Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 21. desember 2018
Sáttmáli undirskrivaður við Starvsmannafelagið
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undirskrivaðu í gjár, 20. desember 2018, semju um nýggjar sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele.

 

 

 

 

Kostnaðurin av nýggju sáttmálunum er 3,26 % fyrsta árið og 2,56 % annað árið. Semjan er sostatt á sama støði, sum aðrar semjur í hesi samráðingarrundini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Talan er um ein tvey ára sáttmála fyri Føroya Tele, og ein trý ára sáttmála fyri Posta. Lønarhækkingin á Posta triðja árið fylgir lønarkarminum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verður avtalaður við arbeiðarafeløgini tann 1. mai 2020.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi