Sjómannadeild FF´s, Sersáttmáli - Frálandavinna

 

 

►Sáttmáli 2019 til prentingar

 

► All wage agreements an translation certificate 2019

 

 

 

Sáttmáli millum

Føroya Fiskimannafelag Sjómannadeild FFs

 

og

 

 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip

 

Sersáttmáli fyri Dekkarar og Kokkar við størri skipum í frálandavinnu

 

 

 

 

 

 

§1 Sáttmálaøki

 

 

Stk. 1.  Hesin sáttmáli fevnir um skip, sum eru útgjørd og góðkend til at halda vakt yvir einum og hvørjum, sum hevur við fólk at gera og  “Multi purpose standby, supply- og ankarhandling vessels”

Stk. 2.  Høvuðssáttmálin millum RFH og SjómannadeildFFs er galdandi fyri hesi skip í tann mun niðanfyri nevndu viðurskifti ikki víkja frá høvuðssáttmálanum. Undantiki er tó § 1 stk. 14  og  § 6. stk. 8 í høvuðssáttmálanum sum ikki er galdandi.

 

 

 

§2 Hýrur

 

 

Stk. 1. Mánaðarliga hýran verður ásett við útgangsstøði í lønartalvu í høvuðssáttmálanum.

 

Stk. 2. Fasta mánaðarhýran er fyri 12 tímar um samdøgrið.

 

Stk. 3. Lønin er ásett í fylgisskjali til henda sáttmála og er at meta sum partur av hesum sáttmála.

Viðbót fyri ásetingina í § 5, stk, 1 í hesum sersáttmála fyri frálandavinnu (Multi purpose standby, supply- og ankerhandler vessels) er íroknað lønirnar í hesi lønartalvu. Hetta merkir, at verður ásetingin broytt, verður lønartalvan broytt samsvarandi.

 

 

 

 

§3 Yvirtíð

 

 

Um farið verður út um 84 tímar um vikuna, verður goldin yvirtíð sambært reglunum í høvuðssáttmálanum.

 

 

 

§4 Frítíð og útmynstring

 

Stk. 1. Arbeitt verður eftir einari 1 : 1 skipan. Ferðing er íroknað frítíð,sí tó avmarkingar í stk 2.  Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.

 

Stk. 2. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 2 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Triði ferðadagur er at rokna sum 0-dagur. Um siglt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 3 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.

 

Stk. 3. Um farið verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldi ½ frídagur eyka fyri hvønn dag út yvir. Um farið verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldið 1 frídagur eyka fyri hvønn dag út yvir teir 14. Hetta er tó ikki galdandi um dekkarin ella kokkurin ynskja at vera longur umborð. 

 

 

 

§5 Arbeiðssteðgur

 

Stk. 1. Dekkari og kokkur, ið mynstrað undir hesum sersáttmála frásiga sær rættin til at fara í arbeiðssteðg í eitt 4 ára skeið, roknað frá 1. mars 2020.

 

Stk. 2. Hýruhækkingar í høvuðssáttmálanum eru eisini galdandi fyri henda sersáttmála við somu gildiskomu.

 

Stk. 3. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, skulu partarnir yvirhalda gamla sáttmálan til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum niðanfyri.

 

Stk. 4. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir hesum reglum.

 

Stk. 5. Arbeiðssteðgur kann bert setast í verk um so er, at hann er rættstundis fráboðaður mótpartinum.

 

Stk. 6. Um tað er ætlanin at seta arbeiðssteðg í verk, skal tað kunngerast hinum partinum við serligum innskrivaðum brævi í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, at arbeiðssteðgurin er ætlaður at verða settur í verk.

Stk. 7. Sum arbeiðssteðgur er her at rokna verkfall, verkbann, ella onnur niðurlegging av arbeiðinum. Tað er ikki loyvt at seta í verk arbeiðsteðg, meðan sáttmálin er í gildi.

 

 

 

§6 Bjarging

 

 

Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava dekkari og kokkur ikki rætt til bjargingarløn.

 

 

 

§7 Gildi

Hesin sáttmálitekur við 1.mars 2019. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðssáttmálanum.

 

 

Tórshavn tann 1. mars 2019

 

 

Føroya Fiskimannafelag Sjómannadeild FFs                        Reiðarafelagið fyri Handilsskip