Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 18. februar 2019
Góður limafundur í Eysturoyar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku skipaði Eysturoyar Handverksmeistarafelag fyri limatiltaki um setanarviðurskiftir og setanarprógv.

 

 

Á fundinum var kunnað um nýggja sáttmálan við handverkarafeløgini, sum var gjørdur í oktober fyri tey næstu tvey árini.

 

Eisini varð kunnað um setanarprógv. Lógin um setanarprógv sigur, at øll starvsfólk, ið eru sett í starv meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava eitt setanarprógv.

 

Hava handverksmeistarar spurningar, eru teir altíð vælkomnir at venda sær til Vinnuhúsið.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi