Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 12. november 2018
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið hava handað krøv
Samráðingarnar um sáttmálan fyir Føroya Tele og Posta eru byrjaðar. Hósdagin 8. november handaðu partarnir hvørjum øðrum krøv.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið eru farin undir at samráðast um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta. Partarnir hittast aftur í dag, og samráðingarnar eru ásettar at byrja í komandi viku.

 

Sáttmálin fyri Føroya Tele og Posta gongur út 1. januar 2019.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi