Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 07. januar 2019
Myndarøð: Rita1tíma
Í sambandi við tiltakið Rita1tíma, skipaði KT-felagið fyri myndakapping millum allar skúlaflokkar, sum luttóku og sendu myndir inn.

 

Rita1tíma er altjóða átakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín, umsett til føroyskt mál og bjóðað út til fólkaskúlan. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.

 

Sum part av tiltakinum skipaði KT-felagið fyri myndakapping. Vinnarin av #Rita1tíma myndakappingini gjørdist 9.z á Skúlatrøð. Lærari er Heini Ziska Dahl.

 

 

Hesir skúlar hava luttikið til #Rita1tíma:
Skúlin á Argjahamri
Eysturskúlin 
Skúlin við Løkin
Skúlin við Løgmannabreyt
Stranda skúli
Skúlin á Fløtum
Frískúlin í Havn
Skúlatrøð

 

Hesar myndirnar vóru eisini við í lutakastinum:

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi