Tíðindi: Handilsvinna Ι 11. februar 2019
Heimleiðistiltak fyri limir í Handilsvinnufelagnum
Á skránni er fyrilestur um Amazon, nú risafyritøkan í næstum kemur á danska marknaðin. Eisini verður brandingarátak fyri handilsvinnuna avdúkað

 

Tað verður Rúnar Reistrup, sum kemur at greiða limunum frá um Amazon, nú fyritøkan hevur sett sær fyri at styrkja sína støðu í Norðurlondum.

 

Handilsvinnufelagið arbeiðir í løtuni við eini verkætlan, sum hevur til endamáls at branda handilsvinnuna í mun til rekrutering av lærlingum. Kunna verður um hesa verkætlanina á tiltakinum.

 

Nærri kunning verður send limunum í Handilsvinnufelagnum í vikuni.

 

Tiltakið verður í Vinnuhúsinum hósdagin 20. februar kl. 15.00 og er fyri limir í Handilsvinnufelagnum.

 

Tilmelding fer fram á industry@industry.fo

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi