Tíðindi: Áskoðan Ι 28. oktober 2019
Leikluturin hjá Landsverki endurskoðast
Asfaltverkið á Sundi er enn eitt dømi um, at tørvur er á at viðgera leiklutin hjá Landsverki í s.v. framleiðslu, bygging og viðlíkahaldi.
Samband

Niels Winther
ráðgevi

Fartlf: 739906
t-post: niels@industry.fo

 

Í 2016 boðaði Landsverk frá, at Landsverk yvirtók asfaltverkið á Sundi frá privatum veitara. Samstundis fór Landsverk framyvir ikki sjálvt at leggja asfaltið á, men fór í staðin at bjóða hesa uppgávu út til privatan veitara. Landsverk segði tá orsøkina til yvirtøkuna av verkinum vera, at pláss ikki longur var fyri tveimum asfaltverkum, og at Landsverk tí vildi yvirtaka asfaltverkið á Sundi og flyta framleiðsluna oman har.

 

Í Dagur og Viku sendingini hóskvøldið róði nýggi stjórin á Landsverki fram undir, at orsøkin til, at Landsverk yvirtók asfaltverkið á Sundi frá privatari fyritøku, serliga var eitt ynski um at fáa privata aktørin út, og aftur fáa monopol á marknaðinum fyri asfaltframleiðslu. Tí varð gjaldið ikki sett eftir, hvat verkið var vert, men heldur í mun til 10 ára yvirskotið hjá privata felagnum.

 

Tað virkar tó margháttiligt, at ein almennur stovnur brúkar almennu játtanina til at keypa privatar aktørar út av marknaðinum og soleiðis minka um kappingina innan økið. Um kappingarráðið hevur viðgjørt hetta málið, hevði tað verið áhugavert at sæð grundgevingarnar fyri at loyva tí.

 

Hóast hetta fór fram undir fyrrverandi leiðslu á stovninum, so kann hetta vera enn eitt dømi um, at tað meira enn nakrantíð er tørvur á at viðgera leiklutin hjá Landsverki í sambandi við framleiðslu, bygging og viðlíkahaldi. Landsverk hevur stóra ávirkan á ymiskar vinnur og marknaðir, har stovnurin virkar, og tað er tí týdningarmikið, at Landsverk er tilvitað um sín leiklut í hesum vinnum og á hesum marknaðum. Landsverk hevur gjøgnum árini haft stóran týdning fyri vinnumenningina her á landi, og tað er týdningarmikið, at Landsverk hevur vinnumenning fyri eyga, tá uppgávur verða lagdar til rættis og bjóðaðar út.

 

Tað eru fleiri privatar fyritøkur, sum bjóða seg fram at fremja eitt arbeiði á økjum, har Landsverk hevur valt sjálvt at seta fólk í starv at loysa líknandi uppgávur. Eitt talandi dømi, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag fyrr hevur gjørt vart við, eru tunnilsliðini, har arbeiðsfólk hjá Landsverki skulu arbeiða spakuliga við at bora ella spreingja nakrar tunlar til smærri bygdir. Tað fer tó at taka nógv harrans ár at koma á mál á henda hátt. Tað er neyvan nakar ivi um, at hetta er ein dýrari loysn fyri skattaborgaran enn at lata privatar fyritøkur, við royndum á økinum, dríva slíkar verkætlanir. Harumframt minkar man um møguleikarnar fyri vinnumenning innan vega- og tunnilsgerð, tá Landsverk sjálvt átekur sær ein størri leiklut innan hetta økið.

 

Tað rætta hevði verið, at Landsverk stóð fyri at bjóða út og tryggja at nøktandi eftirlit er við almennu íløgunum. Vit hava í dag eina byggivinnu við nógvum kompetentum fyritøkum, sum væl kunnu lyfta tær uppgávur, sum Landsverk í dag sjálvt loysir.

 

Eisini tá tað kemur til prosjektering og eftirlit við byggiverkætlanum, eru privatar fyritøkur, sum kundu loyst uppgávur, sum í dag eru innveittar á Landsverki.

 

Føroyska samfelagið hevur brúk fyri, at Landsverk er ein tíðarhóskandi stovnur, sum kann tryggja, at vit fáa sum mest burturúr almennu íløgunum. Tað hevur týdning fyri vinnuna og samfelagið alt, at Landsverk er ein væl virkandi og effektivur stovnur, sum kann levera almenn arbeiði til tíðina, til ein nøktandi prís, og við ásettari góðsku. Ein liður í at røkka hesum kann vera í størri mun at brúka privatar veitarar til at loysa nakrar av teimum uppgávum, sum í dag verða innveittar. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur tí væl ímóti fráboðanini um, at virksemið á stovninum nú verður endurskoðað, og ynskir nýggja stjóranum blíðan byr við arbeiðinum.

 

 

 

 

Fleiri Áskoðanir