Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 04. februar 2019
Limatiltak í Eysturoyar Handverksmeistarafelag
Mánadagin 11. februar kl. 18.00 skipar Eysturoyar Handverksmeistarafelag fyri limatiltaki um nýggja sáttmálan við handverkarafeløgini og um setanarprógv.

 

Í oktober varð nýggjur tvey ára sáttmáli gjørdur við handverkarafeløgini. Á limafundinum verður m.a. greitt frá broytingunum í nýggja sáttmálanum.

 

Á fundinum verður eisini tosað um setanarskriv. Lógin um setanarprógv sigur, at øll starvsfólk, ið eru sett í starv meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava eitt setanarskriv. Á fundinum fara vit at gjøgnumganga dømi sum uppfylla lógarkravdu upplýsingarnar til setanarskriv.

 

Skrá:

1. Kunning frá sáttmálasamráðingunum

2. Kunning um setanarskriv við praktiskari vegleiðing

3. Spurningar

 

Framløgurnar eru viðkomadi fyri stjórar og tey í fyritøkuni, sum arbeiða við lønaravgreiðslu.

 

Limafundurin byrjar kl 18.00 og verður í mentanarhøllini í Eiðis skúla. Eftir framløgurnar verður bjóðað ábit.

 

Freistin at melda til er fríggjadagin 8. februar kl. 13.00.

 

Tilmelding á industry@industry.fo. Nýggir limir eru vælkomnir.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi