Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 10. desember 2018
Fyrireika seg at fara í læru
Saman við NámX, skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri tiltakinum ”Lærupláss sum yrkisleið”

 

Føroya Handverksmeistarafelag skipar longu fyri átakinum ”Greið frá tínum yrki”. Í Hesum sambandi hevur NámX tikið stig til at bjóða handverksmeistarum út á skúlan at greiða frá um, hvussu man ber seg at fyri at sleppa í læru.

 

Tiltakið byrjaði við, at Bogi Bech Jensen stjóri á Glasi kunnaði um skúlan og lærlingaútbúgvingarnar. Síðani fóru næmingarnir á NámX út á ymiskar skúlastovur, har ymiskir handverksmeistarar ella formenn tóku ímóti teimum. Her varð tosað um, hvat tað inniber at fara í læru.

 

Tey, sum luttóku vegna Føroya Handverksmeistarafelag vóru:

 

Jákup Eli Poulsen          Timburmaður          Jep Smíð

Elian Hansen                  Rørsmiður                Maria Poulsen

Poul á Dul Olsen            Elektrikari                 PADO

Johan Hentze                 Maskinsmiður          Mest

Torleif Johansen            Bilsmiður                  Waag bilar

Pauli Olsen                     Málari                       Uni Zachariasen

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi