Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 10. desember 2018
Tað skal vera trygt at arbeiða á vegunum
Eftirútbúgvingargrunnurin ”Vitan” skipaði í farnu viku fyri enn einum ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeiði.

 

Hetta er triðja skeiðið av hesum slag í ár. Sostatt hava fleiri enn 60 mans verið á skeið í, ”Vegurin sum arbeiðspláss” í 2018. Hetta er ein liður í at seta fokus á trygdina, tá arbeitt verður á vegunum.

Skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss” varð skipað í samstarvið við EUC Nordvestsjælland, sum vanliga stendur fyri hesum skeiði í Danmark. Skeiðshaldari var Jesper Christiansen.

  

Vitan, sum fyriskipaði skeiðið, er eftirútbugvingargrunnurin hjá byggivinnuni.

 

 

Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna. Meira kunning um ”Eftirútbúgvingargrunnin Vitan” sæst her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi