Tíðindi: Áskoðan Ι 14. november 2022
Gott valstríð
Vinnuhúsið ynskir øllum flokkum og øllum valevnum eitt gott valstríð, har tað vónandi eisini verður kjakast um, hvussu vit skapa bestu vinnuligu karmarnar sum grundarlag fyri framhaldandi búskaparvøkstri og vælferð í Føroyum. Vinnuhúsið fer at koma við sínum íkasti til valstríðið.
Samband

Niels Winther
Stjóri

Fartlf: 739906
t-post: niels@industry.fo

Nú løgtingsval er útskrivið fer Vinnuhúsið at nýta høvið at ynskja øllum tykkum, sum stilla upp, eitt gott valstríð, har kjakast verður um týdningarmiklar avbjóðingar, sum standa fyri framman. Vónandi fer kjakið eisini at snúgva seg um, hvussu vit kunnu skapa framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum, sum grundarlag undir vælferðini í landinum.

 

Komandi tíðina fram til valið fer Vinnuhúsið við jøvnum millumbilum at leggja fram valynski frá feløgunum í húsinum um, hvussu vit betra vinnuligu karmarnar fyri vinnuna sum heild og fyri eintøku vinnugreinarnar serstakt. Vit vóna, at flokkarnir og valevnini taka spurningin um bestu vinnukarmarnar upp í valstríðnum, og í víðari politiska arbeiðinum eftir valið. Valynskini verða løgd út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum um løgtingsvalið og á Facebook-profilin hjá Vinnuhúsinum.

 

Um politisku valevnini longu nú vilja kunna seg um vinnupolitikk, bæði í fortíð og framtíð, ber til at lesa vinnusjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kappingarførar Føroyar. Í tí bóklinginum ber til at kunna seg um, hvat Føroya Arbeiðsgevarafelagi heldur verða besta grundarlagið undir førda vinnupolitikkinum.

 

Les vinnusjónarmiðini niðanfyri:

 

Fleiri Áskoðanir