Tíðindi: Havbúnaður Ι 04. februar 2019
Nú ber til at melda til Aliráðstevnuna 2019
Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 1. mars, og tilmeldingin er nú opin á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

 

Aliráðstevnan 2019 er høvi hjá alivinnuni, undirveitarum, almennum myndugleikum og fólki við áhuga fyri alivinnuni at líta aftur á gongdina í 2018, og at hyggja eftir teimum avbjóðingum sum standa fyri framman. Í hesum sambandi fara bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar at leggja fram teirra vitan um ymisk evni.

 

Aliráðstevnan er eisini gylt høvi hjá fólki í og kring alivinnuna at netverka og skapa nýggj sambond.

 

Aftaná Aliráðstevnuna verður veitsluhald við tónleiki, undirhaldi og góðum mati.

 

Til ber at melda til Aliráðstevnuna 2019 her. 

 

Tilmeldingin endar mikudagin 27. februar kl. 12 ella tá fullteknað er. Um man vil tryggja sær pláss, er tí best at melda til beinanvegin. Í fjør varð útselt til Aliráðstevnuna áðrenn tilmeldingarfreistin var farin.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi