Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 17. desember 2018
Rita1tíma: seinasta freist at luttaka í myndakappingini
Tiltakið Rita1tíma ella Hour of Code var um allan heim fyrstu vikuna í desember. Í Føroyum var luttøkan stór.

 

Tiltakið Rita1tíma snýr seg í stuttum um, at fólkaskúlanæmingar eiga at hava grundleggjandi vitan um forritan. Tað er ein sannroynd at alsamt størri partur av dagligdegnum gerst talgildur. Tí er tað sera umráðandi at skilja, hvussu talgildi heimurin hongur saman, heldur KT-felagið sum fyriskipar føroyska partin av Rita1tíma.

 

“Vit eru sera fegin um stóru luttøkuna”. Sigur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum. ”Hetta vísir at forritan als ikki er so torskild, sum fólk ofta halda. Rita1tíma er bygt upp við spølum, sum børn kenna frammanundan, og hetta ger tað lættari hjá børnunum at kenna støðurnar aftur, samstundis sum at tað er stuttligt at læra at forrita nýggjar banar ella uppsetingar”

 

Heili otta skúlar hava meldað seg til á Hour of Code heimasíðuni. Hesir eru:

 

Skúlin á Argjahamri

Skúlin á Løgmannabreyt

Runavíkar kommunuskúli

Stranda skúli

Eysturskúlin

Skúlin á Fløtum

Eysturskúlin

Frískúlin í Havn

 

Í sambandi við Rita1tíma skipaði KT-felagið samstundis fyri myndakapping fyri fólkaskúlaflokkar.

Fyri at luttaka skuldi flokkurin senda mynd inn til KT-felagið frá tí at flokkurin forritaði til Rita1tíma tiltakið.

 

Tað ber framvegis til at senda mynd inn. Seinasta freist er í dag mánadagin 17. desember kl 23.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi