Tíðindi: Havbúnaður Ι 14. januar 2019
Aliráðstevnan verður 1. mars
Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 1. mars.

 

Aliráðstevnan er dagurin, har fólk í alivinnuni og fólk við tilknýti til alivinnuna hittast fyri at netverka og fáa nýggja vitan og íblástur. Eins og undanfarin ár verða framløgur um gongdina í føroyskum havbúnaði, og framløgur um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri havbúnaðin. Í fjør luttóku uml. 350 fólk til Aliráðstevnuna, og tá er fullsett.

 

Latið verður upp fyri tilmelding til ráðstevnuna mánadagin 4. februar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

 

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar ráðstevnuna.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi