greinar í høvuðssáttmálanum galdandi: § 2 stk. 1, §2, stk. 4, §3 stk. 8, §9, §10 stk. 2, §11, §20.
§2 Hýrur
Stk. 1. Maskinmeistarar mynstra pr. túr og verða avroknaðir pr. dag:
1. mars 2020: 2.340 kr. um dagin
1. juni 2021: 2.376 kr. um dagin
1. mars 2022: 2.406 kr. um dagin
Afturat hesum kemur frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum. Reiðaríðið heldur útreiðslur av kosti umborð. Omanfyri nevndu hýrur hækka við sama % stigi sum lønartalvan.
Stk. 2. Reiðaríið flytir vegna manningina frá 1. mars 2020 12,50% til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan. Eftir 1. juni 2021 verður eftirlønin 13%. Henda skipan er sjálvboðin fyri menn, sum eru fyltir 55 ár, ella eru tilknýttir reiðarínum styttri enn 2 mánaðir.
Stk. 3. Maskinmeistarar á skipum fevndum av hesum sersáttmála, ið eru settir í fast starv hjá reiðaríið, eru fevndir av felagsreglunum í høvuðssáttmálanum.
§3 Arbeiðskor
Stk. 1. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Um silgt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.
Stk. 2. Um fari verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldin ein upphædd svarandi til 25% av daglønini fyri hvønn dagin. Um fari verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldin ein upphædd svarandi til 50% av daglønini fyri hvønn dagin. Hetta er tó ikki galdandi um motorpassari ynskjur at vera longur umborð.
§4 Mynstring og uppsøgn
Stk 1. Hýringin er galdandi fyri ein túr í senn, frá maður fer heimanífrá til hann er heima aftur.
Stk 2. Um reiðaríið ynskir at fáa mann við aftur, skal hann boða frá hesum innan 7 dagar eftir at túrur er av.
Stk 3. Hevur maður lova seg við skipi, og vil hann geva avboð, so skal hetta gerast í seinasta lagi 3 dagar áðrenn farið verður. Halda partarnir ikki skyldu sína smb. hesi grein til at geva avboð rættstundis, so skal reiðari, sum er ov seinur at geva avboð, rinda eina samsýning, sum svarar til 50% av dagløni í 2 mánaðir.
Stk. 4. Maður sum gevur avboð ov seint skal rinda reiðarínum í samsýning upphædd, ið svarar til 15 ferðir daglønina, hetta er tó treytað av, at maður minst 10 dagar áðrenn farið verður, fær boð um nær farið verður..
§5 Bjarging
Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava skipari og stýrimenn ikki rætt til bjargingarløn.
§6 Gildi
Hesin sáttmáli tekur 1. mars 2021. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðssáttmálanum
Tórshavn tann 24. februar 2021
Maskinmeistarafelagið Reiðarafelagið fyri Handilsskip