Tíðindi: Áskoðan Ι 3. desember 2018
Skaðilig árin av hækkandi el-prísum
Atlit til skuldarbyrðurna eru ikki ein haldgóð orsøk til at hækka prísin. Um SEV ikki megnar at fíggja íløgurnar í grøna orku uttan at hækka el-prísin, kann tað verða tekin um, at aðrir veitarar eiga at sleppa framat, so nýggjur kapitalur verður aktiveraður. Tá hevði tað ikki verið neyðugt, at el-prísurin sveiggjaði so nógv, tí íløgur í grøna orku eiga at lækka framleiðslukostnaðin.
Samband

Marita Rasmussen
Stjóri

Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

 

Fríggjadagin í farnu viku kom fram, at el-veitingareftirlitið hevði góðkent, at SEV hækkar elprísin við 10 oyru. Eisini kom fram, at SEV frá 2020 ætlar at hækka prísin við 8 oyru afturat. Hetta kom sera óvart á, tá hugsað verður um, at SEV seinastu árini hevur ligið á topp-10 listanum yvir tær fyritøkur í føroyska samfelagnum, sum hava størsta avlopið, og at elveitingareftirlitið fyri einum ári síðani álegði SEV at lækka el-prísin til privat við 5 oyru/KWT. Árliga roknskaparliga avlopið hjá SEV hevur seinnu árini ligið um 100 mió. kr. og gjaldførið frá rakstri hevur verið uppaftur størri.

 

Grundgevingarnar fyri hækkingini vóru serliga, at oljuprísurin er hækkaður, og at SEV ætlar at gera íløgur í grøna orku.

 

Á góðkenningini frá El-veitingareftirlitinum sæst, at tað serliga eru komandi íløgurnar hjá SEV, sum hækka el-prísin, tí sjálvt uttan góðkendu hækkingina, hevði SEV haft eitt yvirskot á 40-50 mió. kr. í 2019 við tí oljuprísi, sum roknað er við.

 

Sambært fleiri frágreiðingum um grøna orkuskiftið, sum eru gjørdar seinnu árini, verður kostnaðurin av elveitingini lægri og meira støðugur, tá hann í størri mun verður umlagdur til grønar orkukeldur.Orsøkin til, at SEV følir seg noytt at hækka yvirskotið úr 40-50 mió. kr. upp í 80 mió. kr. árliga fyri yvirhøvur at kunna gera tær íløgur, sum eru neyðugar fyri at fremja orkuskiftið, má so serliga vera fíggingin av komandi íløgum, og at felagið ynskir at avmarka, hvussu stóra skuld felagið átekur sær..

 

Í góðkenningini frá el-veitingareftirlitinum sæst, at SEV hevur eitt innanhýsis mál um, at samlaða lániskuldin hjá felagnum ikki má vera størri enn eitt vist T.v.s. at lánini til íløgurnar gerast størri enn tað, sum nevndin heldur, at SEV megnar at fíggja, hóast hesar íløgur hava við sær, at miðal framleiðslukostnaðurin fer at lækka.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at lánibyrðan hjá SEV er ein haldgóð grundgeving fyri at hækka el-prísin. Um SEV hóast eina eginogn á 1,2 mia. kr. og eitt rættiliga stórt yvirskot ikki sær seg ført fyri at átaka sær at fremja tær neyðugu íløgurnar, er spurningurin um man ikki eigur at lata aðrar aktørar sleppa framat at fremja íløgur í grøna orku, fyri á tann hátt at aktivera annan kapital, heldur enn at hækka el-prísin.

 

Seinnu árini hava bæði privatfólk og vinna lagt um til el-riknar orkuskipanir. Ein hækking av el-prísinum ger tað minni áhugavert at halda fram á hesi kósini, og kann fáa fólk at hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn avgerð verður tikin um at leggja um. Hóast SEV ætlar, at prísurin skal lækka aftur um nøkur ár, kunnu stóru sveiggini fáa fólk at bíða, til tað tað sæst, um el-prísurin nú veruliga fer at lækka aftur.

 

Føroysku útflutningsvinnan er millum heilt stóru el-brúkararnar í Føroyum, og hækkingar í el-prísinum ávirkar kappingarførið hjá føroysku útflutningsfyritøkunum skeiva vegin. Hvørt oyra, sum el-prísurin hækkar, ávirkar ársúrslitið hjá føroyskum vinnufyritøkum við 1,5-2 mió kr skeiva vegin.

 

 

 

 

Fleiri Áskoðanir