Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 12. november 2018
Væleydnað tiltak um heimsmálini
Eini 30 føroysk vinnulívsfólk luttóku á heimleiðistiltakinum um heimsmálini

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaði týsdagin í farnu viku fyri einum heimleiðistiltaki um heimsmálini.

 

Á tiltakinum luttók Magni Arge, fólkatingslimur, og Steen Hildebrandt, leiðsluráðgevi.

 

Magni Arge innleiddi tiltakið við yvirskipað at tosa um heimsmálini frá einum føroyskum sjónarhorni.

 

Eftir hetta hevði kendi leiðsluráðgevin og fyrilestrahaldarin Steen Hildebrandt eitt upplegg um, hvussu vinnan kann taka heimsmálini til sín, tá tað er avgjørt er neyðugt, at vinnan brúkar heimsmálini sum amboð í gerandisdegnum. Heimsmálini eru vorðið tað nýggja kappingarparametri, sum vinnan má fyrihalda seg til, og tað nyttar ikki at láta sum um, at hetta ikki er so. Fyritøkur mugu hyggja eftir, hvussu støða teirra er í mun til heimsmálini, og tær mugu eisini seta sær framtíðar mál við støði í heimsmálunum.

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, kunnaði á heimleiðistiltakinum um, at Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at kunna limir tess um heimsmálini, og hvussu hesi í praksis kunnu gerast eitt hent leiðsluamboð.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi