Tíðindi: Áskoðan Ι 10. desember 2018
Bústaðarpakkin má ikki økja um almenna íløguvirksemið
Í løtuni er virksemið í byggivinnuni metstórt, og omanfyri 400 privatir bústaðir eru í gerð. Um landsstýrið ætlar, at Bústaðir skal framskunda bústaðarbygging fyri 250 mió. kr, mugu aðrar almennar íløgur útsetast.

 

Í farnu viku legði landsstýrið fram ein bústaðarpakka við átøkum, sum skulu økja um útboðið av bústøðum í Føroyum. Føroya Arbeiðsgevarafelag skilir væl, at landsstýrið heldur tað vera tørv á at gera okkurt eyka, tá man í fjølmiðlunum sær, at familjur standa uttan tak yvir høvdið. Tað er tó týdningarmikið, at man "umframt hjartað eisini hevur høvdið við," tá átøk skulu gerast á hesum øki.

 

Virksemið í byggivinnuni er stórt, eisini á bústaðarøkinum. Sambært uppteljing, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í heyst, vóru omanfyri 400 búeindir í gerð í privata sektorinum. Talan var fyri tað mesta um eigarabústaðir, men eisini privatir leigubústaðir vóru í gerð. Afturat hesum koma so teir leigubústaðir, sum Bústaðir stendur fyri.

 

Um landsstýrið heldur, at enn meira ferð skal setast á bústaðarbyggingina, er hetta eitt politiskt val. Men landsstýrið má so eisini hava dirvi til at siga, hvørjar aðrar almennar verkætlanir skulu niðurraðfestast og útsetast, um man ætlar at økja almennu íløgurnar við 250 mió. kr. Gongdin, har almennu íløgurnar í alsamt størri mun vera lagdar uttanfyri fíggjarlógina er órógvandi. Í 2017 fekk Bústaðir heimild at lánifíggja 250 mió. kr., og nú verða 250 mió. kr. so lagdar omaná. Fíggjarlógin avspeglar í alsamt minni mun almenna íløguvirksemið, og tí kann landið ikki bara hyggja eftir formliga íløgukarminum á fíggjarlógini, tá búskaparstýringin verður løgd til rættis.

 

Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt vart við, eru vit á toppinum í einum hákonjunkturi, og tað almenna má tillaga sína búskaparstýring og almenna íløgupolitikk til henda veruleika. Tað er ikki til fyrimuns fyri føroyska samfelagið, um landsstýrið koyrir meira ferð á ein longu sperdan motor, uttan at gera aðrar tillagingar av førda íløgupolitikkinum.

 

Tað er sera umráðandi, at landsstýrið ikki loypir á leistum, men brúkar neyðugu tíðina til at fyrireika tað, ið ætlanin er at gera. Um neyðugu fyrireikingarnar ikki verða gjørdar, er stórur vandi fyri, at vit um nøkur ár standa við byggiverkætlanum, sum eingin er nøgdur við. Vit mugu hava tað tol, ið skal til, fyri at fáa varandi nyttu burturúr teimum íløgum, sum verða gjørdar í hesum árum. Tá byggiverkætlanir miseydnast, er frágreiðingin ofta, at man ikki hevur nýtt neyðugu tíðina til at gera eina dygga fyrireiking.

 

Um landið ætlar, at uppaftur meira ferð skal setast á bústaðarbyggingina, eru hyggjuráðini at taka føroysku byggivinnuna við uppá ráð, so hon fær møguleika at ávirka loysnirnar og planleggingina annars. Á henda hátt økjast sannlíkindini fyri, at nakað munagott kann spyrjast burturúr.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi