Niels Winther
Stjóri
Fartlf: 739906
t-post: niels@industry.fo
Valstríðið hevur verið merkt av, at val varð útskrivið í úrtíð, og tí hevur valstríðið eisini verið bæði stutt og intenst. Nógv er lovað, men veljarin veit, at bara ein brøkpartur av valynskjunum verða gjøgnumførd, tí tá valið er av møta politiisku umboðini veruleikanum aftur. . Tá skal samgonga skipast, og henda samgongan má raðfesta millum øll vallyftini, sum vórðu lovað, áðrenn valið, og alt ber ikki til, tí fíggjarliga orkan er avmarkað..
Hóast føroyski búskapurin, sum heild, er væl fyri, fara vit í nærmastu framtíð at stríðast við avleiðingum av prísvøkstri og minkandi keypiorku. Hetta eru trupulleikar, sum ikki hvørva við at blaka fleiri pengar eftir teimum. Tvørturímóti kann tað gera avbjóðingarnar størri, um ikki fíggjarligu hjálpartiltøkini eru neyv og málrættað umframt fult fíggjað við samsvarandi sparingum aðrastaðni.
Fortreytin fyri at tryggja eitt javnt viksemi í samfelagasbúksapinum yvir tíð, bæði tá ið tað gongur upp og tá ið tað gongur niður búskaparliga, er haldføri landskassans. Hendan avbjóðingin hevur ikki fingið nógv fokus í valstríðnum, og tí má hon viðgerast av álvara, tá ið samgonguskjalið skal skrivast.
Tað eru eisini aðrar nýskipanir, sum ein komandi samgonga eigur at fremja fyri at styrkja føroyska búskapin at standa ímóti framtíðar sveiggjum, eitt nú nýskipanir fyri at skapa ein kappingarføran arbeiðsmarknað umframt javnbjóðis kappingarfortreytir.
Les meira á valsíðuni hjá Vinnuhúsinum her og lesið Vinnusjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelags her.
Framhaldandi gott valstríð og gott val.