Flogternur hjá Atlantic Airways

 

►Sáttmáli til prentingar

 

Sáttmáli 

millum 

Starvsmannafelagið

og

Føroya Arbeiðsgevarafelag

fyri

Flogternur hjá P/F Atlantic Airways

 
 
November 2018
 
 

1. partur: Almennar reglur

 

 

§1. Sáttmálaøki

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um kabinustarvsfólk (hereftir nevnd “starvsfólkið”) hjá P/F Atlantic Airways (hereftir nevnt “felagið”), sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Undantiknar eru tó flogternur, sum røkja leiðandi ella fyrisitingarligar uppgávur.  

 

Stk. 2 Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, ella annar parturin ber seg undan tingingum, verður farið fram eftir galdandi lóg um seming.

 

Stk. 3. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.

 

§2. Setan

Stk. 1. Størv, sum verða sett, skulu sum meginregla lýsast leys innanhýsis og/ella alment.

 

Stk. 2. Allar starvssetanir skulu, áðrenn setan, leggjast fyri felagsálitisfólkið til kunningar, soleiðis at høvi verður at kanna, um allar ásetingar samb. sáttmálanum eru yvirhildnar.

 

Verða fólk sett uttan at starvið er lýst leyst, skal frágreiðing latast felagsálitisfólkinum til kunningar.

 

Stk. 3. Tá nýtt fólk verður sett í starv sambært hesum sáttmála, verður skipað fyri einum fundi millum starvsfólkið og felagsálitisfólkið sum partur av innføringini í starvið. Endamálið við fundinum er at geva felagsálitisfólkinum høvi at kunna um limaskap í Starvsmannafelagnum. Hesin fundur verður hildin, áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað.

 

Stk. 4. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

 

§3. Starvsviðurskifti

Stk. 1. Arbeiðsstaðurin (homebase) hjá starvsfólkunum verður ásettur í setanarpróvnum, og kann broytast sambært teimum freistum, sum eru ásettar í §6, stk. 1.

 

Stk. 2. Arbeiðið er at taka lut í allari flúgving, sum fer fram fyri felagsins rokning við flogførum, ið felagið eigur, leigar ella støðugt hevur til taks. Arbeiðast skal sambært reglunum í rakstrarhandbók og rakstrarfyriskipanum felagsins, rakstrarfyriskipanum fyri flogfarið og myndugleikakrøvum.

 

Stk. 3. Flúgving fyri onnur feløg, sum felagið gevur boð um, fer fram eftir hesum sáttmála. Felagið kann tá áseta annan arbeiðsstað enn tann, sum ásetur er sambært stk. 1.

 

Stk. 4. Tá talan er um útstationering og fyribils tænastustað hjá starvsfólki við føstum tænastustaði í Vágum ella Danmark, er skjal C galdandi.

Tá talan er um setan í fast starv við øðrum føstum tænastustaði enn Vágar ella Danmark, eru feløgini samd um, at leiðsla og starvsfólk gera sínámillum egnar avtalu um setanartreytir, løn og arbeiðstíð.

 

Stk. 5: Fær felagið charter ella wetlease sáttmálar um flúgving, ið hava við sær, at flogfar/flogfør og manning skulu stationerast í øðrum londum í eina viku ella longri, kunnu partarnir víkja frá vanliga sáttmálanum, um semja er um hetta.

 

Stk. 6. Við atliti til avmarkingar í arbeiðstíðini í rakstrarhandbók felagsins, við atliti til minking í tørvinum á flogternum annars, ella um starvsfólkið av heilsuorsøkum ikki kann arbeiða umborð á flogfari, kann felagið í samráð við starvsfólkið seta viðkomandi til fyrisitingarligt ella annað arbeiði. Starvsfólkið, sum verður sett til annað fyrisitingarligt arbeiði, skal hava løn eftir sama sáttmála, sum tey, ið vanliga røkja hetta arbeiði.

 

Stk. 7. Starvsfólkið skal hava tey próvskjøl, sum avvarandi myndugleikar krevja til at útinna tað arbeiði, sum tað er sett til í felagnum. Felagið ber kostnaðin av at fáa til vega, víðka ella halda viðlíka tann praktiska partin av próvnum.

 

Stk. 8. Læknakanningar, sum skulu verða gjørdar av flúgvilækna, í samband við endurnýgging/víðking av vanligum prógvi, skal “Flight Ops.” hava boð um í minsta lagi 1 mánaða frammanundan kanningini og verður so lagt til rættis sum ein vanligur arbeiðsdagur. Tó so at starvsfólkið fær ta neyðugu hvíldina undan kanningini. Kostnaðurin í samb. við ferð til og frá flúgvilækna og uppihald í tí sambandi verða goldin av felagnum.

 

Stk. 9. Starvsfólkið skal fyri egnan kostnað útvega sær pass. Felagið ber kostnaðin av at útvega visum (innfararloyvi) eina og av koppsetingum o.tl., sum er neyðugt í sambandi við arbeiðið.

 

Stk. 10. Starvsfólkið hevur skyldu til at vera í starvsbúna í arbeiðinum, soleiðis sum felagið fyriskipar. Felagið letur klæðini, men starvsfólkið skal sjálvt halda tey við líka.

 

Stk. 11. Starvsfólkið skal ikki bera víðari til óviðkomandi nakað, sum tað hevur fingið at vita frá felagnum um viðurskifti tess, ella sum má haldast at vera sagt í trúnaði. Her verður m.a. hugsað um felagsins starvsfólk, fíggjar- og skipanarviðurskifti og serlig rakstrarviðurskifti.

 

Stk. 12. Í tíðarbilum, har felagið hevur álagt starvsfólkinum at standa tilbúgvið (standby), skal vera møguligt at koma í samband við starvsfólkið gjøgnum telefon/internet. Felagið rindar tær fyrstu 400 kr. tilsamans av hvørjari telefon/internetrokning fyri hvønn mánaða. Til tess at kunna fáa samskiftisviðbót er tað ein treyt, at starvsfólkið hevur fult ræði á telefonini. Samskiftisviðbótin er 400 kr. uttan mun til starvsbrøk. Um tað ikki er gjørligt at koma í samband við starvsfólk, sum er stand by, verður viðkomandi starvsfólk trekt fyri eina dagløn.

 

Stk. 13. Starvsfólkið skal kunna møta á arbeiðsstaðnum í seinasta lagi 1 tíma aftaná at hava fingið boð.

 

Stk. 14. Tilbúgvingartíðarskeiðið verður ásett av “OPS/Schedulering”

 

§4. Álitisfólk og nevndarlimir

Stk. 1. Á hvørjum arbeiðsstaði (operativari basu) skal álitisfólk veljast. Atlantic Airwaysskal hava fráboðan, so skjótt álitisfólkaval hevur verið.

 

Stk. 2. Álitisfólk og nevndarlimir í Starvsmannafelagnum kunnu ikki verða uppsøgd uttan, at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar á fundi millum felagið og Starvsmannafelagið. Henda viðgerð hevur tó ikki uppsetandi virkna.

 

Stk. 3. Til álitisfólk kann bara veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á viðkomandi arbeiðsstaðið í minsta lagi í 1 ár, uttan so at tað av serligum umstøðum gerst neyðugt at víkja frá hesum.Álitisfólk verða vald fyri tvey ár í senn.

 

Stk. 4. Álitisfólkini skulu ansa eftir, at lógir, reglur og sáttmálar, sum eru galdandi fyri starvsøki hjá Atlantic Airways, verða yvirhildnar, eins og hesi skulu virka fyri, at samstarvið millum starvsfólk og leiðslu er so gott sum gjørligt.

 

Stk. 5. Álitisfólkini velja sínamillum eitt felagsálitisfólk og varaumboð, sum hava dagliga samskifti við leiðsluna. Felagsálitisfólkið fær frí eftir tørvi uttan lønarmiss í sambandi við ósemjur og sáttmálatingingar.

 

Stk. 6. Í sambandi við setan, flyting ella uppsøgn, skal felagsálitisfólkið hava boð um hetta í góðari tíð, soleiðis at felagsálitisfólkið hevur havt møguleika fyri at viðgerða hetta við álitisfólkinum.

 

Stk. 7. Um starvsfólk er valt í nevnd Starvsmannafelagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum, arbeiðsósemju og til álitisfólkafundir. Harumframt fáa nevndarlimir frí uttan lønarmiss 1 dag um mánaðin til felagsarbeiði.

 

Stk. 8. Tann, sum verður vald/ur til formann í Starvsmannafelagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur Atlantic Airways at hava starv til viðkomandi, tá

formanstíðin er úti.

 

Stk. 9. Tá álitisfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer Atlantic Airways at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í Starvsmannafelagnum.

 

Stk. 10. Álitisfólk skulu hava rætt at koma saman til felagsfund 2 ferðir um árið uttan lønarmiss.

 

Stk. 11. Felagið flytir limagjald til Starvsmannafelagið fyri starvsfólkið, samstundis sum fasta mánaðarliga lønin verður flutt.

 

§5. Fyribilshjálp og avloysarar

Stk. 1. Starvsfólk, ið verða sett til fyribilsarbeiði ella avloysing fyri annan, verða lønt á sama hátt sum fast starvsfólk á tí lønarstigi, tey høvdu fingið, um talan var um setan í fast starv.

 

Stk. 2. Sum fyribilsarbeiði er at skilja arbeiði, sum ikki varar longur enn í mesta lagi 6 mánaðir, undantikið tíðina, sum nýtt verður til útbúgving. Verður arbeitt meira, er talan um vanligt starv við starvsaldri og vanligari uppsagnarfreist frá fyrsta starvsdegi.

 

Stk. 3. Sum avloysari er at skilja starvsfólk, sum arbeiðir fyri annað navngivið starvsfólk, sum vegna sjúku, barnsburð ella farloyvi, ikki er í starvi. Er ikki tilskilað í setanarbrævi í sambandi við avloysing, hvønn viðkomandi avloysir, er starvið at meta sum vanligt starv við vanligari uppsagnartíð frá fyrsta starvsdegi.

 

§6. Uppsøgn

Stk. 1. Uppsagnarfreistirnar eru sum niðanfyri ásett til tann fyrsta í einum mánaða.

Starvstíð                     Starvsfólkið                Felagið

0-3 mánaðir                 14 dagar                      14 dagar

3-6 mánaðir                 1 mánaði                     1 mánaði

½ - 3 ár                        1 mánaði                      3 máðaðir

Yvir 3 ár                      1 mánaði                      5 mánaðir

 

Stk. 2. Um so er, at starvsfólkið ikki klárar tær royndir og umskúlingar, sum neyðugar eru í sambandi við arbeiði, kann tað sigast upp ella sjálvt siga upp til at fara úr arbeiði beinanvegin.

 

§7. Sjúka

Undir sjúku verða reglurnar í løgtingslóg um starvsmenn fylgdar.

Tá flogterna er sjúk, fær hon tær viðbøtur, sum hon sambært arbeiðsætlanini átti at fingið, um hon var til arbeiðis. Skjal B er ikki fevnt av hesi áseting.

 

§8 Barnferð

Stk. 1. Barsilsfarloyvi verður hildið sambært løgtingslóg um barsil.

Stk. 2. Ongar viðbøtur verða givnar í tí tíðarskeiðnum, starvsfólk eru í barnsburðarfarloyi.

 

 

§ 9. Eftirsitiløn

Stk. 1 Um starvsfólk, ið er lønt eftir hesum sáttmála, doyr, meðan tað er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/samlivandi ella børn undir 18 ár, sum tað hevur skyldu til at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnartíðina, minst 3 mánaðar tó hægst 5 mánaðar.

 

Stk. 2 Eftirsitiløn er miðaltalið av fullu lønini seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur arbeitt fulla tíð. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað uppí eftirsitilønina.”

 

§ 10 Farloyvi

Stk. 1. Starvsfólkið kann søkja um farloyvi uttan løn, men tað er felagið, ið ger av, hvørt umsóknin kann gangast á møti. Í farloyvistíðini, sum í mesta lagi kann verða eitt ár, stendur lønarstigin í stað.

 

Stk. 2. Verður umsókn um farloyvi gingin í møti, skulu felagið og starvsfólkið gera serstaka avtalu, ið skal undirskrivast av báðum pørtum, ið staðfestir øll neyðug viðurskifti í hesum sambandi.

 

 

§ 11 Frítíð

Frítíðin verður vunnin og hildin sambært reglunum í løgtingslóg um frítíð við løn.

 

§12 Eftirløn og lívstrygging

Stk. 1. Flogternur fáa eftirløn frá Atlantic Airways, tá tær verða settar í fast starv.

 

Felagið letur 8 %        Starvsfólkið letur 4%.

 

Eftirløn verður eisini roknað av viðbót fyri blocktímar.

 

Stk. 2. Møguleiki er hjá starvsfólkunum at velja ímillum at tekna lívstrygging eftir egnum ynski (tryggingar- og uppsparingarpartur) ella stovna kapitaluppsparing í peningastovnunum (har møguleiki eisini er fyri at tekna tryggingar).

 

§13 Reglur um ferða- og dagpening

Stk. 1. Fyri at vera aðrastaðni enn á arbeiðsstaðnum fær starvsfólkið endurgjald fyri teir meirkostnaðir, sum standast av hesum, samb. skjal B. Dag- og tímapeningur verður roknaður frá tí, at arbeiðstíðin byrjar, til hon er liðug. Kemur steðgur í arbeiðstíðina á arbeiðsstaðnum, steðgar dag- og tímapeningsútrokningin, um so er, at tað eru meira enn 3 tímar frá “on-block” til “off-block”. Harumframt endurrindar felagið fyri koyring og telefon í samband við arbeiðið og útreiðslur fyri innivist burturi frá arbeiðsstaðnum.

 

Stk. 2. Tá neyðugt er at gista aðrastaðni enn á arbeiðsstaðnum, skal felagið standa fyri innivist á einkultkamari við brúsubað, wc og telefon og annars á gistingarhúsi á vanligum góðkendum støði ella í hóskandi íbúð (crew base).

 

2. Partur: Arbeiðstíð

 

§14 Arbeiðsskipan og arbeiðstíðin  -  Galdandi frá 1. januar 2017

Stk. 1. Starvsfólkini fylgja teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð við teimum ískoytum, sum máttu komið orsakað av hesum sáttmála.

 

Stk. 2. Hvør flogterna hevur rætt til 132 frídagar og 35 feriudagar árliga.

Talið av arbeiðsdøgum árliga fyri hvørja fulltíðarsetta flogternu er sostatt: 365 dagar–132 frídagar–35 feriudagar = 198 arbeiðsdagar /standby dagar.

Teir 132 frídagarnir verður lagdir javnt yvir árið, tó soleiðis at í minsta lagi 10 frídagar liggja í hvørjum kalendaramánaða. Felagið ásetur frídagarnar við fyriliti fyri framleiðsluni.

Í minsta lagi 2 frídagar skulu liggja saman, men tó kunnu stakir frídagar í arbeiðsætlanini ásetast við samtykki frá flogternu.

 

Stk. 3. Starvsfólk í fulltíðar starvið hava rætt til 14 vikuskiftir frí um árið íroknað tey vikuskifti, sum liggja í feriutíðarskeiðnum, tó soleiðis at í minsta lagi eitt vikuskifti um mánaðin er frívikuskifti.

Vikuskiftisfrí merkir samanhangandi frídagar á antin fríggjadag-leygardag-sunnudag ella leygardag-sunnudag-mánadag.

Starvsfólk kunnu leggja inn ynskir um ávísar frídagar og ávísar túrar. Hesar áheitanir skulu verða givnar í seinasta lagi 2 vikur áðrenn arbeiðsætlan verður givin. Felagið avgerð, hvussu hesar áheitanir verða gingnar á møti, men skal taka hædd fyri ynskum hjá starvsfólkum og miðja ímóti einum jøvnum býti millum starvsfólkini.

 

Hin 15. í hvørjum mánaði ger felagið arbeiðsætlan, sum vísir tænastu næsta kalendaramánaða hjá tí einstaka starvsfólkinum. Arbeiðsætlanin skal eisini innihalda skeiðsvirksemi, læknaviðtalu o.l., sum krevst í sambandi við starvið.

Boðað verður frá broyttum arbeiðsdegi 24 tímar, áðrenn starvsfólkið skal møta til arbeiðis. Broytingar eftir hetta verða gjørdar í samráð við starvsfólkið. Hetta er tó ikki galdandi í sambandi við force majeur.

 

Stk. 4. Fyri mistan frídag fær starvsfólkið eina samsýning upp á 1.500 kr ella eina samsýning upp á 750 kr og ein nýggjan frídag, ella tveir dagar, sum felagið ávísir í samráð við starvsfólkið. Í sambandi við venjing, skeið, mjørka, force majeure ella líknandi verða dagarnir samsýntir eftir lutfallinum 1:1 ella við 750 kr.

 

Stk 5. Í samband við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verða mistir frídagar, sum eru mistir upp til 2 dagar aftaná, flúgvingin er uppafturtikin, endurgoldnir við lutfallinum 1:1.

 

Stk. 6. Starvsfólkið kann søkja um niðursetta tíð. Um starvsfólkið fær játtað niðursetta tíð, verða arbeiðstíð, løn og aðrir ágóðar tillagað í mun til starvsbrøk. Felagið kunnar Starvsmannafelagið um, hvør er settur niðursetta tíð og við hvørjum starvsbrøki.

 

 

3. Partur: Løn

 

§15. Løn

Stk. 1. Starvsfólkið fær mánaðarløn sambært skjali A.

 

Í sáttmálaskeiðnum hækkar grundlønin soleiðis:

Hin 1. november 20183,26%     

 

Stk. 2. Mánaðarlønin sambært skjali A verður útgoldin aftaná síðsta gerandisdag í hvørjum mánaði. Dag- og tímapeningur o.a. samsýningar verða samstundis goldin, roknað frá 20. í mánaðinum frammanundan til 19. ílønarmánaðinum.

 

Stk. 3. Lønarhækkingar orsaka av hækking í starvstíð verða roknaðar frá 1. í eftirfylgjandi mánaði.

Stk. 4.Við støði í tørvinum hjá felagnum kann leiðslan í samráð við starvsfólki taka avgerð um, at starvsfólk, sum hevur fylt 60 ár, kann halda fram undir serligari avtalu og treytum, herundir at halda fram við at flúgva fulla ella inntil starvsfólkið fyllir 65 ár.

 

 

4. Partur: Freelance flogternur

 

§16. Freelance avtalur

Stk. 1. Avtalur verður gjørdar við freelance flogternur við tí endamáli, at viðkomandi flogterna eftir nærri avtalu er til reiðar at flúgva fyri felagið serliga í háferðslutíð, um vikuskiftir, feriu- og høgtíðir.

 

Stk. 2. Hesar avtalur kunnu verða uppsagdar av báðum pørtum við 1 mánaða fráboðan til hin síðsta í mánaðinum. Avtalan er uppsøgd, um próvskjølini hjá freelance flogternuni ikki eru í gildi. Hevur flogterna ikki flogið í 6 mánaðir, fer avtalan úr gildi uttan fráboðan, um ikki annað er nágreiniliga og skrivliga avtalað.

 

§ 17. Yvirskipaðar reglur um arbeiðstíð

Stk. 1. Heilárs freelance flogternan skal í seinasta lagi hin 8. í hvørjum mánaða boða OPS/scheduleringini frá, hvørjar dagar/vikuskifti viðkomandi flogterna hevur møguleika at arbeiða komandi kalendaramánaða.

 

Stk. 2. Heilárs freelance flogternan skal í seinasta lagi hin 1. mai hvørt ár boða frá, hvørjar 8 vikur út í eitt til ber at flúgva í summarflúgvingini frá 15. juni til 15. august.

 

Nevnda 8 viku summartíðarskeið skal heilárs freelance flogternan flúgva sambært givnari arbeiðsætlan uttan møguleika fyri at biðja um broytingar.

 

Stk. 3.  Skuldi heilárs freelance flogternan í eini serligari støðu og við serligari orsøk ynskt smærri broytingar í nevndu 8 viku summartíðarskeiði, verður hetta bert gingið á møti, um hetta ikki hindrar rakstrinum. Eitt møguligt ynski um tílíkar broytingar skal undir øllum umstøðum verða loyvt og avtalað í góðari tíð, og altíð áðrenn arbeiðsætlanin kemur út.

 

§ 18. Tænastustaður

Tá freelance avtala verður gjørd, verður ásett, hvar tænastustaðurin hjá freelance flogternuni er. Annar tænastustaður kann eftir tørvinum hjá felagnum verða ásettur við 30 daga fráboðan. Møgulig útstationering verður avtalað eftir tørvi. Ynski frá freelance flogternuni um broyting í tænastustaði kann einans verða skrivligt og skal verða góðkent av Cabin Crew Manager ella av HR-deildini.

 

§19. Skeið og viðlíkahald av próvskjølum

Freelance flogternan er bundin til at luttaka í øllum ásettum og neyðugum skeiðum til tess at viðlíkahalda síni próvskjøl. Felagið kunnar um, nær hesi neyðugu skeið eftir ætlan liggja. Felagið rindar fyri sjálvt skeiðið og fyri uppihald. Harafturat rindar felagið fyri ferðing frá tænastustaðnum til skeiðsstaðið og aftur, umframt innivist meðan skeiðið varar.

 

§20. Arbeiðstíð

Freelance flogternan hevur ikki vissu fyri arbeiðsdøgum og er ikki í føstum (fulltíðar- ella parttíðar-) starvi, og er einans fevnd av ásetingunum í Parti 4 í hesum sáttmála.

 

Arbeitt verður eftir teimum arbeiðstíðarreglum, sum loftferðslumyndugleikarnir til eina og hvørja tíð hava ásett.

 

§21. Løn og viðbøtur

Stk. 1. Freelance flogternan fær eina fasta dagsupphædd á 310 krónur fyri hvønn arbeiðsdag, umframt frá 1. november 2018 170,40 krónur fyri hvønn block tíma frá off-block til on-block, turnaround verður ikki talt við. Løn verður ikki goldin undir sjúku ella aðrari fráveru.

 

Stk. 2. Í førum, tá flogterna í tænastu/flúgving hevur serliga langa bíðitíð í sambandi við ólag á flogferðsluni, orsakað av veðri og teknikki, verða goldnar 120 krónur um tíman.

 

Stk. 3. Verður freelance flogternuni áløgd standby tænasta á úti-tænastustaði, verður ikki goldið føst dagsupphædd, men hinvegin 120 krónur fyri hvønn tíma, standby tænasta er áløgd. Á úti-tænastustaði verður í tílíkum førum goldnir dagpengar eftir galdandi satsum.

 

Stk. 4. Í førum, tá flogterna møtir, uttan at flogið verður, verða goldnar 300 krónur um dagin umframt 120 krónur fyri hvønn tíma, sum bíðað verður. Áðrenn hesi gjøld verða latin, skulu tey í hvørjum einstøkum føri verða útgreinaði og grundgivin fyri.

 

Stk. 5. Heilárs freelance flogternan, sum á einum ítøkiligum flogtúri virkar sum CC, fær eina CC viðbót á 40 krónur fyri hvønn blocktíma.

 

Stk. 6. Løn, viðbøtur og dagpengar verða goldin mánaðarliga afturut. Dagpengar og feriupengar verða goldnir eftir galdandi reglum.

 

Stk. 7. Viðbót til skógvar, hanskar, sokkar, styvlar og smyrsl er 1.400 krónur árliga. Prógv fyri keyp skal latast lønarbókhaldinum.

 

Stk. 8. Ískoyti til telefon/internet er 400 krónur árliga. Um serligar orsøkir eru til óvanliga høgar telefonútreiðslur, ber til nágreiniliga og grundað at søkja felagið um at fáa hesar afturrindaðar.

 

Stk. 9. Freelance flogternan er tryggjað við lógarásettu tryggingini og fulltíðar vanlukkutrygging.

 

§22 Arbeiðssteðgur

Stk. 1. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk. 2 til stk. 6.

 

Stk. 2. Fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal verða skrivlig og latin mótpartinum minst 14 dagar undan arbeiðssteðginum.

 

Stk. 3. Fráboðanin, sum nevnd er í stk. 2, skal greiða frá, hvønn arbeiðssteðg talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.

 

Stk. 4. Arbeiðssteðgur kann hvørki fráboðast ella setast í verk, meðan sáttmálin er í gildi ella – um  sáttmálin er farin úr gildi – so leingi sum samráðingar um nýggjan sáttmála ikki er endaðar.

Samráðingarnar eru ikki endaðar fyrr enn semingsstovnurin hevur viðgjørt málið sambært reglunum í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn við seinni broytingum, og henda viðgerð hjá semingsstovninum er at enda komin.

 

Stk. 5. Tá ið arbeiðssteðgurin er av, fer hvør flogterna til arbeiðis aftur, har hon starvaðist beint undan ósemjuni, og tað áliggur báðum pørtum at gera sítt til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur.

 

Stk. 6. Arbeiðssteðgur fevnir ikki um:

flogternur, sum ikki eru fevndir av hesum sáttmála.
flogternur, sum eru fevndar av hesum sáttmála, um arbeiði teirra er neyðugt í samband við sjúkraflutning. 
flogternur, sum eftir avtalu millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki skulu fara í arbeiðssteðg.

 

§23 Semingsstovnurin

Stk. 1. Koma partarnir ikki ásamt um nýggjan sáttmála, eru partarnir samdir um, at semingsstovnurin, skipaður í lóg nr. 39, frá 13. mai 2013 um semingsstovn við seinni broytingum, skal verða kompetentur at viðgera málið.

 

Stk. 2. Partarnir binda seg til at ganga undir tær reglur, sum eru ásettar í lógini, nevnd í stk. 1.

 

§24. Gildi sáttmálans

Stk. 1. Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. november 2016, og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist til ein 1. november, tó fyrstu ferð til 1. november 2018

Stk. 2. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, verður sáttmálin verandi í gidli til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum í § 22.

 

 

Tórshavn, tann 21. september 2018

 

Vegna Føroyar Arbeiðgevarafelag              Vegna Starvsmannafelagið

 

Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari               Súni Selfoss, formaður

 
 

 

 

SKJAL   A - lønartalva

Lønartalva galdandi frá 1. november 2018 til 1. november 2019

 

Lønarstig

Mánaðarløn 1. nov 2018

 

 

"0

                                      18.980,22

 

 

1

                                      20.121,24

 

 

2

                                      20.829,61

 

 

3

                                      21.540,04

 

 

4

                                      21.966,50

 

 

5

                                      22.392,96

 

 

6

                                      22.818,39

 

 

7

                                      23.245,89

 

 

8

                                      23.670,29

 

 

9

                                      24.095,72

 

 

10

                                      24.521,15

 

 

11

                                      24.947,62

 

 

12

                                      25.375,11

 

 

13

                                      25.658,04

 

 

14

                                      25.943,04

 

 

15

                                      26.225,97

 

 

16

                                      26.509,94

 

 

17

                                      26.794,94

 

 

18

                                      27.078,90

 

 

 

Kabinuleiðaraískoytið er 2.000 kr um mánaðin

 

 

 

Viðbót fyri hvønn blocktíma         36,15 kr

 

         

Eykað viðbót til kabinuleiðarar fyri hvønn blocktíma     10,35 kr

 

 

SKJAL B

Dag- og Tímapeningur                                             

 

dagar

tímar

 

 

kr

 

0

3

 

0

 

3

9

 

277

1

9

24

 

530

 

 

 

 

 

 

24

33

 

783

2

33

48

 

1.036

 

 

 

 

 

 

48

57

 

1.289

3

57

72

 

1.542

 

 

 

 

 

 

72

81

 

1.795

4

81

96

 

2.048

 

 

 

 

 

 

96

105

 

2.301

5

105

120

 

2.554

 

 

 

 

 

 

120

129

 

2.807

6

129

144

 

3.060

 

 

 

 

 

 

144

153

 

3.313

7

153

168

 

3.566

 

 

 

 

 

 

168

177

 

3.819

8

177

192

 

4.072

 

 

 

 

 

 

192

201

 

4.325

9

201

216

 

4.578

 

 

 

 

 

 

216

225

 

4.831

10

225

240

 

5.084

 

 

 

 

 

 

240

249

 

5.337

11

249

264

 

5.590

 

 

 

 

 

 

264

273

 

5.843

12

273

288

 

6.096

 

 

 

 

SKJAL  C

Útstationering og Fyribils tænastustað                                           

 

Útstationering og fyribils tænastustað.

Stk. 1.              Útstationering er starvslig frávera frá tænastustaðnum longri enn 5 døgn. Undir útstationering verður arbeitt eftir Sub.Part. Q.

Starvsfólksins vanligu frídagar, sum hoyra til útstationeringstíðarskeiðið, verða, um teir ikki eru avgreiddir undir útstationeringini, avgreiddir tá komið verður heim eftir útstationeringstíðarskeiðið.

Treytirnar fyri hvørja útstationering sær, herundir tær fíggjarligu treytirnar (uppihald, samskifti v.m.), og møgulig serlig førleikakrøv, og frá hvørjum tænastustøðum/fyribils tænastustøðum útstationerað verður frá, verða sum útgangsstøði ásettar og fráboðaðar við 14 daga varsil  (hetta er sum høvuðsregla galdandi, tá talan er um útstationering longri enn 10 dagar.).

Grundlønin undir útstationering verður sambært skjali B í hesum sáttmála.

Útstationering, ið er sjálvboðin, verður bjóðað eftir einum biddinglista, sum er góðkendur av Atlantic Airways. Tá útstationering er endað, verður starvsfólkið sett niðast á biddinglistan.

 

Stk. 2.              Fyribils tænastustað er at skilja sum eitt tænastustað annað enn tað, sum er nevnt í setanarpróvnum.

                        Tá arbeitt verður á fyribils tænastustaðið, verður arbeitt eftir Sub. Part. Q. Arbeiði á fyribils tænastustaðið kann í mesta lagi verða 2 mánaðir (60 dagar), um ikki annað er avtalað.

                        Starvsfólksins vanligu frídagar, sum hoyra til tíðarskeiðið, starvsfólk hava fyribils tænastustað, verða, um teir ikki eru avgreiddir undir útstationeringini, avgreiddir, tá komið verður heim aftur eftir broytt tænastustað.

                        Treytirnar fyri hvørt fyribils tænastustað sær, herundir tær fíggjarligu treytirnar (uppihald, samskifti v.m.), og møgulig serlig førleikakrøv, og frá hvørjum tænastustøðum ynskt verður ella søkjast kann um fyribils tænastustaðbroyting frá, verða                          sum útgangsstøði ásettar og fráboðaðar við 14 daga varsil.

                        Grundlønin á fyribils tænastustaði verður sambært skjal B í hesum sáttmála. Tó verður afturat hesum goldið 3.000 kr. um mánaðin roknað lutfalsliga í mun til tal av døgum á fyribils tænastustaði.

                        Fyribils tænastustaðbroyting, sum er sjálvboðin, verður bjóðað eftir einum biddinglista, sum er góðkendur av Atlantic Airways. Starvsfólk, sum longu eru útstationeraði ella sum hava fyribils tænastustað á viðkomandi tænastustaði, verða                                  raðfest fyrst. Tá tænastustaðbroyting er endað verður starvsfólkið sett niðast á biddinglistan.

                        Um ongin bjóðar seg at broyta tænastustað eftir teimum ásettu treytunum, verður tað bjóða út free-lance. Tíðaravmarkað setan kann avtalast við fyribils tænastustaði.

 

SKJAL  D

Yvirlit yvir tryggingar av starvsfólki í føstum starvi hjá Atlantic Airways:

 

 

1. Lógarkravd Arbeiðsskaðatrygging.

 

2. Heiltíðarvanlukkutrygging upp á 1 mill kr.

 

3. Samlagslívstrygging í Lív:.

Útgjald við deyða:

Undir 51 ár                                                                                                  400.000 kr.

51-60 ár                                                                                                       250.000 kr.

61-67 ár                                                                                                      100.000 kr.

 

4. Samlagslívstrygging í Betri Pensjón.

Við deyða verða útgoldnar:                                                                      250.000 kr.

Tryggingin er galdandi fram til 67 ára aldur

 

5. Afturat hesi tryggingini er knýtt ein bráðsjúkutrygging

Útgjald, tá ið sjúka verður staðfest:

Tryggingin er galdandi fram til 60 ára aldur                     100.000 kr.

Útgjald børn í aldrinum 6 mánaðir til 18 ár                         60.000 kr.          

 

Atlantic Airways kunnar Súluna um tær til eina og hvørja tíð galdandi tryggingartreytir fyri bráðsjúkutrygging. 

 

Frá 1. mars 2011 verða gjøldini fyri Betri Pensjón og Lív lagt afturat lønini hjá øllum starvsfólkum, sum eru í tryggingunum. Hesi gjøld verða so drigin av aftur lønini sum ein frádráttur. Hetta er gjørt fyri, at starvsfólkini skulu gjalda skatt av gjøldunum, so eitt evt. útgjald ikki verður skattað.

 

Gjøldini verða hesi:

Betri pensjón fyri tey, sum eru yngri enn 60 ár um mánaðin                  kr. 129,95

Betri pensjón fyri tey, sum hava fylt 60 ár um mánaðin                         kr.   59,58 

Lív um mánaðin