Ráðgevi Til Vinnuhúsið Nov26 1 (1)

Ráðgevi til Vinnuhúsið

Hevur tú áhuga fyri vinnulívi, búskapi og samfelagsviðurskiftum? Og hevur tú hug at arbeiða við málum, sum hava týdning fyri føroysku peningastovnarnar og vinnulívið sum heild? 

So hevur tú nú møguleikan at søkja eitt spennandi starv sum ráðgevi í Vinnuhúsinum. Sum ráðgevi í Vinnuhúsinum verða tínar høvuðsuppgávur at virka sum ráðgevi hjá Felagnum Peningastovnar og Føroya Arbeiðsgevarafelagi. 

Sum ráðgevi skalt tú millum annað:

  • fyrireika mál til støðutakan í nevndunum
  • tryggja framgongd í teimum málum og verkætlanum, sum feløgini velja at arbeiða við
  • samskifta við politisku skipanina um mál av týdningi fyri peningastovnarnar og vinnulívið sum heild
  • skipa fyri kunningartiltøkum um viðurskifti á peningastovnsøkinum og vinnulívinum sum heild
  • samskipa og skriva hoyringarsvar til lógaruppskot o.l.
  • luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum
  • fyriskipa vinnulig tiltøk og átøk

Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við aktørar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.

Vit leita eftir einum eldhugaðum persóni, sum:

  • dugir og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • dámar at samstarva við fólk í og uttanfyri Vinnuhúsið
  • hevur hóskandi hægri útbúgving í búskapi, samfelagsfrøði ella líknandi
  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
  • hevur góð analytisk evni og dugir at seta seg inn í torskild mál og miðla tey á einfaldan hátt
  • hevur kunnleika til føroyska vinnu, politisku skipanina og samfelagsviðurskifti annars
  • dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga

Kunnleiki til peningastovnsøkið og royndir við verkætlanararbeiði eru ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi og við sera góðum starvsfeløgum. Tú gerst partur av einum toymi, har dygd, arbeiðssemi og menning av vitan eru lyklaorð.

Umsókn við skjølum, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. desember.

Umsóknin skal sendast til: industry@industry.fo.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum.

 

Niels Winther

Niels

Stjóri

739906