Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 05. november 2018
5 góð ráð at betra stýringina av almenna byggivirkseminum
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur framleitt eitt notat við uppskotum, hvussu almenna íløgustýringin kann betrast í mun til tað, sum vit hava sæð seinastu nógvu árini. Uppskotini eru ætlað sum eitt positivt íkast til kjakið um almennu búskaparstýringina.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í juli 2018 eina støðulýsing av almenna búskapinum, har m.a. varð staðfest, at tað almenna viðvirkar til nógvu ferðina á íløguvirkseminum og búskapinum sum heild.

 

Sum framhald av hesum arbeiði hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag nú framleitt eitt notat við konstruktivum tilmælum um stýringina av almenna íløguvirkseminum. Notatið viðger, hvussu almenna íløguvirksemið best verður lagt til rættis, so tað almenna betri kann verða brynjað til at laga íløguætlanirnar til búskapargongdina, og samstundis fáa byggiverkætlanir við høgari góðsku og lágum kostnaði. Notatið kann lesast her.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til:

 

1. At fyrireika byggiverkætlanir í so mikið góðari tíð, at man altíð hevur fleiri almennar verkætlanir í ”pipeline”. Á henda hátt verður tað almenna betri ført fyri at stýra íløguvirkseminum í mun til gongdina í búskapinum.

 

2. At tryggja, at sveiggini í almenna byggivirkseminum ikki verða ov stór hvønn vegin, so ráðgevar og byggifyritøkurnar hava neyðugu lyklastarvsfólkini til at lofta teimum verkætlanum, sum koma.

 

3. At hava mannagongdir og reglur, sum tryggja, at bert vælfyrireikaðar verkætlanir kunnu setast í verk, so góðskan á verkætlanunum verður góð og kostnaðurin lágur.

 

4. Í størri mun at brúka tað aktivt í búskaparstýringini, at tað er ymiskt, hvussu lønartungar ymisk sløg av byggiverkætlanum eru. Í góðum tíðum kann tað almenna í størri mun fremja verkætlanir, sum ikki eru so lønartungar, meðan tað í verri tíðum kann fremja lønartyngri verkætlanir.

 

5. Fáa til vega heimild fyri at samskipa íløguvirksemið hjá landi og kommunum, so tað ber til at stýra henda partin av almennu íløgunum konjukturmótgangandi. Her má so eisini í sama viðfangi takast atlit til íløgur hjá almennum fyritøkum og grunnum.

 

Lesið meira í notatinum her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi