Tíðindi: Áskoðan Ι 4. apríl 2020
Hjálparpakki 2 røkkur ikki nóg langt hjá miðalstóru fyritøkunum
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at landsstýrið hevur kunngjørt hjálparpakka 2 til fólk og fyritøkur. Men enn er tó arbeiði eftir hjá landsstýrinum at gera. Hjálparpakkin munar ikki nóg væl hjá miðalstórum fyritøkum, eitt nú innan ferðavinnuna.
Samband

Marita Rasmussen
Stjóri

Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at freistin at rinda fyri tollkreditt verður longd við 3 mánaðum. Alt, ið kann betra um gjaldførið hjá fyritøkum, er ein góð hjálp, nú inntøkurnar eru munandi minkaðar. Tó at tørvurin á gjaldsfreistini helst er nærri 6 mánaðum, er hetta ein góð byrjan.

 

Stuðulin til fastar útreiðslur hjá fyritøkum er eisini eitt fet rætta vegin fyri smærri vinnufyritøkur, sum eru beinleiðis raktar, tí tær hava sett í verk tilmælini frá heilsufakligu myndugleikunum. Tó er hetta ikki nóg mikið til at lofta útreiðslunum hjá nøkrum av teimum miðalstóru fyritøkunum, sum kunnu vera líka hart raktar sum tær smáu, og ikki neyðturviliga hava meira at standa ímóti við. Fyritøkur í hópatali hava gjørt kostnaðarmiklar íløgur, og tær hava í dag mist nærum allar sínar inntøkur. Talan er um nógvar slíkar fyritøkur, og fleiri teirra eru týðandi aktørar innan eitt nú ferðavinnu í Føroyum. Ískoytið til fastar útreiðslur í hjálparpakka 2 er ikki eitt nóg munagott ískoyti hjá fleiri av hesum fyritøkum. 

 

Støðan er sera álvarsom hjá fleiri fyritøkum, og komandi tíðir fara at gera av, hvussu støðan í vinnuni er eftir koronakreppuna. Útlitini júst nú eru døpur, og hjálparátøk eiga at snúgva seg um loysnir til hesa støðu.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sjálvsagt undir við, at landsstýrið hjálpir flogvinnuni, um tørvur er á tí. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur tó ikki undir við, at gjørdar verða varandi loysnir sum ein partur av hjálparpakkanum, so sum at stovna eina FAS-líknandi skipan fyri flogferðslu. Heldur eigur landsstýrið at koma við einum hjálparpakka til alla ferðavinnuna, sum loysir tær avbjóðingar, sum ferðavinnan vísir á í sambandi við avleiðingarnar av COVID-19.

 

Samanumtikið er neyðugt við átøkunum í hjálparpakka 2, og hjálpin kemur væl við hjá fleiri fyritøkum. Tó er gott at hoyra landsstýrismannin í vinnumálum, Helga Abrahamsen, longu nú nevna hjálparpakka 3. Tað er nevniliga átrokandi tørvur á fleiri hjálparátøkum, um týðandi miðalstórar fyritøkur framvegis skulu virka, tá vit einaferð lata samfelagið upp aftur.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir tí á landsstýrið um at hava alla vinnuna í huga, og serliga ferðavinnuna, tá farið verður undir arbeiðið við hjálparpakka 3.

 

 

 

Fleiri Áskoðanir