Flogskiparafelag Føroya

 

 

Sáttmáli til prentingar

 


 

Sáttmáli

 

millum

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

og

 

Flogskiparafelag Føroya

 

2019 - 2023

 

 

 

§ 1. Sáttmálaøki

Stk. 1. Sáttmálin er fyri flogmenn, limir í Flogskiparafelag Føroya (stytt FAPA), sum starvast á flogførum hjá felagnum (í hesum førinum Atlantic Airways) ella á flogførum, sum felagið ræður yvir, og sum eru tyngri enn 30 tons.

 

Stk. 2. Sáttmálin er ikki fyri flogmenn, sum eru í leiðandi størvum. Tó skal leiðandi flogmaður samlað sæð ikki hava verri treytir, enn kollektivt eru avtalaðar í hesum sáttmála.

At meta sum flogmenn í leiðandi starvi eru Nominated Person Flight Operations, Chief Pilot, Nominated Person Crew Training og Head of Training.

 

Stk. 3. Sáttmálin hevur við sær, at felagið virðir rættin hjá FAPA at samráðast við felagið vegna sínar limir. Hinvegin kann felagið ikki sýta øðrum samráðingarrætt mótvegis sær.

 

Stk. 4. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.

 

§ 2. Setanarbræv

Stk. 1. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

 

 

§ 3. Setanarøki

Stk. 1. Setanin fevnir um alla flúgving, sum verður útint vegna felagið við flogførum, felagið eigur, leigar ella støðugt hevur til at taka, sí tó § 1, stk 1. Starvið skal útinnast sambært teimum reglum, sum ásettar eru í rakstrarhandbók felagsins, í operationellum fyriskipanum, rakstrarfyriskipanum flogfarsins og leiðbeiningum myndugleikanna.

 

Stk. 2. Flúgving fyri onnur flogfeløg er ikki loyvd uttan felagsins skrivligu góðkenning.

 

Stk. 3. Áløgd flúgving fyri onnur feløg skal útinnast sambært hesum sáttmála. Felagið kann ávísa annað arbeiðsstað.

 

Stk. 4. Verður starvsfólkið av heilsuligum ávum ikki arbeiðsført umborð á flogfari, kann tað verða flutt til umsitingarligt arbeiði.

 

Stk. 5. Starvsfólkið kann við atliti at avmarkingunum í arbeiðstíðini sambært rakstrarhandbók felagsins, verða sett at útinna umsitingarligt arbeiði afturat operativa arbeiðinum.

Stk. 6. Ásetingarnar í hesum sáttmála eru í høvuðsheitum galdandi fyri tænastu á øllum basum, men í serligum førum kunnu tillagingar verða gjørdar. Flogskiparafelag Føroya og Atlantic Airways gera annars uppskot til leiðreglur fyri basaskiftum í styttri ella longri tíðarskeið.

 

Stk. 7. Býtið og tillutan av basum verður gjørt eftir somu leiðreglum, sum bidding ísv. feriu, sí § 15.

 

§ 4. Loyvisbrøv

Stk. 1. Starvsfólkið skal hava tey loyvisbrøv (certifikatir), avvarðandi myndugleiki krevur fyri at útinna tað starv, sum starvsfólkið útinnir fyri felagið. Felagið rindar kostnaðin fyri at útvega, víðka um og halda tann verkliga partin av loyvisbrævinum/próvnum.

 

§ 5. Pass, innfararloyvi o.a.

Stk. 1. Starvsfólkið hevur skyldu til fyri egnan kostnað at útvega og halda egið pass.

 

Stk. 2. Felagið rindar fyri at útvega innfararloyvi, koppseting og líknandi, sum tørvur er á fyri at útinna starvið.

 

§ 6. Starvsbúni

Stk. 1. Starvsfólkið hevur skyldu til at vera ílatið búna, sum felagið krevur, tá tað útinnir sítt starv. Felagið útflýggjar búna sambært skjali B, men starvsfólkið hevur skyldu til at halda búnan.

 

§ 7. Trúskaps- og tagnarskylda

Stk. 1. Starvsfólkið hevur ikki rætt til at bera víðari til óviðkomandi persónar upplýsingar um viðurskifti hjá felagnum, sum tað hevur fingið kunnleika um í starvinum ella sum mugu haldast at vera av trúnaðarligum slag, eitt nú um viðurskifti hjá starvsfólkum hjá felagnum, búskapi, skipan og serligu rakstrarviðurskiftum hjá felagnum.

 

Stk. 2. Starvsfólk, sum groft skaðar umdømið felagsins ella fremur brot á setanarsáttmálan, kann flytast niður ella sigast upp uttan ávaring.

 

§ 8. Tilbúgving

Stk. 1. Í tíðarbilum, har felagið hevur álagt flogmanni at standa tilbúnan (stand-by), skal vera møguligt at koma í samband við flogmannin ígjøgnum fartelefon.

 

Stk. 2. Felagið útvegar fartelefon og rindar haldið. Fyri skiparar rindar felagið tær fyrstu 650 kr. u/mvg tilsamans av hvørjari telefonrokning. Til tess at kunna fáa telefonviðbót er tað ein treyt, at flogmaður hevur fult ræði á telefonini. Telefonviðbótin er 650 kr. u/mvg uttan mun til starvsbrøk.

 

Stýrimenn fáa 4800 kr. í árligari telefonviðbót.

 

Stk. 3. Harafturat rindar felagið internethald fyri flogmenn (skipara og stýrimann), tó í mesta lagi 450 kr. u/mvg.

 

Stk. 4. Um tað eftir áhaldandi royndir í 20 minuttir ikki er møguligt at koma í samband við flogmann, sum hevur stand-by, verður viðkomandi flogmaður trektur 4,25 % av síni mánaðarløn (grundløn).

 

§ 9. Heilsukanning

Stk. 1. Læknakanning í samband við vanliga endurnýgging/víðkan av loyvisbrævi, skal fráðboðast til Flight Ops í seinasta lagi ein mánað frammanundan kanningina og verður roknað sum vanligur arbeiðsdagur.

 

Stk. 2. Felagið rindar neyðugar útreiðslur til ferð og uppihald, sum hava samband við hesa kanning.

 

§ 10. Farloyvi

Stk. 1. Starvsfólkið kann søkja um farloyvi, men tað er felagið, ið einsamalt ger av, hvørt umsóknin kann gangast á møti. Í farloyvistíðini, sum í mesta lagi kann verða tvey ár, stendur lønarstigin í stað.

 

Stk. 2. Verður umsókn um farloyvið gingin í møti, skulu felagið og starvsfólkið gera serstaka avtalu, ið skal undirskrivast av báðum pørtum, ið staðfestir øll neyðug viðurskifti í hesum sambandi.

 

§ 11. Niðursett arbeiðstíð

Stk. 1. Flogmaður kann verða settur í starv við niðursettari arbeiðstíð. Tá arbeitt verður niðursetta tíð, verða arbeiðsdagar, frídagar, ágóðar, skyldur v.m. at rokna lutfalsliga í mun til setanina.

 

§ 12. Útiviðbót

Stk. 1. Meirútreiðslur, ið frávera frá arbeiðsstaðnum hevur elvt til, hevur starvsfólkið rætt til at fáa endurgoldnar sambært ásetingunum í skjali C. Dagpeningur verður roknaður frá 60 minuttir fyri fráferð (off block) og 30 minuttir eftir komu (on block). Steðgur í arbeiðstíðini á arbeiðsstaðnum hevur við sær steðg í rokning av dagpeningi um so er, at meira enn tríggir tímar ganga frá “on block” til “off block”. Felagið veitir harafturat endurgjald fyri útreiðslur til koyring/telefon, og gisting undir fráveruni frá arbeiðsstaðnum.

 

Stk. 2. Gisting undir kravdari fráveru frá arbeiðsstaðnum skal vera á einstaklinga kamari við brúsu, wc og telefon á gistingarhúsi við hóskandi góðskustøði.

 

Stk. 3. Í sambandi við tænastu ella basaskifti við styttri dvøli frá staði, har felagið hevur bundið seg til sáttmálar í longri tíð, kann felagið veita aðra hóskandi gisting enn hotel. Leiðreglur fyri umstøður, samskifti og annað verða gjørdar í samráð við Flogskiparafelagið.

 

Stk. 4. Fær felagið charter ella wetlease sáttmálar um flúgving, ið hava við sær, at flogfar/flogfør og manning skulu stationerast í øðrum londum í eina viku ella longri, kunnu partarnir víkja frá vanliga sáttmálanum, um semja er um hetta.

 

§ 13. Sjúka

Stk. 1. Fyri sjúku galda ásetingarnar í løgtingslóg um starvsmenn.

 

 

§ 14. Arbeiðstíð og frídagar

Stk. 1. Flogmenn fylgja teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð við teimum ískoytum, sum máttu komið orsakað av hesum sáttmála.

 

Stk. 2. Hvør flogmaður hevur rætt til 140 frídagar og 35 feriudagar árliga.

Talið av arbeiðsdøgum árliga fyri hvønn fulltíðarsettan flogmann er sostatt: 365 dagar–140 frídagar–35 feriudagar = 190 arbeiðsdagar.

 

Ein frídagur varar frá midnátt til midnátt. Aftaná ein frídag kann flogmaður í fyrsta lagi schedulerast til at møta kl. 05:00.

 

Teir 140 frídagarnir verða lagdir javnt yvir árið, tó soleiðis at í minsta lagi 11 frídagar liggja mánaðarliga frá mai til september, og 12 frídagar liggja mánaðarliga frá oktober til apríl. Felagið ásetur frídagarnar við fyriliti fyri framleiðsluni.

 

Flogmenn skulu í sambandi við frídagar hava í minsta lagi tríggjar samanhangandi frídagar, tá hetta er gjørligt.

 

Stakir frídagar í arbeiðsætlanini kunnu bert ásetast við samtykki frá flogmanni.

 

Ásettir frídagar kunnu ikki broytast uttan samtykki frá flogmanni.

 

Stk. 3. Flogmaður hevur rætt til 16 vikuskiftir frí um árið íroknað tey vikuskifti, sum liggja í  feriutíðarskeiðnum, tó soleiðis at í minsta lagi eitt vikuskifti um mánaðin er frí vikuskifti.

 

Vikuskiftisfrí merkir samanhangandi frídagar á antin fríggjadag-leygardag-sunnudag ella leygardag-sunnudag-mánadag.

 

Stk. 4. Flogmaður kann umvegis bidding skipanina á crew-portalinum leggja inn ynskir um ávísar frídagar og ávísar túrar. Hesar áheitanir skulu verða givnar í seinasta lagi 2 vikur áðrenn arbeiðsætlan verður givin. Felagið avger, hvussu hesar áheitanir verða gingnar á møti, men skal taka hædd fyri ynskum hjá flogmonnum og miðja ímóti einum jøvnum býti millum flogmenninar.

 

Stk. 5. Undir víðariútbúgving, ið varir meira enn 7 dagar, verður roknað við 2 frídøgum um vikuna. Hesir verða hildnir á staðnum. Hetta er eisini galdandi fyri flogmenn, sum verða umskúlaðir til aðrar flogtýpur. Eftir release koma flogmenn aftur undir ásetingarnar í variablu skipanini.

 

Stk. 6. Felagið skipar fyri viðkomandi leiðsluútbúgving fyri flogmenn. Leiðsluútbúgvingin er uttan útreiðslur fyri flogmannin, men skal liggja á hansara frídøgum.

 

Stk. 7. Hin 1. í hvørjum mánaði ger felagið arbeiðsætlan, sum vísir tænastu næsta kalendaramánaða hjá tí einstaka flogmanninum. Arbeiðsætlanin skal eisini innihalda skeiðsvirksemi, læknaviðtalu o.l., sum krevst í sambandi við starvið.

 

Tá arbeiðsætlanin er útkomin, verða allir frídagar roknaðir sum fastir dagar, eins og tillutaðir frídagar eru at rokna sum fastir frídagar.

 

Stk. 8. Boðast skal frá broyttum arbeiðsdegi í minsta lagi 48 tímar áðrenn uppruna check-in. Er talan um framflyting av check-in, skal hetta fráboðast 48 tímar áðrenn framfluttu check-in tíðina. Broytingar í arbeiðsdegi við minni enn 48 tíma fráboðan kann bert fara fram við samtykki frá flogmanni.

 

Stk. 9. Endurgjald fyri keyptan frídag er annaðhvørt tveir nýggir frídagar, ella ein nýggjur frídagur og 4,25 % av mánaðarlønini (grundlønini), ella 8,5 % av mánaðarlønini (grundlønini). Flogmaður skal geva sítt samtykki í hvørjum einstøkum føri.

 

Um flogmaður hevur játtað, og check-in sambært arbeiðsætlanini er áðrenn kl. 05:00 aftaná ein frídag, fær flogmaðurin antin ein nýggjan frídag, ella hann fær dagin endurgoldnan við lutfallinum 1:1.

 

Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verða mistir frídagar, sum eru mistir upp til 2 dagar aftaná, flúgvingin er uppafturtikin, endurgoldnir við lutfallinum 1:1.

 

§ 15. Feria

Stk. 1. Frítíð er eftir løgtingslóg um frítíð við løn við teimum broytingum, sum ásettar eru í hesi grein.

 

Stk. 2. Frítíðin er 35 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars. Flogmaður leggur frítíðarynski inn umvegis virkandi frítíðarskipan. Tillutan og býti av frítíð millum flogmenn fer fram í tøttum samstarvi millum LTP/OPS og FAPA.

 

Stk. 3. Bidding til feriu í tíðarskeiðnum frá 1. mai og 30. september er møguligt frá 1. januar og skal verða liðug 1. mars og býtið av feriu verður leysgivið 15. mars.

 

Bidding til feriu í tíðarskeiðnum frá 1. oktober til 30. apríl er møguligt frá 1. apríl og skal verða liðug 15. august og býtið av feriu verður leysgivið 1. september.

 

Stk. 4. Áðrenn feria byrjar verður flogmaður scheduleraður til check-out á heimabasu seinast klokkan 18.00, og eftir feriu verður flogmaður scheduleraður til check-in í fyrsta lagi klokkan 12.00.

 

Eru seinkingar í flogferðsluni, og flogmaður ikki kann hava check-out áðrenn kl. 18.00, verður ikki latið endurgjald, uttan so at seinkingin fer út um kl. 00.00.

 

Stk. 5. Flogmenn verða býttir í tríggjar eins stórar bólkar, har feria í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august verður soleiðis:

-   Flogmaður í bólki 1 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. juni til 30. juni.
-   Flogmaður í bólki 2 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. juli til 31. juli.
-   Flogmaður í bólki 3 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. august til 31. august

 

Tann 1. januar á hvørjum ári fara pilotar í bólki 1 í bólk 2, pilotar í bólki 2 fara í bólk 3 og pilotar í bólki 3 fara í bólk 1.

Av samlaðu feriudøgunum hjá øllum flogmonnum í starvi hjá felagnum verða 10,75 % tillutaði í tíðarskeiðnum, tá føroyskir skúlar halda summarfrí. Dagarnir verða býttir millum skiparabólkin og stýrimansbólkin, soleiðis sum lutfallið er millum hesar bólkar. Tillutan og býti millum einstakar flogmenn verður skipað í mun til galdandi biddingskipan.

 

Stk. 6. Hava flogmenn ikki biddað allar teir 10 feriudagarnar, teir hava rætt til, í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august, kunnu helvtin av hesum døgum latast øðrum flogmanni, um viðkomandi flogmaður upprunaliga hevur biddað fleiri enn 10 dagar.

 

Stk 7. Omanfyrinevnda summarferiuskipan er galdandi fyri flogmenn í føstum starvi, sum starvast 80 % ella meira av fullari tíð. Fyri flogmenn, sum ikki arbeiða fulla tíð, verður tal av feriudøgum rokna lutfalsliga.

 

§ 16. Freelance Flogmenn

Avtalur kunnu gerast við freelance flogmenn, sum einans verða fevndir av ásetingunum í skjali D. Tó skal talið av freelance flogmonnum í tíðarskeiðnum 31. oktober til 31. mars avmarkast til í mesta lagi 15 % av talinum av flogmonnum í føstum starvi. Undir serligum umstøðum kunnu felagið og FAPA gera semju um frávik.

 

 

§ 17. Uppsøgn

Stk. 1. Uppsagnarfreistirnar eru hesar:

 

Starvstíð                    Freist hjá felagnum

 

0 – 6 mánaðir           1 mánaði

6 mðr – 3 ár              3 mánað

3 - 6 ár                       4 mánaðir

6 - 9 ár                      5 mánaðir

Yvir 9 ár                    6 mánaðir

 

Stk. 2. Fevnir arbeiðið um typuumskúling, bindir starvsfólkið seg til at halda fram í starvinum í minst 3 ár. Sigur starvsfólkið upp avtaluna við virknað áðrenn 36 mánaðar aftaná, tað tók við starvinum, bindur tað seg til at rinda felagnum eina endurgjaldsupphædd ájavnað við tali á eftirverandi mánaðum falda við 1/36 av teimum útreiðslum, felagið hevur hildið í samband við umskúlingina av avvarðandi starvsfólki. Royndartíðin er íroknað hesum tíðarskeiði.

 

Stk. 3. Stendur starvsfólkið ikki tær neyðugu royndirnar/umskúlingarnar, kann tað uttan ávaring siga seg úr starvi ella verða sagt úr starvi uttan ávaring.

 

Stk. 4. Starvsetanin heldur uppat uttan ávaring í seinasta lagi, tá tann mánaðurin endar, starvsfólkið fyllir 65 ár.

 

Stk. 5. Um tað vegna størri broytingar í framleiðslumynstri felagsins gerst neyðugt at siga upp fleiri flogmonnum, sum eru limir í FAPA, hevur felagið skyldu til at kunna FAPA og geva FAPA eina freist uppá í minsta lagi tvær vikur at koma við møguligum viðmerkingum til ætlaðu uppsøgnirnar, áðrenn tær verða settar í verk.

 

§ 18. Løn og eftirløn

Stk. 1. Lønin er sum ásett í lønartalvunum sambært skjali Askjølunum A1 og A2. Lønarhækkingin hin 1. apríl 2018 2019 er 2,33,26 %, og lønarhækkingin hin 1. apríl 2020 er 2,56 %.

 

Hin 1. apríl 2021 og hin 1. apríl 2022 hækkar lønin við sama lutfalli sum hækkingarnar í høvuðssáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag ávíkavist 1. mai 2020 og 1. mai 2021.

 

Stk. 3. Lønarhækking vegna hækking í starvsaldri fer fram eina ferð um árið. Starvsaldurin fyri stýrimenn steðgar, tá hann er komin upp til 10. starvsaldur. Kortini kann skipari, sum má taka við stýrimansarbeiði vaksa um starvsaldurin sambært lønartalvuna. Stýrimaður, ið verður tilnevndur skipari, flytir starvsaldur upp til 5 ár við sær yvir á skiparatalvuna.

 

Stk. 4. Felagið rindar eftirlønargjald av grundlønini, tá starvsfólkið hevur verið eitt ár í starvi hjá felagnum.

 

§ 19. Tryggingar

Stk. 1. Felagið teknar og rindar fyri allar lógkravdar tryggingar.

 

Stk. 2. Felagið teknar og rindar eisini vanlukkutrygging, sum fevnir um bæði arbeiðstíð og frítíð fyri eina upphædd upp á eina millión krónur við avlamni og eina millión við deyða.

 

Stk. 3. Felagið teknar, rindar og heldur viðlíka “loss of license” trygging upp á 3,5 milliónir krónur inntil starvsfólkið fyllir 60 ár.

 

Stk. 4. Felagið teknar, rindar heldur viðlíka viðgerðartrygging (Mølholm Forsikring) fyri flogmenn í føstum starvi.

 

§ 20. Nevndarlimir

Stk. 1. Flogmaður, sum er valdur í nevnd Flogskiparafelags Føroya, hevur rætt til at fáa frí at fremja felagsarbeiði í givnum førum í sambandi við sáttmálasamráðingar ella arbeiðsósemju.

Flogskiparafelag Føroya skal altíð halda felagið kunnað um, hvør nevndarlimur er í Flogskiparafelag Føroya, tó í mesta lagi 3 fólk.

 

Stk. 2. Nevndin velur ein av nevndarlimunum til álitisfólk, og boðar felagnum frá hesum. Hinir báðir nevndarlimirnir eru varaálitisfólk. Álitisfólkið hevur hesar arbeiðsuppgávur:

 

a. Álitisfólkið skal hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður.
b. Arbeiðsgevarin skal hava skrivliga fráboðan um, hvørji eru vald sum álitisfólk.
c. Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk lagsbrøðranna við arbeiðsgevaran ella umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á plássinum. Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði á arbeiðsplássinum.
d. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.
e. Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna. Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.
f. Álitisfólk skal fáa frí uttan løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisfólkastarvið. Arbeiðsgevari skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.
g. Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall, skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.
h. Broytingar í hesi álitisfólkaskipan kunnu bert gerast í samband við sáttmála-tingingar.

 

Stk. 3. Uppsagnartíðin hjá nevndarlimi, heruppií álitisfólkinum, er sambært sáttmálanum, umframt at nevndarlimur fær goldið 1 mánaðarløn eyka. Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari orsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi, er sama galdandi fyri nevndarlimir sum fyri vanligar flogmenn annars.

 

Stk. 4. Verður ósemja um uppsøgn av nevndarlimi, verður hon at viðgera í eini nevnd við einum limi frá hvørjum sáttmálaparti umframt einum limi, sum sáttmálapartarnir velja saman.

Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast nevndaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur nevndin tað endurgjald, sum hann verður at rinda nevndarliminum.

Støddin av hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn eina upphædd svarandi til 3 mánaðarlønir á stig 1 í viðkomandi bólki.

 

 

§ 21. Arbeiðssteðgur

Stk. 1. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk 2 til stk. 6.

 

Stk. 2. Fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal vera skrivlig og latin mótpartinum minst 14 dagar undan arbeiðssteðginum.

 

Stk. 3. Fráboðanin, sum nevnd er í stk. 2, skal greiða frá, hvønn arbeiðssteðg talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.

 

Stk. 4. Arbeiðssteðgur kann hvørki fráboðast ella setast í verk, meðan sáttmálin er í gildi ella – um sáttmálin er farin úr gildi - so leingi samráðingar um nýggjan sáttmála ikki eru endaðar. Samráðingarnar eru ikki endaðar fyrrenn semingsstovnurin hevur viðgjørt málið sambært reglunum í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um Semingsstovn við seinni broytinum, og henda viðgerð hjá semingsstovninum er at enda komin.

 

Stk. 5. Tá ið arbeiðssteðgurin er av, fer hvør flogmaður til arbeiðis aftur, har hann starvaðist beint undan ósemjuni, og tað áliggur báðum pørtum at gera sítt til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur.

 

Stk. 6. Arbeiðssteðgur fevnir ikki um

limir í FAPA, sum ikki eru fevndir av hesum sáttmála
limir í FAPA, sum eru fevndir av hesum sáttmála, um arbeiði teirra er neyðugt fyri at gera samráðingarnar lidnar og steðga ósemjuni
limir, sum eftir avtalu partanna millum ikki skulu fara í arbeiðssteðg

 

§ 22. Semingsstovnurin

Stk. 1. Koma partarnir ikki ásamt um nýggjan sáttmála, eru partarnir samdir um, at semingsstovnurin, skipaður í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um Semingsstovn við seinni broytingum, skal vera kompetentur at viðgera málið.

 

Stk. 2. Partarnir binda seg til at ganga undir tær reglur, sum eru ásettar í lógini, nevnd í stk. 1.

 

§ 23. Gildiskoma og uppsøgn

Stk. 1. Sáttmálin fær gildi 1. apríl 2019 og kann sigast upp við 3 mánaða freist til ein 31. mars, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi 31. mars 2023.

 

Stk. 2. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, verður sáttmálin verandi í gildi til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum í § 20.

 

Stk. 3. Í sáttmálatíðarskeiðnum binda partarnir seg til í góðum samstarvsanda at taka mál upp til viðgerðar, sum annar ella báðir partar ynskja at viðgera til tess at fremja trivnað og kappingarføri felagsins. Í hesum er eisini gjørt rúm fyri, at ein fylgibólkur kann eftirmeta nýggju arbeiðsskipanina og taka aðrar fakligar spurningar upp til viðgerðar.

 

 

 

 

Tórshavn, tann 30. mars 2019

 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag              Flogskiparafelag Føroya

 

Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari               Johan Vágadal, formaður

 


 

Skjal A1

Lønartalva flogmenn - 1. apríl 2019 til 1. apríl 2020

   
     

 

Flogskiparar

Stýrimenn

 

stig

kr

kr

0

0

28.024

1

51.735

34.491

2

54.771

36.955

3

57.810

39.415

4

60.849

44.346

5

63.805

46.808

6

65.941

48.862

7

68.076

50.502

8

69.389

51.323

9

70.703

52.145

10

71.852

52.802

11

73.004

53.458

12

74.152

54.114

13

74.974

 

14

75.549

 

15

76.121

 

16

76.674

 

17

77.227

 

18

77.781

 

19

78.334

 

20

78.888

 

21

79.441

 

22

79.993

 

23

80.547

 

24

81.100

 

25

81.653

 

 

   

3,26%

lønarhækking 1. apríl 2019

15% í eftirløn

 

 

Skjal A2

Lønartalva flogmenn - 1. apríl 2020 til 1. apríl 2021

   
     

 

Flogskiparar

Stýrimenn

 

stig

kr

kr

0

0

28.741

1

53.059

35.374

2

56.173

37.901

3

59.290

40.424

4

62.407

45.481

5

65.438

48.006

6

67.629

50.113

7

69.819

51.795

8

71.165

52.637

9

72.513

53.480

10

73.691

54.154

11

74.873

54.827

12

76.050

55.499

13

76.893

 

14

77.483

 

15

78.070

 

16

78.637

 

17

79.204

 

18

79.772

 

19

80.339

 

20

80.908

 

21

81.475

 

22

82.041

 

23

82.609

 

24

83.176

 

25

83.743

 

 

   

2,56%

lønarhækking 1. apríl 2020

15% í eftirløn


Skjal B

 

REGLUGERÐ UM STARVSBÚNAR  (Flogmenn).

 

 

 

Latið   1. ferð:                        Endurnýggjan:

 

Jakki    1 stk                1 stk. hvørt 2. ár

 

Buksur 3 stk                2 stk. hvørt 2. ár

 

Kasjett 1 stk                1 stk. hvørt 2. ár

 

Skjúrtur 5 stk                4 stk. hvørt ár

 

Frakki  1 stk                eftir tørvi

 

Slips    2 stk

 

Veingir 2 stk

 

Eisini verður veitt eitt árligt ískoyti til skógvar og brillur á max 2.000 DKK tilsaman.

 

 

 

Skjal C

 

Dagpengar

 

DAGP- OG TÍMAPENINGUR.

 

 

Tìðarskeið í tímum                              kr.

0          2.59                             0

3          8,59                             277

9          23,59                           530

 

24        32,59                           783

33        47,59                           1036

 

48        56,59                           1289

57        71,59                           1542

 

72        80,59                           1795

81        95,59                           2048

 

96        104,59                         2301

105      119,59                         2554

 

120      128,59                         2807

129      143,59                         3060

 

144      152,59                         3313

153      167,59                         3566

 

168      176,59                         3819

177      191,59                         4072

 

192      200,59                         4325

201      215,59                         4578

 

216      224,59                         4831

225      239,59                         5084

 

240      248,59                         5337

249      263,59                         5590

 

264      272,59                         5843

273      287,59                         6096

 

288      296,59                         6349

297      311,59                         6602

 


 

Skjal D

 

Flogmenn í freelance starvi

 

Stk. 1. Freelance flogmenn kunnu ikki setast sum skiparar.

 

Stk. 2. Certifikatið hjá flogmanni í avtalutíðarskeiðnum, sum er ásett í sáttmálanum millum felagið og freelance flogmannin, verður hildið ajour í mun til lógarkravdu útbúgvingina, venjing, simulator og medical.

 

Stk. 3. Freelance flogmaður fær fyri hvønn arbeiðsdag 0,86 % av árslønini (grundløn) fyri stýrimann á lønarstigi 0 í skjali A. Ein arbeiðsdagur er frá 00:00 til 23:59. Um arbeitt verður færri enn 8 tímar, verður tó goldið eitt dagsgjald, hóast farið verður um 23:59. Lønin verður útgoldin seinast í mánaðinum sum A-inntøka umvegis skattaskipanina.

Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verður endurgjald ikki latið, um check-út á heimabasu er eftir 23:59.

 

Stk. 4. Teir dagar, tá freelance pilotur er til typuskeið, verður onki dagsgjald veitt, men dagpeningur verður latin eftir stk. 5.

 

Stk. 5. Ferðaendurgjald og dagpengar verða goldin seinast í mánaðinum sambært skjali C í hesum sáttmála.

Freelance flogmaður fær kr. 400 í telefonpeningi um mánaðin.

Goldið verður 12 % í frítíðarløn av dagslønini. Frítíðarløn verður ikki goldin av ferðaendurgjaldi og dagpeningi.

 

Stk. 6. Felagið teknar arbeiðsskaðatrygging, heiltíðarvanlukkutrygging og loss-of-license trygging.

 

Stk. 7. Freelance flogmaður kann keypa ID ferðaseðlar sambært innanhýsis reglum hjá Atlantic Airways.

 

Stk. 8. Arbeitt verður sambært teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð.

 

 


 

2.Lokalavtala um setanar- og metingarnevnd

 

Innanhýsis mannagongd fyri setanar- og metingarnevnd í Atlantic Airways

1) Á Atlantic Airways er ein setanar- og metingarbólkur (Crew Recruitment and Evaluation Board) við hesum umboðum:

HR- Manager, Flight Operation Manager or deputy, Crew Training Manager or deputy, Chief Pilot or deputy og eitt umboð fyri flogmenninar. HR- Manager er formaður í nevndini.

2) Setanar- og metingarnevndin skal gera innstillingar til leiðsluna í málum viðvíkjandi

  • setanum, heruppií tilnevning av skiparum
  • uppsagnum í sambandi við kapacitetstillagingar, og ikki tá talan er um flogmansins mishald av setanartreytum og røkt av starvinum annars,
  • førleikamenning/víðariútbúgving í sambandi við nýggj flogfør ella nýggjar uppgávur.

Leiðslan í Atlantic Airways hevur endaligu avgerðina og ábyrgdina í nevndu málum.

3) Í sambandi við málini nevnd í pkt. 2) verða innstillingar fyrst gjørdar við støði í starvsaldrinum hjá Atlantic Airways, ið verður ásettur sambært skjali 1.

Síðani verður støði tikið í hesum punktum:

  • serligar royndir, sum eru viðkomandi í mun til ítøkiliga málið
  • serstøk operationel ella administrativ atlit í mun til ítøkiliga málið
  • persónlig avrik
  • royndir og tal av flogtímum annars
  • hugburð til arbeiðsuppgávur og arbeiðspláss

Hevur felagið í sambandi við avgerð sína frávikið starvsaldrinum, skal felagið bjóða viðkomandi flogmanni eina starvsfólkasamrøðu, har felagið greiðir frá avgerðini, sum skal vera saklig. Flogmaður kann krevja eina skrivliga grundgeving fyri avgerðini.

4) Til tess at hava neyðuga grundarlagið til at meta um avrik, royndir og hugburð hjá flogmanni setur leiðslan á Atlantic Airways í verk regluligar starvsfólkasamrøður. Starvsfólkasamrøðurnar verða í vanligum førum hildnar annað hvørt ár, fyrstu ferð í 2012.

5) Øll mál, sum verða viðgjørd í setanar- og metingarnevndini, verða viðgjørd í trúnaði.

6) Um felagið innan 8 mánaðir, eftir at flogmaður er sagdur úr starvi, aftur hevur tørv á flogmonnum, bjóðar felagið uppsøgdu flogmonnunum starv aftur, treytað av, at talan er um uppsagnir fevndar av pkt. 2) 

7) Henda innanhýsis mannagongd kann takast upp til viðgerðar millum leiðsluna í Atlantic Airways og Flogskiparafelag Føroya í sambandi við samráðingar um sáttmálan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Váttað hin 30. mars 2019

 

Fyri Atlantic Airways                             Fyri Flogskiparafelag Føroya

Jóhanna á Bergi                                      Johan Vágadal

 

Skjal 1: Áseting av lista yvir starvsaldur

Tá starvsaldur verður roknaður, verður bert tíðin í starvi sum flogmaður tikin við.

Við starvssetan verður flogmaður settur á starvsaldurslistan yvir flogmenn hjá felagnum. Verða fleiri flogmenn settir í starv samstundis, verður flogmaður við flest flogtímum settur fyrst á listan. Eru teir framhaldandi javnir, verða teir settir á starvsaldurslistan eftir lutakasti.

Listin yvir starvsaldur verður dagførdur eftir tørvi, tó í minsta lagi eina ferð um árið. Dagfesting skal vera á listanum, sum verður dagførdur av Atlantic Airways og sendur setanar- og metingarnevndini í seinasta lagi 1. februar. Um ivi er um listan, verður hann viðgjørdur av setanar- og metingarnevndini, sum hevur endaligu avgerðina.

Um leiðslan flytir flogmann í annað starv hjá Atlantic Airways, og hetta er orsakað av umstøðum, starvsfólkið ikki hevur ávirkan á ella skyld í, veksur starvsaldurin sum vanligt. Tíðarskeiðið skal vera ásett við skrivligari avtalu millum flogmann og leiðslu.

Fer flogmaður í farloyvi, byrjar hann aftur á sama stigi, tá hann kemur úr farloyvi, sum hann var á, tá farloyvið byrjaði.

Um flogmaður sigur seg úr starvi, og síðan seinni kemur í starv aftur hjá Atlantic Airways, byrjar hann av nýggjum niðast á starvsaldurslistanum.