Tíðindi: Havbúnaður Ι 11. februar 2019
Áhugaverdar framløgur til Aliráðstevnuna 1. mars
Á Aliráðstevnuni 2019, sum verður hildin á Hotel Føroyum 1. mars, verða eins og undanfarin ár áhugaverdir fyrilestrar um ymisk viðkomandi viðurskifti fyri alivinnuna.

 

Ragnar Nystøyl (Kontali) og Rúni Dam (Avrik) fara at leggja fram um gongdina í føroyskari alivinnu farna árið og Ragnar Nystøyl viðger eisini marknaðarútlitini fyri 2019.

 

Lars Føsker (LetSea) leggur fram um royndarstøðina hjá LetSea og tær kanningar, sum verða gjørdar har, og Jens-Erik Vettel (Nofima) fer at greiða frá um broytingar í norsku alivinnuni sæð frá einum praktiskum sjónarhorni.

 

Fiskaaling, sum arbeiðir við gransking og menning innan alivinnuna, er eisini væl umboðað á Aliráðstevnuni við tveimum longri og nøkrum styttri framløgum. Tróndur Kragesteen fer at leggja fram um spjaðing av lús og lúsamarkvirðið, og Ása Johannesen fer at leggja fram úrslitini frá einari verkætlan um ávirkan av vindi og aldu á atferðina hjá laksi í aliringum. Harumframt verða styttri fyrilestrar um kanning av støðuni hjá føroyskum sjósílum, um táknisjúkuna AGD og um hvat eitt gott smolt er. Eisini verður ein framløga við myndum og videobrotum frá einum gerandisdegi úti við aliringarnar.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini nakrar styttri framløgur, herundir um nýggja vitan um fiskasjúkur, og um úrslit frá leypandi yvirvøkuni av laksi sum matvøru.

 

Fóður er ein týdningarmikil partur av alingini, og í sambandi við PhD-verkætlanir hjá starvsfólki á Havsbrún, verður nýggj vitan um fóður løgd fram.

 

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen, setur Aliráðstevnuna 2019.

 

Endaliga skráin er um at vera liðug, og verður løgd út á heimasíðuna, so skjótt hon er klár.

 

Freistin at melda til Aliráðstevnuna er mikudagin 27. februar kl. 12, ella tá fullteknað er. Undanfarin ár hevur verið fullteknað, áðrenn tilmeldingarfreistin er farin.

 

Meldast kann til Aliráðstevnununa her.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi