Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 21. januar 2019
Sáttmálasamráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini byrjaðar
Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini eru nú farin undir at samráðast um sáttmálarnar partanna millum.

 

Týsdagin í farnu viku handaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip, og tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag krøv til komandi sáttmálasamráðingar.

 

Tríggir sáttmálar eru fyri hvørt felag – ein høvuðssáttmáli, ein sersáttmáli fyri størri skip í frálandavinnu og ein sersáttmáli fyri smærri skip í frálandavinnu. Av tí at øll trý manningarfeløgini samráðast saman, er sostatt talan um tilsamans níggju sáttmálar, sum skulu fáast uppá pláss.

 

Næsti samráðingarfundur verður mikudagin 23. januar.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi