Tíðindi: Áskoðan Ι 16. februar 2022
Fyrisitingarlógin er ikki ein fortreyt fyri góðum starvsviðurskiftum
Føroya Arbeiðsgevarafelag átalar grovu ákærurnar hjá formanninum í Starvsfelagnum í Degi og Viku í gjárkvøldið um starvsviðurskiftini í partafeløgunum hjá tí almenna á privata arbeiðsmarknaðinum.
Samband

Niels Winther
Stjóri

Fartlf: 739906
t-post: niels@industry.fo

Føroya Arbeiðsgevarafelag er sáttmálapartur við Starvsfelagið í sáttmálunum um Føroya Tele og Posta. Starvsfelagið má virða, at fyritøkurnar virka á privata arbeiðsmarknaðinum, og at somu reglur ikki eru galdandi sum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men at starvsfólkini hinvegin njóta aðrar ágóðar, samstundis sum tey hava varðveitt fleiri av treytunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.


Innlitslóg og fyrisitingarlóg eru ikki galdandi á privata arbeiðsmarknaðinum og eru ikki fortreytin fyri góðum starvsviðurskiftum. Tað eru hinvegin góð samrøða og virðing millum partarnar.


Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvir 40 sáttmálar við á leið 20 fakfeløg, og størsti parturin av arbeiðsfjøldini í Føroyum er á privata arbeiðsmarknaðinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag kennir ikki atfinningarnar hjá formanninum í Starvsfelagnum um trupul starvsviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum aftur. Tað er ein royndur lutur, at privati arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður, ósemjurnar eru fáar, og at starvsfólkini arbeiða undir góðum og tryggum viðurskiftum, hóast fyrisitingarlógin ikki er galdandi.

Fleiri Áskoðanir