Forsidumynd

Ráðgevi til Vinnuhúsið

Trívist tú í einari samráðingarstøðu? Og vilt tú gerast partur av toymi, sum arbeiðir við setanarviðurskiftum og kollektivum arbeiðsrætti á privata arbeiðsmarknaðinum?

So hevur tú nú møguleikan at søkja spennandi starv sum ráðgevi í Vinnuhúsinum. Vit leita eftir ráðgeva við vitan og royndum til okkara toymi á setanarøkinum. 

Arbeiðið fevnir um at:

  • gera og røkja kollektivar sáttmálar; herundir at luttaka í og leiða samráðingar
  • ráðgeva vinnufyritøkum um starvsfólkaviðurskifti
  • loysa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgum
  • gera greiningar og frágreiðingar
  • viðgera lógir og kunngerðir
  • vera við í arbeiðsbólkum og nevndum
  • skipa fyri tiltøkum og átøkum fyri limirnar

Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við aktørar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.

Vit vænta, at tú:

  • hevur hóskandi hægri útbúgving
  • hevur vitan og royndir á setanarøkinum
  • hevur kunnleika til føroyska vinnu og samfelagsviðurskifti annars
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt, miðvíst og við nærlægni, og at tú ert arbeiðssom/samur
  • hevur góð samstarvsevni
  • dugir væl at samskifta bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Vit kunnu lova tær eitt áhugavert starv í mennandi og fleksiblum arbeiðsumhvørvi og við góðum starvsfeløgum. Vinnuhúsið er vitanardepil fyri sáttmála- og setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum, og tú gerst partur av toymi, har dygd og menning av vitan eru lyklaorð.

Arbeiðsbyrðan kann vera skiftandi, og tí er umráðandi, at tað ber til at taka eitt eyka tak, tá ið tað krevst. Løn eftir avtalu.

Freistin fyri at senda okkum umsókn við skjølum er mánadagin 11. august. Umsóknin skal sendast til industry@industry.fo og skal hava heitið ”Starv”.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Niels Winther, stjóra, á tel. 739906.

Stutt um Vinnuhúsið
Vinnuhúsið er felagsheiti fyri tey 15 arbeiðsgevara- og vinnugreinafeløgini, sum halda til á Óðinshædd í Havn. Í Vinnuhúsinum er øll privata arbeiðsgevarasíðan samlað á einum stað. 

Um tú vilt kunna teg meira um virksemið og síggja, hvørji fólk tú hevur møguleika at fáa sum starvsfelagar, kanst tú millum annað vitja okkara heimasíðu her.