Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 10. desember 2018
Heimleiðistiltak í KT-felagnum
Í farnu viku hevði KT-felagið heimleiðistiltak fyri limum sínum. Evnini vóru nýggja persónsdatalógin og FO-umsitingin.

 

Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni, greiddi frá um arbeiðið við nýggju føroysku persónsdatalógini, sum kemur í kjalarvørinum av herdu ES lóggávuni, sum kom í gildi fyrr í ár. Hetta arbeiðið væntast liðugt tíðliga komandi ár.

 

Síðani var framløga um .fo heimasíðurnar. Nógv rok hevur verið rundanum .fo heimasíðurnar síðan økisnavnið fyri stuttari tíð síðani varð álopið av hakkarum. Síðani hevur FO-ráðið skift veitara til Central-Nic, sum umsitir økisnøvn í fleiri enn 60 londum kring heimin.

 

Mimi Steintórsdóttir, forkvinna í FO-ráðnum, greiddi frá um skifti og síðani greiddi Gavin Brown, CTO í Central-Nic, frá um felagið.

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi