Tíðindi: Áskoðan Ι 22. juni 2020
Nú mugu vit hyggja longur fram í tíðina
Tíðin við tíðaravmarkaðum hjálparpakkum gongur yvir, og tí mugu vit fara at hyggja longur fram í tíðina, soleiðis at vit eisini hava ætlanir fyri, hvussu vit fáa samfelagshjólini upp aftur í ferð, tá ið vit fara at merkja møguligu langtíðar avleiðingarnar av koronatiltøkunum. Hetta má gerast innanfyri vinnupolitisku karmarnar, eisini um koronasmittan kemur fyri seg aftur.
Samband

Marita Rasmussen
Stjóri

Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

Stórur partur av samfelagnum fór munandi niður í ferð, tá ið tiltøkini at forða koronasmittuni at spjaða seg vórðu sett í verk fyri góðum trimum mánaðum síðan.

 

Eisini langtíðarætlanir fyri, hvussu samfelagið skal útbyggjast og mennast komandi árini, vórðu fyribils lagdar á hillina.

 

Vanliga plagar Løgtingið at viðgera og samtykkja fíggjarligu karmarnar hjá landinum komandi fimm árini, fyri 1. apríl á hvørjum ári, men soleiðis var ikki í ár. Hetta, saman við tí veruleika, at fleiri størri almennar verkætlanir fara at verða lidnar í nærmastu framtíð, gevur okkum ein gyltan møguleika at leggja ætlanir fyri at útbyggja og menna samfelagið fleiri ár fram í tíðina, eisini við tí fyrivarni, at smittuspjaðingin tekur seg uppaftur.

 

Tað almenna er í hesum føri, bæði land, kommunur, almenn partafeløg og alt tað almenna annars.

 

At koronasmittan rakti okkum og restina av heiminum so brádliga, sum snarljós frá klárum himni, hevði við sær, at fleiri lond vórðu sett í nærmast undantaksstøðu, har neyðugt var at seta umfatandi tiltøk í verk í skundi, fyri at forða smittuni at spjaða seg. Støðan var so mikið álvarslig, at stundir vóru ikki til at viðgera ella taka støðu til, hvørjar avleiðingar koronatiltøkini fóru at fáa á búskapin og vinnuliga virksemið longur fram í tíðina.

 

Støðan er framvegis óviss, men ringastu skelkirnar hava helst lagt seg. Tíðin er tí komin at fara frá hjálpar­pakkunum og hyggja longur fram í tíðina, har vit læra av royndunum, vit hava fingið higartil, soleiðis at møguleikin fyri at smittu­spjaðing­in stingur seg uppaftur, eisini verður partur av langtíðar­ætlanu­num.

 

Í langtíðarætlanunum hevur tað eisini stóran týdning, at vit halda okkum innanfyri vinnupolitisku karmarnar, sum vórðu settir út í kortið, eftir at føroyska samfelagið fór á húsagang tíðliga í 1990-árunum.

 

Føroyski vinnupolitikkurin var tí ein dýrur lærdómur, sum ikki kom á skránna, fyrr enn allur samfelgsbúskapurin var farin á heysin, men vinnupolitikkurin eigur ein týðandi part at æruni fyri, at føroyska samfelagið er ment til eitt nýmótans og framkomið samfelag, sum vit kenna í dag.

 

Tað hevur tí alstóran týdning, at vit halda okkum innanfyri vinnupolitisku karmarnar, tá ið langtíðar­ætlanir verða lagdar fyri, hvussu samfelagið skal fáast upp aftur í ferð, eisini um koronasmittan kemur fyri seg aftur.

 

Sí annars Ársfrásøgnina 2019 hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag 

 

 

 

 

 

 

Fleiri Áskoðanir