Tíðindi: Áskoðan Ι 26. november 2018
Tørvur á heildarhugsan í almenna íløgupolitikkinum
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur stórar fyrimunir vera við størri heildarhugsan í almenna íløgupolitikkinum, so full nytta fæst burturúr íløgunum. Avleiddu verkætlanirnar í s.v. Eysturoyartunnilin er feskasta dømið um, at heildaratlit ikki verða tikin, tá farið verður undir størri almennar byggiverkætlanir.
Samband

Marita Rasmussen
Stjóri

Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

 

Í hesum døgum verður dúgliga kjakast um, hvussu til- og frákoyringarvegir í s.v. Eysturoyartunnilin skulu leggjast til rættis. Tunnilin verður liðugt boraður um fáar mánaðir, og framvegis er eingin endalig loysn fyri avleiddu verkætlanirnar. Hetta er tó bert seinasta dømið í røðini, sum bendir á, at heildaratlit sjáldan verða tikin, tá almennar byggiverkætlanir verða lagdar til rættis.

 

Tá almenni íløgupolitikkurin verður lagdur til rættis, eru stórir fyrimunir fyri samfelagið alt, um atlit verða tikin til heildina. Tvey sløg av heildaratlitum hava serligan týdning í mun til fyrireiking og planlegging:

 

  -     At høvuðsverkætlan og avleiddar verkætlanir verða gjørdar í senn ella innanfyri stutt áramál, so full nytta fæst burturúr verkætlanini beinanvegin

 

  -     At fáa meira varandi gagn burturúr tí, sum arbeiðið uppá stórar verkætlanir kastar av sær.

 

Dømi um hetta fyrsta er, at undirsjóvartunnil og avleiddar verkætlanir (t.d. tilkoyringarvegir) verða gjørdar samstundis ella innanfyri stutt áramál, so fyrimunurin av undirsjóvartunli ikki verður køvdur av tí, at veganetið annars ikki klárar at svølgja øktu ferðsluna. Hetta kann vera serliga avbjóðandi, um tað krevur samskipan av íløgum hjá landi og kommunum.

 

Dømi um tað seinna eru teir bústaðir, sum mugu útvegast til stóra talið av arbeiðsfólki í s.v. størri almennar verkætlanir. Samstundis sum tørvur er á bíligum leigubústaðum, verða býlingar av skúrbýlum settir upp til arbeiðsfólkið á stórum verkætlanum. Um man í staðin hevði bygt hesi býli við varandi nýtslu fyri eyga, høvdu bústaðirnir kunnað verið yvirtiknir og dagførdir, tá verkætlanin var liðug, og verða brúktir til bíligar leigubústaðir. Hetta krevur tó planlegging og gerð av sáttmála um hetta, áðrenn verkætlanin fer í gongd.

 

Hetta eru aftur dømi um, at tað loysir seg at gera fyrireikingar- og planleggingararbeiðið til lítar, og at taka heildaratlit í fyrireikingini, heldur enn at suboptimera einstakar íløgur.

 

Les eisini: Notat um tilrættisleggjan av almenna íløgupolitikkinum her.

 

 

Fleiri Áskoðanir