Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 29. oktober 2018
Noreg streingir á at fáa fríhandilsavtalu í lag við Kina
Í sambandi við norsku kongavitjanina í Kina herfyri vórðu 40 avtalur um samstarv og samhandil undirskrivaðar. Mett verður at vitjanin er týðandi stig á vegnum fram móti einari fríhandilsavtalu, sum ætlandi verður undirritað komandi ár.

 

Í sambandi við norsku kongavitjanina í Kina herfyri, luttóku 340 norsk vinnulívsfólk á ferðini. Hetta er størsta norska handilsdelegatión til nakað land nakrantíð. Á vitjanin vórðu 40 avtalur um samstarv og samhandil undirritaðar, tær flestu millum norskar og kinesiskar fyritøkur. Hesar avtalur fara at økja samstarvið, serliga innan øki sum sjóæti, shipping, talgilding, loftferðslu og heilsu.

 

Á ferðini varð eisini skipað fyri tiltøkum, har toppleiðarar í norskum og kinesiskum fyritøkum hittust, og har kunnað varð um ymisk viðurskifti. Kinesisku vinnulívsleiðararnir vístu stóran áhuga fyri at økja samstarvið við norskar fyritøkur.

 

Sambært norskum miðlum var norska vitjanin væleydnað, og ein staðfesting av, at viðurskiftini millum Noreg og Kina nú eru komin í rættlag aftur. Eisini var vitjanin eitt týðandi stig á leið fram móti einari fríhandilsavtalu millum Noreg og Kina. Hesar samráðingar eru nú í tryggari legu, og lagt verður upp til, at avtalan verður undirritað komandi ár.

 

Kelda: nho.no

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi