Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 17. desember 2018
Barnsburðarfarloyvi brýtur karrieruna
Danskur professari sigur, at langt barnsburðarfarloyvi til kvinnur er eitt “vælferðarsamfelags glasloft”. *

 

Danski professarin Nina Smith mælir politikarum til at hyggja uppá oyramerkt barnsburðarfarloyvi til menn. Hetta kann verða við til at fáa fleiri kvinnur í leiðsluna. Nina Smith er professari á Institut for Økonomi á Aarhus Universitet.

 

Sambært Ninu Smith er barnsburðarfarloyvi hin týdningarmiklasta einstaka orsøkin til, at lutfallið í stjórastørvunum í privatu fyritøkunum er 1:10 til menninar.

 

Hagtølini vísa, at hvørja ferð barnsburðarfarloyvi er longt síðan 1984, hava kvinnurnar tikið tað, sigur hon. Hetta hóast tað formliga sæð er felagskvota, sum pápin og mamman kunnu býta millum sín. 

 

Nýggj gransking, sum er almannakunngjørd í Science Magazine í oktober í ár, hevur sambært Ninu Smith víst, at tess ríkari eitt samfelag er, tess meira kjølfestir verða siðbundu kynsleiklutirnir.Tá vit ikki longur skulu berjast fyri at fáa mat á borðið, koma teir siðbundnu kynsleiklutirnir fram sum fyrimynd, sigur professarin í búskaparfrøði.

 

Hon vísir á, at kvinnur – sjálvandi – fegnar vilja leiða. Men at tær eru upp ímóti, at heimavøllurin skal dekkast. Og at tað ikki er fremjandi, at upplatingartíðirnar í dagstovnunum eru styttar og tann statsásetta bróstgevingartíðin longd so hvørt, barsnburðarfarloyvið er longt.

 

Ótilætlað fremur og fíggjar vælferðarsamfelagið við hesum húsmøðraleiklutin. Og hetta er ein trupulleiki, um ynski er at fáa fleiri kvinnur í leiðslur, tí tað er ógvuliga trupult at vera ovasti stjórin niðursetta tíð, sigur hon.

 

Hvør er so loysnin? Fleiri menn í barnsburðarfarloyvi.

 

Sambært Ninu Smith eru dagsins menn næstan tvungnir til at lata vera við at taka barnsburðarfarloyvi. Fíggjarliga er tað best fyri familjuna at lata kvinnuna taka barnsburðarfarloyið.

Tá maðurin samstundis kennir, at hann verður straffaður í mun til karrieruna fyri at vilja farloyvi, og kvinnan fegin vil hava tað, so hendir onki, sigur hon.

 

Politiska tvístøðan er, at verður trupult at taka barnsburðarfarloyvi frá kvinnunum. Um professarin í búskaparfrøði letur seg í tjóðbúskaparbrillurnar, kann hon ikki viðmæla at víðka barnsburðarfarloyvi, nú arbeiðsstyrkin longu er undir trýsti. Hon mælir ístaðin politikarum til at hyggja uppá at oyramerkja ein part av barnsburðarfarloyvinum til menn.

 

Um ein partur av barnsburðarfarloyvinum verður oyramerktur til menn, verður tað ikki longur eitt privat val, um menninir taka tað, sum teimum er tillutað. Og samstundis hava vit nýggja gransking úr m.a. Týsklandi, sum vísir, at oyramerkt barnsburðarfarloyvi til menn hevur við sær eina meira positiva støðu til, at menn taka barnsburðarfarloyvi og ein størri part av tí húsliga arbeiðnum, sigur Nina Smith.

 

Kelda: DI Business

 

 

* Gjørt verður vart við, at í greinini er talan um donsk viðurskifti. Tað er tó sannlíkt, at somu viðurskifti gera seg galdandi í Føroyum.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi