Tíðindi: Áskoðan Ι 1. mai 2020
Greið tala frá Løgmanni
Tað er ein røtt avgerð at lata samfelagið meira upp aftur. Tó tykist tað framvegis, sum fólk hava trupult við at skilja hvussu skipanin virkar, tá fólk koma til Føroya úr útlandinum.
Samband

Marita Rasmussen
Stjóri

Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

Á tíðindafundinum hósdagin í farnu viku greiddi Løgmaður frá, hvussu samfelagið Føroyar nú fer at lata nakað meira uppaftur. Hetta er ein røtt avgerð, soleiðis sum veruleikin sær út í dag.

 

Løgmaður hevði á tíðindafundinum gjørt sær ómak at spíska boðskapin til, og tað eydnaðist hesaferð rættiliga væl at fáa miðlað boðskapin, hvussu Føroyar lata meira upp aftur, samstundis sum vit framvegis mugu taka atlit til tilmælini hjá myndugleikunum.

 

Seinastu vikuna upp til tíðindafundin hevur verið nógv fokus á fólk, sum koma til landið uttanífrá, og hetta kjakið er partvíst hildið fram aftaná tíðindafundin. Hetta er rættiliga natúrligt, tí tá eingin smitta er í Føroyum, er tað væl bara fólk, sum koma til Føroya úr útlandinum, sum kunnu bera smittuna við sær til Føroya aftur.

 

Fólk tykjast tó ikki at gera sær far um, at ein hópur av fólki er farin um føroyska landamarkið, eisini eftir COVID-19 tiltøkini vórðu sett í verk frá 12. mars at rokna. Tey, sum koma til landið eru m.a. føroyingar, sum arbeiða uttanlands og føroysk og útlendsk starvsfólk, sum hava eina arbeiðsuppgávu at loysa í Føroyum.

 

Í sama tíðarskeiði, sum nakað av fólki hevur ferðast til Føroya úr útlandinum, hevur tað eydnast okkum rættiliga skjótt at koma niður á 0 í nýggjum dagligum tilburðum av Corona og talið á føroyingum, sum framvegis ikki eru frískir, kunnu teljast á einari hond.

 

Orsøkin er partvíst tann, at fyritøkur lurta eftir teimum tilráðingum, sum myndugleikarnir geva, og eftir ráðgeving, hvussu man skipar eitt arbeiðspláss, so váðin fyri smittuspjaðing er so lítil sum gjørligt. Hetta inniber m.a.:
 

-   at tey arbeiðsfólk, sum koma til landið, eru í arbeiðandi sóttarhaldi, har tey ikki koma í samband við føroyingar
-   at um arbeiðsfólk, sum koma til landið, ikki kunnu halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu og tí eru komin í samband við føroysk starvsfólk, fara føroysku starvsfólkini í sóttarhald, tá hitt starvsfólkið fer avstað aftur.

 

Henda mannagongd hevur higartil víst seg at vera rættiliga effektiv. Okkum kunnugt er eingin føroyingur vorðin smittaður á einum arbeiðsplássi, sum hevur havt fólk til arbeiðis, sum eru komin úr útlandinum.

 

Og teir føroyingar, sum eru vorðnir smittaðir í útlandinum, hava fingið hetta staðfest, meðan teir hava verið í heimasóttarhaldi, og smittan hevur tí ikki breitt seg.

 

Tað tykist skilagott, at løgmaður nú velur eina pragmatiska loysn, har man strammar upp, soleiðis at myndugleikarnir meira neyvt fylgja við, at fólk, sum koma til landið veruliga fara í sóttarhald - ella at aðrar líka effektivar skipanir verða nýttar. Uttan at gera tað til eitt absolutt krav, at øll sum koma til landið skulu í 14 daga sóttarhald uttanfyri heimið.

 

Higartil hevur verandi skipan riggað, sum hon skal, í mun til at forða fyri meira smittu. Vit skulu tó alla tíðina hugsa um tað finnast meira kostnaðareffektivar loysnir at avmarka smittuna. Krav um 14 dagar sóttarhald til øll er ikki eitt av teimum, soleiðis sum støðan er í løtuni.

 

 

 

Fleiri Áskoðanir