Gistingarpallurin Airbnb trýstir gistingarhúsvinnuna kring heimin í størri og størri mun, og lond eru so smátt farin at seta reglur og skipanir í verk fyri at verja staðbundnu gistingarhúsvinnuna og bústaðarmarknaðin í landinum. Millum annað hevur Ísland í summar gjørt ásetingar fyri, nær útleigan gjøgnum pallar sum Airbnb er at meta sum vinnuligt virksemi, og nær tað er býtisbúskapur.
Okkurt bendir tó á, at Airbnb kennir trýstið á sær. Nú staturin New York hevði ætlanir um at herða reglugerðina fyri útleigan, legði Airbnb fram tiltøk, ið kunnu setast í verk ikki bert í New York, men í øllum heiminum. Talan var um skráseting av útleigarum og átøk móti útleigarum, ið leiga út fleiri bústaðir. Uppskotið hjá Airbnb kom tó í seinra lagi til at steðga átakinum hjá New York.
Kelda: HORESTA