Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 04. februar 2019
Heimleiðistiltak um Brexit og framtíðarsambond okkara við Bretland
12. februar kl. 15.00 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri heimleiðistiltaki um Brexit, saman við Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

 

Á tiltakinum greiðir Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, yvirskipað frá, hvussu landsstýrið hevur arbeitt við málinum.

 

Høgni Hoydal Landsstýrismaður í Fiskivinnumálum greiðir frá um samstarvið við Bretland á fiskivinnuøkinum og og at svara møguligum spurningum um framtíðar fiskivinnusamstarv við Bretland.

 

Síðani greiða umboð fyri Brexitbólkin hjá Landsstýrinum frá um Brexit, og um fríhandilssáttmálan, sum er gjørdur millum Føroyar og Bretland.

 

Harafturat koma umboð fyri Samferðslumálaráðið at kunna um støðuna hjá bretskari arbeiðsmegi í Føroyum eftir Brexit.

 

Tiltakið er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum og til ber at fráboðað luttøku á industry@industry.fo ella við at ringja 309900.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi