Tíðindi: Áskoðan Ι 16. mars 2020
Barnaansing fyri tey sum ongan annan møguleika hava
Á tíðindafundinum hjá Landsstýrinum í gjár kl. 18.00, gjørdi Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum greitt, at tey, sum hava tørv á ansing, hava rætt til ansing av sínum børnum til og við 3. flokk.

 

Óvissa hevur verið um, hvør hevur rætt til ansing av børnum bæði undir skúlaaldri og fyrstu árini í skúlaaldri. Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum Jenis av Rana gjørdi púra greitt á tíðindafundinum í gjárkvøldið, at tey, sum arbeiða í vinnuni, umframt innan tað almenna, sum mugu vera til arbeiðis í hesum døgum, hava øll rætt til at fáa síni børn ansað á dagstovni, skúla og frítíðarskúla, um tey ikki hava aðrar møguleikar. Sí eisini hesar leinkjur
 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis og mentamálum, um rættin til ansing á tíðindafundinum 15. mars kl. 18 (13 min. inni í tíðindafundinum)

 

https://kvf.fo/dv?sid=106188

 

http://www.jn.fo/serskipan+fyri+barnaansing.html

 

https://corona.fo/ansing

Fleiri Áskoðanir